Frá finaluskjótingini hjá teimum vaksnu sunnudagin

Arthur og Maia vunnu FM uttan mótstøðu

  • 03.mar.2025
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Tríggir berbogaskjúttar høvdu teknað seg til FM hjá U12, sum var í Havn leygardagin, men tá av tornaði, møttu bara ein drongur og ein genta upp. Í vanligu kappingini hjá hinum aldursbólkunum var undirtøkan heldur frægari, og hjá teimum vaksnu sunnudagin var hon góð

Berbogaskjúttarnir Maia Petersen úr Ørvi og teir báðir Arthur V. Olsen, Tambar, og John Brynjer á Skúr, Tambar, høvdu sum tey einastu teknað seg til FM hjá U12 í Havn leygardagin. John Brynjer noyddist tó at geva avboð, og tískil gjørdust Maia og Arthur FM-vinnarar 2025 uttan mótstøðu.

FM U12, gentur berbogi, 8 metur. Maia Petersen úr Ørvi er FM-vinnari 2025.

FM U12, dreingir berbogi, 8 metur. Arthur V. Olsen (Tambar) er FM-vinnari 2025.


FM-kappingarnar hjá U16 og U18 verða í Miðvági ávikavist 15. og 16. mars, og teir báðir aldursbólkarnir høvdu tí vanliga kapping í Havn leygardagin. Her var kapping um heiðursmerkini í compound hjá U16-dreingjunum og hjá bæði U16-gentunum og U16-dreingjunum í recurve.

Hjá gentunum var talan um tveir nýggjar skjúttar, Leu Naomi H. Niclasen og Onnu Daisi Havmand, báðar úr Tambum. Lea Naomi var greitt omaná í innleiðandi kappingini og vann eisini finaluna 6 – 0.

U16, gentur recurve, 12 metur. Anna Daisi Havmand (Tambar), silvur, Lea Naomi H. Niclasen (Tambar), gull


Hjá dreingjunum vóru Brandur T. Hansen, Tambar, og Jón Sjúrður Jóhansson, Vágaskot, enn einaferð í hólmgongu. Í seinastuni hevur Brandur havt munin, og so var eisini leygardagin. Hann vann innleiðandi kappingina og síðan finaluna 6 – 2.

U16, dreingir recurve, 12 metur. Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), silvur, Brandur T. Hansen (Tambar), gull


Narvi og Marta settu met

Hjá compound-dreingjunum kappaðust Narvi E. B. Jensen og Høgni Johannesen, báðir úr Ørvi. Eisini her var greiður munur, Narvi vann innleiðandi kappingina við 562 stigum, sum eisini var persónligt met hjá honum við 60 pílum. Síðan vann hann eisini finaluna 136 – 104.

U16, dreingir compound, 12 metur. Narvi E. B. Jensen (Ørvur), gull, Høgni Johannesen (Ørvur), silvur

Narvi og Høgni hugsavna seg. Í innleiðandi kappingini setti Narvi persónligt met við 562 stigum

Marta B. Poulsen úr Ørvi var einsamøll við compound-boganum hjá U16 gentum, men hóast hon vann sítt gullheiðursmerki uttan mótstøðu, var hon so beinrakin, at hon eisini setti persónligt met við 497 stigum í sínum innleiðandi og endaliga umfari.


U16, gentur compound, 12 metur. Marta B. Poulsen (Ørvur), gull
Við 497 stigum í innleiðandi kappingini setti Marta eisini persónligt met


Lilja Strøm Winther, berbogaskjútti úr Team SuðurSkot, luttók leygardagin í síni fyrstu innandurakapping í vetur, men hon var einsamøll við berboga í sínum aldursbólki, U18, og vann tískil gullheiðursmerki uttan mótstøðu.


U18, gentur berbogi, 18 metur. Lilja Strøm Winther (Team SuðurSkot), gull


Eisini compound-skjúttin Jónas B. Poulsen úr Ørvi var teknaður til kapping í U18 sum hin einasti compoundskjúttin í bólkinum. Hann hevði tí tryggjað sær gullheiðursmerkið uttan kapping, men hann skeyt tó ikki fyrr enn sunnudagin, tí hann hevði eisini teknað seg til kappingina hjá teimum vaksnu. Innleiðandi umførini hjá honum tá taldu tí eisini við sum innleiðandi og endaligt í U18.

U18, dreingir compound, 18 metur. Jónas B. Poulsen (Ørvur), gull. Jónas kappaðist eisini saman við teimum vaksnu compoundskjúttunum og skeyt tí sunnudagin


Spennandi senior-dystir

Í kappingini hjá teimum vaksnu sunnudagin vóru fleiri spennandi dystir.

Jagoda Wardak er ættað úr Póllandi og taldist millum úrvalsskjúttarnar við recurve-boga har. Hon flutti til Føroya fyri stívliga einum ári síðan, fór at skjóta við Tambum, og sum eitt tað fyrsta vann hon FM innandura í recurve hjá kvinnunum í fjør. Tað er heldur onki at taka seg aftur í, at hon hevur verið í einum flokki fyri seg hjá recurve-kvinnunum í heimligu kappingini.

Men Tóra Dinna Reynskor úr Vágaskoti, sum hevur verið naskasti kappingarneytin hjá Jagodu, vísti sunnudagin, at hon á sínum góðu døgum saktans kann bjóða teimum bestu av. Hon skeyt sína higartil bestu finalu ímóti Jagodu, og undan seinasta umfarinum stóð á jøvnum 4 – 4. Seinasta umfarið vann Jagoda tó, og við tí vann hon eisini finaluna samanlagt 6 – 4.

Kvinnuligu recurveskjúttarnir hava oftast verið tann fjølmentasti bólkurin í Grand Prix-kappingunum í vetur, men sunnudagin vóru tær tó bara tríggjar. Jagoda vann innleiðandi umfarið og slapp tískil beinleiðis í finaluna, meðan Tóra Dinna og mamma hennara Pernille Krogh blivu ávikavist nummar tvey og trý í innleiðandi kappingini og skuldu skjóta hálvfinalu. Hesa vann Tóra Dinna 6 – 0.

Recurve kvinnur, 18 metur. Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), silvur, Jagoda Wardak (Tambar), gull, og Pernille Krogh (Vágaskot), bronsu


Absalon vann spurtin

Hjá monnunum høvdu bara tveir skjúttar teknað seg til recurve-kappingina hesa ferð, Absalon Hansen og Tummas P. Hansen, báðir úr Tambum. Báðir lótu teir illa at skjótingini, serliga í innleiðandi kappingini, men tað forðaði ikki fyri einari sera spennandi finalu.

Absalon misti ikki færri enn fýra pílar í innleiðandi kappingini, sum Tummas vann rættiliga sannførandi. Tummas helt eisini fast í yvirvágini ein fittan part av finaluni. Hann tapti gaman í fyrsta umfarið tepurt, men tvey tey næstu, so at hann var framman fyri 4 – 2 eftir trý umfør. Men tá tók Absalon sær um reiggj og vann bæði fjórða og fimta umfar og harvið eisini finaluna samanlagt 6 – 4.

Recurve menn, 18 metur. Absalon Hansen (Tambar), gull, og Tummas P. Hansen (Tambar), silvur


Rakul kom afturíaftur

Hjá compound-kvinnunum kappaðust Anja Eydnudóttir, Vágaskot, Helena við Misá, Ørvur, og Rakul Dam, Tambar. Anja var greitt tann besta, eins og hon hevur verið tað í teimum kappingunum, hon hevur luttikið í í vetur, og eftir innleiðandi kappingini at døma, var Helena eins greitt nummar tvey. Men Rakul hevði aðrar ætlanir hesum viðvíkjandi og vann, tá av tornaði, hálvfinaluna móti Helenu 127 – 110. Rakul gjørdi tó onki við Anju í finaluni – hesa vann Anja 139 – 115.

Compound kvinnur, 18 metur. Rakul Dam (Tambar), silvur, Anja Eydnudóttir (Vágaskot), gull, og Helena við Misá (Ørvur), bronsu


Sámuel loypti hvøkk á

Compound-menninir mannaðu fjølmentasta bólkin í kappingini í Havn. Teir vóru ikki færri enn seks í tali. Jóannes Poulsen, Ørvur, vann innleiðandi kappingina framman fyri Nikkel Petersen, Ørvur Sámuel Petersen, Ørvur, Nikkel Petersen, Ørvur, Jógvan Niclasen, Tambar, Magnus Andreassen, Ørvur, og Jónas B. Poulsen, Ørvur.

Tvær fjórðingsfinalur vóru, har Jógvan vann 140 – 137 á Magnusi, og Nikkel vann 145 – 137 á Jónasi. Jóannes vann síðan sína hálvfinalu ímóti Jógvani, og Sámuel, sum skeyt sína fyrstu innandurakapping í vetur, vann sína hálvfinalu ímóti Nikkel. Vantandi kappingarroyndirnar í vetur tyktust ikki vera nøkur forðing hjá Sámuel, tí eisini í finaluni var hann beinrakin og loypti veruliga hvøkk á Jóannes. Ikki fyrr enn í tveimum teimum seinastu umførunum drgnaði eitt sindur, so at Jóannes vann finaluna 148 – 144.

Bronsufinaluna millum Nikkel og Jógvan vann Nikkel 143 – 138.

Compound menn, 18 metur. Sámuel T. Petersen (Ørvur), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Nikkel Petersen (Ørvur), bronsu


Úrslit børn og ung leygardagin 1. mars

FM U12, gentur berbogi, 8 metur

Innleiðandi og endaligt:

Maia Petersen (Ørvur), 101 + 87 = 188.

FM U12, dreingir berbogi, 8 metur

Innleiðandi og endaligt:

Arthur Olsen (Tambar), 236+224 = 460.

Gentur recurve U16, 12 metur

Innleiðandi:

Lea Naomi H. Niclasen (Tambar), 89+122 = 211.

Anna Daisi Havmand (Tambar), 29+67 = 96.

Finala:

Lea Naomi – Anna Daisi, 6 – 0.

Dreingir recurve U16, 12 metur

Innleiðandi:

Brandur T. Hansen (Tambar), 231+228 = 459.

Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 204+210 = 414.

Finala:

Brandur – Jón Sjúrður, 6 – 2.

Gentur compound U16, 12 metur

Innleiðandi og endaligt:

Marta B. Poulsen (Ørvur), 247+250 = 497 (persónligt met).

Dreingir compound U16, 12 metur

Innleiðandi:

Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 276+286 = 562.

Høgni Johannesen (Ørvur), 194+181 = 375.

Finala:

Narvi – Høgni, 136 – 104.

Gentur berbogi U18, 18 metur

Lilja Strøm Winther (Team SuðurSkot), 211+160 = 371.

Dreingir Compound U18, 18 metur

Innleiðandi og endaligt:

Jónas B. Poulsen (Ørvur), 260+268 = 528. (skotið sunnudagin)

Vaksin sunnudagin 12. januar

Kvinnur recurve

Innleiðandi:

Jagoda Wardak (Tambar), 252+253 = 505.

Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 224+224 = 448.

Pernille Krogh (Vágaskot), 226+205 = 431.

Hálvfinala:

Tóra Dinna – Pernille, 6 – 0.

Finala:

Jagoda – Tóra Dinna, 6 – 4.

Menn recurve

Innleiðandi:

Absalon Hansen (Tambar), 249+229 = 478.

Tummas P. Hansen (Tambar), 252+252 = 504.

Finala:

Absalon – Tummas, 6 – 4.

Kvinnur compound

Innleiðandi:

Anja Eydnudóttir (Vágaskot), 281+276 = 557.

Helena við Misá (Ørvur), 244+258 = 502.

Rakul Dam (Tambar), 210+236 = 446.

Hálvfinala:

Rakul – Helena, 127 – 110.

Finala:

Anja – Rakul, 139 – 115.

Menn compound

Innleiðandi:

Jóannes Poulsen (Ørvur), 291+292 = 583.

Sámuel T. Petersen (Ørvur), 292+283 = 575.

Nikkel Petersen (Ørvur), 287+283 = 570.

Jógvan Niclasen (Tambar), 282+282 = 564.

Magnus Andreassen (Ørvur), 274+277 = 551.

Jónas B. Poulsen (Ørvur), 260+268 = 528 (gull í U18).

Fjórðingsfinalur:

Jógvan – Magnus, 140 – 137.

Nikkel – Jónas, 145 – 137.

Hálvfinalur:

Jóannes – Jógvan, 144 – 141.

Sámuel – Nikkel, 145 – 140.

Bronsufinala:

Nikkel – Jógvan, 143 – 138.

Finala:

Jóannes – Sámuel, 148 – 144.

Aftur