
Kapping í Suðuroy næsta leygardag
- 03.mar.2025
- Lagt út hevur: Nevndin
Kappingin í Suðuroy verður í Royn-høllini í Hvalba, og bæði børn og vaksin kappast leygardagin. Byrjað verður klokkan 10
Leygardagin verður kappast í Suðuroy, í Royn-høllini í Hvalba. Talan er um bæði barna- og ungdómskapping og Grand Prix-kapping hjá teimum vaksnu.
Smyril verður á Krambatanga klokkan 9, og ætlanin er at byrja upphitingina klokkan 9.30, ella so skjótt, sum til ber eftir tað, so at kappingin kann byrja umleið klokkan 10.
Leinki at tekna seg er HER.
Skotbráið er stutt, og tí er seinasta freist at tekna seg hesa ferð mikudagin 5. mars klokkan 13.