Myndin er frá FM seinasta vetur, sum var í ítróttarhøllini á Eiði

FM í Miðvági næsta vikuskifti

  • 09.mar.2025
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Næsta vikuskifti er stóra FM-kappingin í innandura bogaskjóting í Miðvági. Leygardagin 15. mars kappast U16 og sunnudagin 16. mars kappast U18 og seniorarnir

Nú er klárt at tekna seg til FM í innandura bogaskjóting fyri U18, U16. Og seniorar. Í ár er kappingin í Miðvági, leygardagin kappast U16, og sunnudagin kappast U18 og seniorarnir.

Báðar dagarnar byrjar FM-kappingin klokkan 14 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í tíðarætlanini, um gravgangur er at tekna seg.

Leinki at tekna seg er HER

Freistin at tekna seg til FM-kappingarnar er týskvøldið 11. mars klokkan 22.

Grand Prix-heiðursmerkini verða eisini handað sunnudagin 16. mars.

Aftur