
Stórtíðindi: Annika koppaði Jagodu
- 09.mar.2025
- Lagt út hevur: Nevndin
Sjálvt um hon var á heimavølli, mundi tað vera óvæntað hjá teimum flestu, tá Annika Næs Johannesen vann hálvfinaluna í recurve hjá kvinnum móti Tóru Dinnu Reynskor í bogaskjótikappingini í Royn-høllini í Hvalba leygardagin, og sensasjónin var fullkomin, tá Annika í finaluni eisini basti Jagodu Wardak. Aðrir spennandi dystir vóru eisini í kappingini í Hvalba, sum var tann næstseinasta innandurakappingin í vetur
Fyrstu ferð Annika Næs Johannesen úr bogaskjótifelagnum Team SuðurSkot í Suðuroy royndi seg við recurveboganum í kappingarhøpi, var í Grand Prix-kappingini í Miðvági 1. Desember í fjør. Tá vakti hon ans við at vinna bronsu beinanvegin í síni fyrstu recurvekapping og silvur longu eina viku seinni. Men í gjár var talan um onki minni enn eina sensasjón, tá hon koppaði fyrst Tóru Dinnu Reynskor, Vágaskot, í hálvfinaluni og síðan Jagodu Wardak, Tambar, í finaluni í seinastu Grand Prix-kappingini vetur, sum var skotin í Royn-høllini í Hvalba í dag.
Finalan var ein sannur gysari. Annika legði seg á odda 4 - 0, men Jagoda javnaði til 4 - 4, áðrenn tað eydnaðist Anniku at vinna tað seinasta umfarið og harvið gullið.
Jagoda, ið er ættað úr Póllandi, hevur verið nógv tann besti recurveskjúttin hjá kvinnunum, síðan hon seinasta vetur fór at skjóta í Tambum. Og Tóra Dinna hevur í sama tíðarskeiði verið eins greitt nummar tvey.
Við úrslitinum hjá recurvekvinnunum í gjár skuldu góð útlit verið fyri einari spennandi FM-kapping í Miðvági næsta sunnudag.


Shoot off-finala
Sum altíð í Suðuroy var berbogin væl umboðaður í gjár. Hjá teimum vaksnu var tað tó bara hjá monnunum, at kappast bleiv við berboga, men aftur fyri bleiv talan um eina sera spennandi finalu, sum mátti avgerast við shoot off.
Ísakur Hammer Henriksen, Team Suður Skot, vann innleiðandi kappingina og við tí beinleiðis pláss í finaluni, meðan Thomas Christensen og Haakon Joensen skutu hálvfinalu um hitt finaluplássið.
Thomas vann hálvfinaluna 6 – 2. Ísakur legði bragdliga fyri í finaluni og vann tey bæði fyrstu umførini uttan trupulleikar. Men so tók Ísakur betri partar fyri, fekk javnleik í triða umfarinum og vann tey tvey seinastu. Tískil stóð á jøvnum 5 – 5. Í shoot off-kappingini var Ísakur tann beinraknari og rakti 4’aran, meðan Thomas rakti 2’aran.

Tummas einsamallur
Hjá recurvemonnunum var hinvegin ongin spenningur, tí Tummas P. Hansen, Tambar, var einsamallur í bólkinum gjár. Hann skuldi havt fingið kapping frá Hans Peturi Højgaard úr Ørvi, men Hans Petur mátti tíverri geva avboð.

Anja vann aftur
Hjá compoundkvinnunum er gongdin, at Anja Eydnudóttir úr Vágaskoti vinnur, tá hon luttekur, meðan Helena við Misá og Rakul Dam skiftast nøkulunda um annaðplássið – og um fyrstaplássið, tá Anja ikki luttekur. Soleiðis var eisini leygardagin, Eydna vann gullheiðursmerkið uttan stórvegis hóvasták, men hesa ferð streyk Helena avstað við silvrinum.

Jógvan í finaluni
Hjá compoundmonnunum vísti Jóannes Poulsen enn einaferð stabilitet í skjótingini og vann gullið uttan stórvegis trupulleikar. Tað var nakað síðan, at Jógvan Niclasen seinast hevði verið í finaluni, men hann hevði ein hampuliga góðan dag, og endaði eisini við at skula í hólmgongu ímóti Jóannesi í finaluni. Jóannes vann, men Jógvan vann sítt fyrsta silvurheiðursmerki í nokkso langa tíð.

Nógvir ungir solistar
Í barna- og ungdómskappingunum vóru nógvir solistar hesa ferð. Bara hjá U12 dreingjum við berboga og U16 gentum við recurveboga var verulig kapping um heiðursmerkini.
Hjá U12-dreingjunum dystaðust teir báðir Arthur V. Olsen, Tambar, og John Brynjer á Skúrð, Tambar, enn einaferð í finaluni, og eisini hesa ferð var Arthur tann betri og vann gullið. Bronsuvinnarin Pætur T. Hansen, Tambar, kappaðist fyri fyrstu ferð, og sæð í tí ljósinum kláraði hann seg væl. Hann hevur tað heldur ikki frá ókendum, tí bæði beiggin Brandur og pápin Tummas vóru við í øðrum kappingum í dag, ávikavist hjá U16 dreingjum recurve og hjá recurvemonnunum.



Hjá recurvegentunum í U16 dystaðust tær tríggjar Lea Naomi H. Niclasen, Serafia Ró E. Ragnarsdóttir og Anna Daisi Havmand, allar úr Tambum, og tær býttu heiðursmerkini í somu raðfylgju.


Barna- og ungdómsskjúttarnir, sum vóru einsamallir í sínum bólkum í kappingini í Hvalba, vóru Jónas B. Poulsen, Ørvur, í U18 dreingir compound, Lilja Strøm Winther, Team SuðurSkot, í U18 gentur berbogi, Marta B. Poulsen, Ørvur, í U16 gentur compound, Narvi E. B. Jensen, í U16 dreingir compound.

Marta setti aftur met
Marta gjørdi tað bragdið, at hon so dyggiliga setti nýtt persónligt met, tó at “gamla” metið hjá henni bara var eina viku gamalt. Tað metið, sum hon setti í Havn 1. mars, var uppá 497 stig við 60 pílum. Men í Royn-høllini fekk hon 532 stig við 60 pílum.
U16, gentur compound. Marta B. Poulsen (Ørvur) gull. Marta setti eisini so dyggiliga sítt egna met frá seinasta vikuskifti - tá fekk hon 497 stig við 60 pílum, men nýggja metið hjá henni er 532 stig

Eitt annað sermerkt við dagsins kapping var, at ein familja var umboðað við ikki færri enn trimum ættarliðum: Rakul Dam, sonur hennara Jógvan Niclasen og ommudóttirin Lea Naomi H. Niclasen (bróðurdóttir Jógvan).
Og so var hetta eisini fyrsta bogaskjótikapping nakrantíð í 52 ára gomlu Royn-høllini.
Úrslitini í Hvalba
Dreingir berbogi U12, 8 metur
Innleiðandi:
Arthur V. Olsen (Tambar), 248+235 = 483.
John Brynjer á Skúr (Tambar), 202+198 = 400.
Pætur T. Hansen (Tambar), 165+134 = 299.
Hálvfinala:
John Brynjer – Pætur, 6 – 0.
Finala:
Arthur – John Brynjer, 6 – 0.
Gentur recurve U16, 12 metur
Innleiðandi:
Lea Naomi H. Niclasen (Tambar), 155+225 = 380.
Anna Daisi Havmand (Tambar), 81+66 = 147.
Serafia Ró E. Ragnarsdóttir (Tambar), 62+85 = 147
Hálvfinala:
Serafia – Anna Daisi, 6 – 0.
Finala:
Lea Naomi – Serafia, 6 – 0.
Dreingir recurve U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Brandur T. Hansen (Tambar), 245+238 = 483.
Gentur compound U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Marta B. Poulsen (Ørvur), 267+265 = 532 (persónligt met).
Dreingir compound U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 278+273 = 551.
Gentur berbogi U18, 18 metur
Lilja Strøm Winther (Team SuðurSkot), ?+? = ??.
Dreingir Compound U18, 18 metur
Innleiðandi og endaligt:
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 264+264 = 528. (skotið sunnudagin)
Menn berbogi
Innleiðandi:
Ísakur H. Henriksen (Team SuðurSkot), 159+155 = 314
Thomas Christensen (Team SuðurSkot), 139+130 = 269.
Haakon Joensen (Team SuðurSkot), 53+100 = 153.
Hálvfinala:
Thomas – Haakon, 6 – 2.
Finala:
Ísakur – Thomas, 5 – 5, shoot-off, 4 – 2.
Kvinnur recurve
Innleiðandi:
Jagoda Wardak (Tambar), 277+256 = 533.
Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 248+245 = 493.
Annika Næs Johannesen (Team SuðurSkot), 224+228 = 452.
Hálvfinala:
Annika – Tóra Dinna, 6 – 4.
Finala:
Annika – Jagoda, 6 – 4.
Menn recurve
Innleiðandi og endaligt:
Tummas P. Hansen (Tambar), 263+255 = 518.
Kvinnur compound
Innleiðandi:
Anja Eydnudóttir (Vágaskot), 280+283 = 563.
Helena við Misá (Ørvur), 258+257 = 515.
Rakul Dam (Tambar), 193+205 = 398.
Hálvfinala:
Helena – Rakul, 129 – 107.
Finala:
Anja – Helena, 136 – 126.
Menn compound
Innleiðandi:
Jóannes Poulsen (Ørvur), 292+295 = 587.
Jógvan Niclasen (Tambar), 287+284 = 571.
Sámuel T. Petersen (Ørvur), 285+2843 = 569.
Kaj Viderø Olsden (Tambar), 285+277 = 562.
Magnus Andreassen (Ørvur), 274+281 = 555.
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 264+264 = 528 (gull í U18).
Fjórðingsfinalur:
Kaj – Magnus, 139 – 127.
Sámuel – Jónas, 141 – 134.
Hálvfinalur:
Jóannes – Kaj, 143 – 140.
Jógvan – Sámuel, 142– 139.
Bronsufinala:
Sámuel – Kaj, 147 – 141.
Finala:
Jóannes – Jógvan, 145 – 141.