Myndin er frá U12-kapping í Havn 11. januar. Her eru tað Herta S. Heradóttir úr Vágaskoti og Maia Petersen úr Ørvi, ið dystast

Fyrsta FM-kappingin næsta vikuskifti

  • 23.feb.2025
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Innandura bogaskjótikapping verður í Havn næsta vikuskifti. Leygardagin 1. mars kappast U12 um FM-heitið, meðan vanlig kapping er hjá U16 og U18. Sunnudagin er eisini vanlig Grand Prix-kapping hjá teimum vaksnu

Fyrsta FM-kappingin í innandura bogaskjóting í vetur er á skránni næsta vikuskifti, tá kappast verður í hølunum hjá Tambum í Havn. Tað eru U12-skjúttarnir, sum skulu kappast um FM-heitið leygardagin 1. mars. Sama dag kappast U16 og U18 sum vanligt, og sunnudagin 2. mars er Grand Prix-kapping hjá teimum vaksnu.

Báðar dagarnar byrjar kappingin klokkan 14 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn. Fyrivarni verður tó tikið fyri broytingum í skránni, um stór tilmelding ger tað neyðugt.

Leinki at tekna seg er HER

Av tí at FM-kapping er á skránni, er freistin at tekna seg hesa ferð longd til mikukvøld – tað er mikukvøldið 26. februar klokkan 22.

Aftur