Tættir FM-dystir

  • 28.aug.2023
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Spenningur var um tey flestu úrslitini í FM uttandura, sum var á skjótibreytini í Hoydølum leygardagin. Luttøkan var tó í lakara lagi

Í góðveðrinum leygardagin skipaði Bogaskjótisambandið fyri FM í uttandura bogaskjóting. Av tí at so fá høvdu teknað seg til kappingina í ár, bar til at hava hana á skjótibreytini í Hoydølum.

Upprunaliga høvdu tíggju skjúttar teknað seg til FM uttandura 2023, men tveir góvu avboð, og ein møtti ikki upp. So tá avtornaði stillaðu sjey skjúttar upp til kappingina – ein maður í recurve og fýra menn og tvær kvinnur í compound. Ongin teknaði seg at kappast í barebow.

Hans Petur Højgaard, sum vann FM-silvurið í recurve í fjør, vann sjálvsagt gullið í ár. Hans Petur vann eisini gull á Oyggjaleikunum á Guernsey fyrr í summar og hevur samanumtikið skotið sera væl í ár, so FM-gullið er avgjørt væl uppiborið, hóast hann onga kapping fekk um tað í ár.

Compoundskjúttarnir spenna bogan

Spenningur í compound

Í compound stóð heldur frægari til við luttakarum, og har var spenningur frá byrjan til enda.

Hjá kvinnunum brustu tær báðar Rakul Dam og Helena við Misá aftur saman, men hesa ferð fór Helena avstað við gullinum, sum Rakul vann í fjør. Rakul vann annars innleiðandi umfarið, so spenningurin um finalu-úrslitið var stórur.

Eisini hjá monnunum galt tað um at hava ís í búkinum og standa stúttur.

Í innleiðandi umfarinum var ongin ivi um fyrsta og fjórða plássið, sum fóru til ávikavist Jóannes Poulsen og Albert Dam, men Nikkel Petersen og Jógvan Niclasen endaðu ájavnt í stigum í miðjuni. Nikkel hevði tó seks pílar fleiri í innasta ringinum enn Jógvan. Við bara fýra skjúttum gjørdi tað tó ongan mun, tí sama hvat innanhýsis uppgerðin millum teir báðar vísti, so skuldu teir kappast í hálvfinaluni.

Har bleiv tað ikki minni spennandi ímilum Nikkel og Jógvan, tí eisini í hálvfinaluni stóð á jøvnum, so har skuldi ein shoot-off pílur til. Tá lá Nikkel omaná og vann seg tískil í finaluna.

Hina hálvfinaluna, sum var ímillum Jóannes og Albert, vann Jóannes.

Jóannes og Nikkel skuldu sostatt dystast um gullið, eins og teir gjørdu í fjør, og Jóannes helt kósina og varðveitti sítt FM-heiti og Nikkel silvurheiðursmerkið. Tó so tykist Nikkel nærkast honum, tí í fjør var finaluúrslitið 144 – 138, men í Hoydølum leygardagin var tað 144 – 140.

Óheppin føðingardagur

Jógvan Niclasen hevði føðingardag leygardagin og man hava skikkað sær væl, tí veðrið var av tí fagrasta. Men hepni fekk hann ikki í føðingardagsgávu í ár. Bæði í innleiðandi umfarinum og í hálvfinaluni skuldu ávikavist innaru 10’arnir og shoot-off í brúk fyri at avgera hansara úrslit, og tí mátti hann roknast at vera favorittur at vinna bronsuna.

Men her gjørdi Albert Dam bart og vann.

Marginalarnir vóru ikki til vildar hjá Jógvani Niclasen í FM-kappingini í ár


Flott come-back

FM uttandura 2023 var fyrsta uttandura kappingin hjá Alberti Dam síðan Oyggjaleikirnar á Gotlandi í 2017. Tá vann hann fleiri gull-heiðursmerki, men eftir seks ára steðg í uttandura kappingum var hann bæði bilsin og sera fegin um bronsu-heiðursmerkið leygardagin.

Kappast varð í recurve í 70 metra frástøðu og í 50 metra frástøðu. Kappingin var skipað sum 720’umfar, har skotnir vórðu tvær ferðir 36 pílar.

Úrslitini í FM uttandura 2023 vóru hesi:

Recurve menn:

Hans Petur Højgaard (Ørvur), 299+289 = 588

Hans Petur Højgaard, FM-vinnari í recurve uttandura 2023

Compound menn:

Innleiðandi:

1.     Jóannes Poulsen (Ørvur), 342+333 = 675

2.     Nikkel Petersen (Ørvur), 325+334 = 659 (11X)

3.     Jógvan Niclasen (Tambar), 330+329 = 659 (5X)

4.     Albert Dam (Ørvur), 316+318 = 634

Hálvfinalur:

Jóannes Poulsen – Albert Dam, 141 – 136
Nikkel Petersen – Jógvan Niclasen, 140 – 140, shoot-off: 9 – 8

Bronsudystur:

Jógvan Niclasen – Albert Dam, 133 – 138

FM-finalan:

Jóannes Poulsen – Nikkel Petersen, 144 – 140

Jóannes Poulsen í miðjuni vann FM-gullið í compound uttandura 2023. Vinstrumegin stendur silvurvinnarin Nikkel Petersen og høgrumegin bronsuvinnarin Albert Dam

Compound kvinnur:

1.     Rakul Dam (Tambar), 264+246 = 510

2.     Helena við Misá (Ørvur), 247+248 = 495

FM-finalan:

Rakul Dam – Helena við Misá: 95 - 98

Helena við Misá høgrumegin vann gullið í compound hjá kvinnum í ár, og Rakul Dam vinstrumegin vann silvur​

Aftur