Um BSKF

Bogaskjóting í Føroyum í nýggjari tíð byrjaði við, at Føroyar skuldu skipa fyri Oyggjaleikunum í 1989. Á skránni var bogaskjóting og tóku fólk seg saman at skipa felag í Havn, sum skuldi standa fyri bogaskjótingini OyL 1989.


Feløgini

23. mars 1988 bleiv Bogaskjótifelagið Tambar stovnað í Havn. Ein av stigtakarunum var Mogens Egholm sáli, sum hevði skotið í Danmark í nógv ár. Eitt annað navn var Elmar Abrahamsen sáli, ættaður úr Oyndarfirði, tá búsitandi í Tåstrup í Danmark, sum hevði vunnið HM fyri brekað, hann var eisini hollur stuðul í fyrireikingini av OyL 1989.

3. mars 1991 bleiv Bogaskjótifelagið Ørvur stovnað í Runavík. Stigtakarar til felagið vóru Schandorff Vang, Petur Olivar í Hoyvík og Leivur Poulsen, sum eisini mannaðu fyrstu nevndina.

12. oktober 2004 bleiv Bogaskjótifelagið VágaSkot stovnað í Vágum. Stigtakarar til felagið vóru Øssur Hansen, Ingi Joensen og Tórhallur Simonsen, sum eisini mannaðu fyrstu nevndina.

5. november 2021 bleiv Bogaskjótifelagið Team Suður Skot stovna í Vági, Suðuroy. Stigtakarar til felagið vóru Kelea Quinn, Jonni Joensen, Andrass Petersen og Thomas Christensen, sum eisini mannaðu fyrstu nevndina.

Samstarv

Fyrstu tíðina var einki sersamband at tala søk felagana í ÍSF, tí vóru tað feløgini hvør sær, sum samskiftu við ÍSF. Eingin stuðul var at heinta og var ofta sera tungt at fáa játtað nakrar krónur.

Bogaskjótifeløgini arbeiddu væl saman og fyri at menna bogaskjótingina í Føroyum, varð samband tikið upp við Dansk Bueskytte Forbund (DBSF), har feløgini fingu atlimaskap og kundu luttaka í donskum kappingum og meistaraheitum á líka føti við danir. Tó so, eingin stuðul bleiv latin frá Dansk Idræts Forbund.

Vit fingu longu tá sæti í Nordisk Bueskytte Union (NBU), og tann vegin fingu vit eisini samstarv við Svøríki, Noreg og Finland. Ísland var eisini boðið við, men luttók ongantíð.


Deildarsambondini stovnað

Í 1997 kom bygnaðarbroyting í ÍSF, sum hevði ásannað, at nú vóru so nógv feløg, sum ikki høvdu nakað sersamband. Nú blivu nøkur deildarsambond stovnað, millum teirra var Skjótidamband Føroya (SKF), har øll skjóting hoyrdi undir. Innanhýsis í SKF blivu stovnasettar tvær deildir – Bogaskjótideildin og Byrsudeildin.


BSKF stovnað

Arbeiðið í Bogaskjótideildini hevur ment seg nógv og tað sama gjørdi tað í Byrsudeildini, tí byrjaðu vit í 2009 eina tilgongd at slíta sundur, so vit fingu hvør sítt sersamband. Á aðalfundi hjá ÍSF í 2010 bleiv endaliga staðfest, at Bogaskjótisamband Føroya var stovnað. Fyrsta nevndin bleiv tann sama við Schandorff Vang, formaður, Jógvan Magnus “Eggaba” Andreasen, varaformaður, Jastrid M. Jensen, nevndarlimur, og Jógvan Niclasen, varalimur.


Altjóða limaskapur

Longu í 1996 sendu bogaskjótifeløgini umsókn inn til altjóða bogaskjótifelagsskapin FITA. Meðan umsóknin varð viðgjørd blivu deildarsambondini stovnað. Í august 1997 fingu Føroyar altjóða limaskap á aðalfundi hjá FITA í Canada.

Við hesum limaskapi blivu Føroyar eisini limir í evropeiska felagsskapinum EMAU.

Atlimaskapurin við DBSF helt samstundis uppat.


Oyggjaleikir

Høvuðs málið hjá Bogaskjótideildini var at hava góða umboðan á OyL. Føroysku bogaskjúttarnar hava við síni luttøku á OyL altíð víst, at her kunnu vit vera í fremstu røð. Ískoytið frá bogaskjóting til heiðursmerkir til Føroyar hevur verið gott .

Fyrsta heiðursmerkið vunnu vit á Álandi í 1991, tá Jan Rubeksen vann bronsu. Fyrsta gull heiðursmerkið vunnu vit á Gibraltar í 1995, tá Sigrid Vang vann gull. Síðan 1995 hava vit vunnið fleiri heiðursmerki til hvørjar OyL. Størsta hálið var á Rhodos í 2007, har vit vunnu 13 heiðursmerkir av 22 møguligum.

Hygg í OyL heiðursmerkja yvirlitið.


Altjóða kappingar

Við altjóða limaskapi kunnu vit luttaka í øllum kappingum kring allan heim, tó undantikið OL. Vit hava havt luttøku til uttandura og innandura HM fyri vaksin og ung, og hava eisini roynt felt EM og EMG. Altjóða og evropeiska støðið er væl hægri enn okkara, men við luttøku fáa vit royndir og vitan, sum skal menna føroyska bogaskjóting frameftir.

Vit hava m.a. vunnið DM fyri kvinnur í innandura compound, tá Sigrid Vang í 1996 vann gull. Eisini vann Sigrid bronsu heiðursmerki til Norðurlanda uttandura meistaraheitið 1998, eins og hon vann silvur til European Master Games í Malmø í 2008.

Vit luttaka javnan við ungum skjúttum til Norðurlendska Ungdóms Meistaraheitið, har vit hava vunnið gull og silvur á blandaðum liðum.

Altjóða dómari

Í 1996 stóð Schandorff Vang royndina at gerast altjóða dómari og hevði hetta beinleiðis ávirkan á, at Føroyar fingu altjóða limaskap. Nýggj góðkenning fer fram fjórða hvørt ár. Schandorff dømir í altjóða kappingum á hvørjum ári og er størsta uppgávan uttan iva OL í Beijing 2008.

Í 2010 stóð Annika Vang royndina at gerast altjóða ungdóms dómari.

Lond kring heimin fáa bert loyvi at hava í mesta lagi tríggjar altjóða dómarar – FITA-dómarar. At Føroyar við trimum feløgum og 150-200 limum íalt hava ein dómara í mun til t.d. Frakland, sum hevur tríggjar dómarar og fleiri enn 50.000 limir, hevur stóra ávirkan. Nevnast kann, at Danmark hevur ongan altjóða dómara í løtuni og Svøríki hevur tveir, og her er talan um sterkar tjóðir í bogaskjóting bæði hjá vaksnum og ungum.