
Úttøkukapping 1
- 06.apr.2023
- Lagt út hevur: Nevndin
Fyrsta úttøkukapping hjá bogaskjúttinum var skotin hósdagin 6 apríl.
Skotið var fult FITA umfarð, ið umfatar 90/70 m, 70/60 m, 50 m og 30 m.
36 pílar vera skotnir á hvørjum avstandið, í alt 144 pílar.
10 skjúttar luttóku, úrslitini gjørdust hesi:
Recurve menn
Hans Petur Højgaard (238+297+289+331) = 1155 stig
Absalon Hansen (235+231+277+330) = 1073 stig
Bárður Magnusson (167+241+266+311) = 985 stig
Recurve kvinnur
Rebekka L. Olsen (166+111+124+277) = 678 stig
Compound menn
Nikke Petersen (320+339+338+352) = 1349 stig (nýtt føroyskt met)
Jóannes Poulsen (312+337+337+356) = 1342 stig
Jógvan Niclasen (303+314+315+330) = 1262 stig
Sámuel Petersen (291+301+303+319) = 1214 stig
Compound kvinnur
Helena við Misá (269+278+249+291) = 1087 stig
Rakul Dam (243+255+238+309) = 1045 stig
Luttøkukrøv til Oyggjaleikir 2023
Krøvini sum skjúttarnir skulu klára fyri at luttaka til oyggjaleikir eru hesi:
Recurve menn – krav 1075 stig
Recurve kvinnur – krav 980 stig
Compound menn – 1260 stig
Compound kvinnur – 1200 stig
Eftir hesa fyrstu úttøkukapping hava 5 skjúttar klára kravið.