Góða og heita suppan kom væl við, tá kappast var í Suðuroy 24. februar í fjør. Tá vandi Team SuðurSkot í einum virkisbygningi á havnarlagnum í Vági, og innikuldin mundi geva fleiri skjúttum eins dygga mótstøðu og kappingarneytarnir. Í ár verður kappingin í upphitaðu Roynhøllini í Hvalba. Forsíðumyndin er eisini frá kappingini í Vági fyri einum ári síðan

Kappingin í Suðuroy flutt til 8. mars

  • 15.feb.2025
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Toppskjúttar eru við í EM innandura í Turkalandi, og eisini aðrir skjúttar eru burturstaddir næsta vikuskifti. Tí samdust feløgini um at flyta kappingina, sum skuldi verða 22. februar, til 8. mars

Í dag eru tríggir av okkara bestu compound-skjúttum farnir til Danmarkar, haðani teir í morgin flúgva til Turkalands at taka lut í EM 2025 í innandura bogaskjóting. Teir koma ikki aftur til Føroya fyrr enn um eina viku, leygardagin 22. februar, ella sama dag, sum innandura kappingin í Suðuroy er skrásett at verða. Eisini er greitt, at fleiri aðrir skjúttar verða burturstaddir henda dagin, og tí hava tey fýra bogaskjótifeløgini í semju gjørt av, at kappingin í Suðuroy verður flutt til leygardagin 8. mars.

Tað var annars eydnast Team SuðurSkot, sum er vertur fyri kappingini í Suðuroy, at fáa VB-høllina í Vági at kappast í næsta vikuskifti. Høllin har er tó upptikin 8. mars, men í staðin er eydnast at fáa kappingini innivist í Roynhøllini í Hvalba tann dagin. Kappingin byrjar klokkan 10 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn.

FM-kappingarnar

Aðrar broytingar eru eisini í skránni fyri restini av vetrarskránni, nú bara trý kappingarvikuskifti eru eftir. Áður hava barna- og ungdómsskjúttarnir endað vetrarkappingina við FM á 12 metrum og FM á 15 metrum, men nú er skipanin broytt soleiðis, at børn og ung kappast í trimum aldursbólkum, U12, U16 og U18. Lagt var ikki upp fyri hesum, tá kappingarskráin bleiv gjørd, nakað áðrenn vetrarkappingin byrjaði.

Nú er so gjørt av, at FM hjá U12 verður 1. mars, tá kappingarvikuskifti er í Havn, FM hjá U16 verður í Miðvági 15. mars og U18 kappast um FM í Miðvági 16. mars, sama dag, sum FM-kappingin hjá teimum vaksnu er, og vetrarkappingin endar.

Dagførd skrá fyri restina av vetrarkappingini verður løgd út seinni.

Aftur