Finaluskjóting í Søldarfirði sunnudagin

Shoot off-finala og persónlig met í Søldarfirði

  • 11.feb.2025
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Undirtøkan hjá teimum vaksnu skjúttunum í bogaskjótikappingini um vikuskiftið var so stór, at neyðugt var at býta teirra kapping í tvey, so at compound-kappingarnar vóru fyrrapartin og recurve-kappingarnar seinnapartin sunnudagin. Serliga spennandi bleiv finalan í recurve hjá monnunum, har Absalon Hansen vann tepurt í shoot off móti  Bárði Magnusson

Gott kappingarvikuskifti í bogaskjóting hevur verið í Søldarfirði, og bæði í kappingini hjá teimum yngru skjúttunum leygardagin og hjá teimum vaksnu sunnudagin vóru merkisverd úrslit.

Aftur hesa ferð var áhugin at tekna seg stórur, men nøkur avboð vóru. Leygardagin merkti tað, at ongin stillaði upp í berbogakappingini hjá U12-gentunum, sum tí datt burtur.

Arthur setti persónligt met

Hjá U12-dreingjunum kappaðust teir báðir Arthur Olsen og John Brynjer á Skúr, báðir úr Tambum. Arthur vann innleiðandi kappingina, og við 492 stigum setti hann eisini persónligt met. Síðan vann hann finaluna 6 – 0.

Dreingir berbogi U12, 8 metur. John Brynjer á Skúr (Tambar), silvur, Arthur Olsen (Tambar), gull

Arthur fekk 492 stig í innleiðandi kappingini, og tað var persónligt met 

Mannsterkasta kappingin leygardagin var recurve-kappingin hjá dreingjum U16. Teir vóru fýra, sum dystaðust um tey trý heiðursmerkini, og tað mest sermerkta mundi vera bronsufinalan millum teir báðar liðfelagarnar úr Ørvi, Jóhannes Simonsen og Meinhard Gaardlykke. Hetta var fyrsta kappingin hjá Jóhannesi, men tó at hann bleiv nummar fýra í innleiðandi kappingini, gjørdi hann ein sovorðnan vørr í bronsufinaluni ímóti Meinhardi, at hann vann hana.

Hagtølini vísa, at hólmgongurnar millum Brand T. Hansen úr Tambum og Jón Sjúrð Jóhannson úr Vágaskoti kunnu fara báðar vegir. Brandur hevur tó vunnið tær flestu finalurnar, og leygardagin var hann ivaleysur. Hann vann innleiðandi kappingina greitt framman fyri Jón Sjúrð, og finaluna vann Brandur 6 – 0.

Dreingir recurve U16, 12 metur. Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), silvur, Brandur T. Hansen (Tambar), gull, Jóhannes Simonsen (Ørvur), bronsu

Marta B. Poulsen var einsamøll í compound U16 hjá gentum, og vann tí gullheiðursmerki uttan mótstøðu.

Í compound-kappingini hjá dreingjum U16 vóru tað aftur Narvi E. B. Jensen og Høgni Johannesen, báðir úr Ørvi, sum dystaðust. Narvi, sum tað mesta av árinum hevur kappast í U18, hevði greitt munin, og vann bæði innleiðandi kappingina og finaluna, finaluúrslitið var 138 – 123.

Gentur compound U16, 12 metur. Marta B. Poulsen (Ørvur), gull

U16, dreingir compound, 12 metur. Narvi E. B. Jensen (Ørvur), gull, Høgni Johannesen (Ørvur), silvur


Spennandi duellir í compound

Vanliga kappast U18 leygardag saman við teimum yngru skjúttunum, men compound-skjúttin Jónas B. Poulsen úr Ørvi var tann einasti, ið hevði teknað seg í U18 og skuldi eisini kappast ímóti teimum vaksnu. Tí skjeyt hann bara sunnudagin, tá innleiðandi umfarið eisini taldi sum gullvinnandi umfarið í U18.

Jónas megnaði at gerast nummar fýra í innleiðandi kappingini, har hann eisini setti persónligt met við 545 stigum. Hann var eitt vet framman fyri liðfelagan, Magnus Andreassen, sum luttók fyri fyrstu ferð í vetur. Teir báðir kappaðust síðan eisini í fjórðingsfinaluni, men tá var Magnus omaná og vann 139 – 135.

Dreingir compound U18, 18 metur. Jónas B. Poulsen (Ørvur), gull

Í innleiðandi kappingini fekk Jónas 545 stig, og tað var persónligt met hjá honum


Jóannes Poulsen var ikki óvæntað tann stinnasti skjúttin í compound-kappingini hjá monnum, men í sjálvari finaluni fekk hann tó skarpan gang frá Boga Andreasen úr Vágaskoti. Jóannes vann finaluna 148 – 145, og tey trý stigini, hann var frammanfyri, vann hann sær í øðrum og triðja umfari – øll hini umførini endaðu púra jøvn.

Frammanundan hevði Bogi eisini skotið eina spennandi hálvfinalu ímóti Jógvani Niclasen úr Tambum. Jógvan hevði eina góða innleiðandi kapping, har hann gjørdist nummar tvey við 568 stigum. Í hálvfinaluni stóð á jøvnum eftir trý umfør, men síðan vann Bogi tey bæði seinastu við einum stigi hvørt og vann tískil samanlagt 143 – 141.

Bronsufinalan millum Jógvan og Magnus bleiv hinvegin ein einmansleikur hjá Jógvani, sum vann 140 – 9.

Hjá compound-kvinnunum dystaðust Anja Eydnudóttir úr Vágaskoti og Rakul Dam úr Tambum, og her var Anja greitt við yvirlutan frá byrjan til enda. Hon vann bæði innleiðandi kappingina og finaluna sannførandi – finaluúrslitið var 136 – 112.

Menn compound, 18 metur. Bogi Andreasen (Vágaskot), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, Jógvan Niclasen (Tambar), bronsu

Kvinnur compound, 18 metur. Rakul Dam (Tambar), silvur, Anja Eydnudóttir (Vágaskot), gull


Absalon var beinrakin í shoot off

Kappingin hjá recurve-monnunum bleiv tann mest spennandi á degnum. Bárður Magnusson úr Vágaskoti hevur tikið seg nógv fram í vetur, men tykist hava eitt sindur trupult við at halda støðið í teimum seinastu avgerandi umførunum. Í Søldarfirði var tað tó tann allarseinasti pílurin, ið forðaði honum í at vinna sítt fyrsta gullheiðursmerki í vetur.

Fýra høvdu teknað seg til recurve-kappingina hjá monnum, men bara tríggir møttu upp, tí Hans Petur Højgaard úr Ørvi mátti geva avboð.

Bárður vann greitt innleiðandi kappingina framman fyri Eggaba Andreasen, Vágaskot, og Absalon Hansen, Tambar. Bárður slapp tískil beinleiðis í finaluna, meðan hinir báðir skuldu skjóta hálvfinalu um hitt finaluplássið. Hálvfinalan bleiv spennandi, og eftir trý umfør stóð á jøvnum 3 – 3, men síðan vann Absalon tvey tey seinastu umførini, og harvið vann hann samanlagt 7 – 3.

Var hálvfinalan spennandi, bleiv finalan millum Bárð og Absalon tað ikki minni. Eftir tey fimm regluligu umførini var javnleikur 5 – 5, so vinnarin skuldi finnast við shoot off. Bárður skeyt fyrst og rakti væl, men tá Absalon skeyt sín píl, var hann so nær miðjuni, at tað sást úr 18 metrum, at hann hevði vunnið – Absalon rakti 10’aran í innasta ringinum, og Bárður rakti 9’aran.

Menn recurve, 18 metur. Bárður Magnusson (Vágaskot), silvur, Absalon Hansen (Tambar), gull, Eggaba Andreasen (Vágaskot), bronsu

Pílurin hjá Absalon (høgrumegin) rakti í innasta ringin. Bárður var eitt sindur óneyvari og rakti 9’aran

Takk fyri dystin. Bárður og Absalon taka lógvatak, eftir at javna duellin er avgjørd við shoot off


Jagoda vann sannførandi

Sum altíð vóru recurve-kvinnurnar nógvar í tali, tær vóru seks frá byrjan, men Lea Karina H. Haraldsen úr Vágaskoti, sum bleiv nummar fýra í innleiðandi kappingini, tók ikki lut í restini av kappingini. Í oddinum merktist, at Jagoda Wardak, Tambar, var við aftur eftir langan vetrarsteðg. Hon vann innleiðandi kappingina sannførandi og síðan 6 – 0 sigrar í bæði hálvfinaluni ímóti Pernille Krogh, Vágaskot, og finaluni ímóti Tóru Dinnu Reynskor, Vágaskot.

Frammanundan hevði Pernille vunnið sína fjórðingsfinalu ímóti Anniku Næs Johannesen, Team SuðurSkot, og Solveig Hansen, Tambar, vann sína fjórðingsfinalu uttan dyst ímóti Leu Karinu, sum var farin.

Bronsufinalan millum Pernille og Solveig bleiv ein spennandi hólmgonga. Solveig, sum ikki hevði rakt serliga væl í innleiðandi kappingini, spílaði seg út, og eftir trý umfør var hon frammanfyri 4 – 2, men so tók Pernille sær um reiggj og vann tey bæði seinastu umførini til endaúrslitið 6 – 4.

Kvinnur recurve, 18 metur. Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), silvur, Jagoda Wardak (Tambar), gull, og Pernille Krogh (Vágaskot), bronsu


Úrslit, U16 og U12 leygardagin 8. februar

Dreingir berbogi U12, 8 metur

Innleiðandi:

Arthur Olsen (Tambar), 256+236 = 492.

John Brynjer á Skúr (Tambar), 204+158 = 362.

Finala:

Arthur – John Brynjer, 6 – 0.


Dreingir recurve U16, 12 metur

Innleiðandi:

Brandur T. Hansen (Tambar), 257+243 = 500.

Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 233+226 = 459.

Meinhard Gaardlykke (Ørvur), 183+172 = 355.

Jóhannes Simonsen (Ørvur), 145+176 = 321.

Hálvfinalur:

Brandur – Jóhannes, 6 – 0.

Jón Sjúrður – Meinhard, 6 – 0.

Bronsufinala:

Jóhannes – Meinhard, 6 – 0.

Finala:

Brandur – Jón Sjúrður, 6 – 0.


Gentur compound U16, 12 metur

Innleiðandi og endaligt:

Marta B. Poulsen (Ørvur), 231+211 = 442.


Dreingir compound U16, 12 metur

Innleiðandi:

Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 282+275 = 557.

Høgni Johannesen (Ørvur), 242+208 = 450.

Finala:

Narvi – Høgni, 138 – 123.

Vaksin og U18 sunnudagin 12. januar

Kvinnur recurve, 18 metur

Innleiðandi:

Jagoda Wardak (Tambar), 264+253 = 517.

Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 239+250 = 489.

Lea Karina H. Haraldsden, 229+197 = 426.

Pernille Krogh (Vágaskot), 215+200 = 415.

Annika Næs Johannesen (Team SuðurSkot), 189+215 = 404.

Solveig Hansen (Tambar), 180+194 = 374.

Fjórðingsfinalur:

Pernille – Annika, 6 – 4.

Solveig – Lea Karina 6 – 0.

Hálvfinalur:

Jagoda – Pernille, 6 – 0.

Tóra Dinna – Solveig, 6 – 0.

Bronsufinala:

Pernille – Solveig, 6 – 4.

Finala:

Jagoda – Tóra Dinna, 0 – 3.


Menn recurve, 18 metur

Innleiðandi:

Bárður Magnusson (Vágaskot), 263+278 = 541.

Eggaba Andreasen (Vágaskot), 247+256 = 503.

Absalon Hansen (Tambar), 230+248 = 478.

Hálvfinala:

Absalon – Eggaba, 7 – 3.

Finala:

Absalon – Bárður, 5 – 5, shoot off, 10 – 9.


Kvinnur compound, 18 metur

Innleiðandi:

Anja Eydnudóttir (Vágaskot), 274+278 = 552.

Rakul Dam (Tambar), 247+249 = 496.

Finala:

Anja – Rakul, 136 – 112.


Dreingir compound U18, 18 metur

Innleiðandi og endaligt:

Jónas B. Poulsen (Ørvur), 274+271 = 545. Gull í U18 og innleiðandi hjá monnum compound.


Menn compound, 18 metur

Innleiðandi:

Jóannes Poulsen (Ørvur), 292+295 = 587.

Jógvan Niclasen (Tambar), 284+284 = 568.

Bogi Andreasen (Vágaskot), 284+282 = 566.

Jónas B. Poulsen (Ørvur), 274+271 = 545.

Magnus Andreassen (Ørvur), 269+273 = 542.

Fjórðingsfinala:

Magnus – Jónas, 139 – 135.

Hálvfinalur:

Jóannes – Magnus, 145 – 138.

Bogi – Jógvan, 143 – 141.

Bronsufinala:

Jógvan – Magnus, 140 – 9.

Finala:

Jóannes – Bogi, 148 – 145.

Aftur