Martin Damsbo og Jóannes Poulsen á venjingarleguni í Danmark á sumri 2023.

Venjing við landsliðsvenjarunum

  • 12.apr.2025
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Landsliðsvenjararnir Martin og Erika Damsbo hava venjing fyri vaksnu kappingar-skjúttunum skírishósdag – leygardag í páskavikuni. Neyðugt er við tilmelding

Í páskavikuni koma tey bæði Martin og Erika Damsbo til Føroya at  vaksnu føroysku kappingarskjúttarnar.

​Tíðarætlanin hjá teimum er rættiliga trong, tey koma fyrrapartin skírishósdag og fara avstað aftur miðskeiðis seinnapartin leygardagin. Venjingin verður tískil nakað tíðar-intensiv, og fyri betur at kunna fyrireika seg, ynskir venjaraparið at vita, hvør kemur til venjingina.  

Vaksnir kappingar-skjúttar, ið ynskja at taka lut í venjingini saman við landsliðsvenjarunum, skulu tekna seg HER.

Freistin at tekna seg er mánadagin 14. apríl klokkan 12.

Venjingarskráin er henda:

Skírishósdag, klokkan 11 – 17.

Langafríggjadag, klokkan 9 – 17.

Leygardag, klokkan 9 – 13.30.

 Erika Damsbo, landsliðsvenjari
Martin Damsbo, landsliðsvenjari
Aftur