Størsti spenningurin hjá compound-dreingjunum

Nevndin 

Annað finaluplássið hjá compound-dreingjunum mátti avgerast við shoot-off leygardagin, og tann aftasti í innleiðandi umfarinum fór avstað við gullinum. Dysturin hjá recurve-kvinnunum sunnudagin var eisini tættur

Formurin var góður hjá teimum flestu, so bogaskjótikappingin í kjallaranum hjá reiðarínum Navigare í Søldarfirði um vikuskiftið var bæði góð og undirhaldandi. Skotið varð úr 12 metrum leygardagin og úr 18 metrum sunnudagin.

Fýra dreingir høvdu teknað seg at kappast við compound-boga leygardagin, og tann kappingin bleiv ein sannur gysari frá byrjan til enda. Oftast gevur innleiðandi kappingin eina hampuliga góða ábending um, hvussu leikur síðan fer, men hjá compound-dreingjunum bleiv alt at kalla endavent í so máta.

Jónas Poulsen var aftastur í innleiðandi kappingini og skuldi tískil spæla semifinalu ímóti Dávidi Højgaard, sum bleiv nummar eitt í innleiðandi kappingini. Her eydnaðist tað tó Jónasi at vinna ein tepran sigur á Dávidi og tískil tryggja sær pláss í finaluni.

Hin semifinalan stóð ímillum Christian Højgaard og Narva Elias Bøg Jensen, sum gjørdust ávikavist nummar tvey og trý í innleiðandi kappingini. Henda semifinalan endaði púra jøvn 130 – 130, og so mátti vinnarin finnast við shoot-off. Báðir raktu 9-ringin, men Narvi var nærri miðjuni og vann tískil semifinaluna.

Í finaluni gjørdi Jónas ikki mætari enn at taka seinasta stigið frá niðast til ovast við at vinna á Narva og streyk tískil avstað við gullheiðursmerkinum. Narvi vann silvur, og Dávid vann bronsudystin ímóti Christiani.

Compound dreingir, 12 metur. Úr vinstru er tað Narvi Elias Bøg Jensen (Ørvur), silvur, Jónas Poulsen (Ørvur), gull, og Dávid Højgaard (Ørvur), bronsu

Tær báðar Sólvá Reynskor og Natalia Mary á Høgabóli, báðar úr Vágaskoti, vóru aftur einsamallar í barebow-kappingini úr 12 metrum. Sólvá vann bæði innleiðandi og finaluna, men hon fekk harða mótstøðu frá Nataliu í finaluni samanborið við kappingina í Miðvági fyri stívliga tveimum vikum síðan – hesa ferð vann Sólvá 6 - 4, og í Miðvági vann hon 6 - 0.

Barebow gentur, 12 metur. Úr vinstru er tað gullvinnarin Sólvá Reynskor (Vágaskot) og Natalia Mary á Høgabóli (Vágaskot), silvur

Eisini recurve-kappingin hjá dreingjunum var ein endurtøka av kappingini í Miðvági, bæði í luttølu og úrsliti. Brandur Tummasson Hansen, Tambar, og Jaspur Ørvarodd Hentze, Vágaskot, kappaðust einsamallir, og aftur vann Brandur innleiðandi kappingina sannførandi, men fekk hart mótspæl í finaluni, sum hann vann 6 - 4.

Recurve dreingir, 12 metur. Úr vinstru er tað Jaspur Hentze Ørvarodd (Vágaskot), silvur, og Brandur Tummasson Hansen (Tambar), gull

18 metur sunnudagin

Sunnudagin áttu tey vaksnu tørn úr 18 metrum, og eisini her var bæði undirhald og spenningur.

Blaðunga Lea Karina Heradóttir Haraldsen, Vágaskot, hevur bara havt seg sjálva at kappast ímóti við recurve-boganum úr 12 metrum higartil í vetrarhálvuni, men í Søldarfirði stillaði hon fyri fyrstu ferð upp í kappingini úr 18 metrum. Hon kappaðist ímóti Tóru Dinnu Reynskor og Pernille Krogh, báðar Vágaskot, og hóast hon bleiv nummar trý, so prógvaði Lea Karina, at hon saktans kann gera seg galdandi í kappingini hjá teimum vaksnu.

Lea Karina bleiv nummar trý í innleiðandi, men í semifinaluni ímóti nummar tvey, Tóru Dinnu, lá stak væl fyri at raka, og talan bleiv tí um ein javnan dyst, sum Tóra Dinna tó vann 6 - 4. Finalan ímillum Tóru Dinnu og Pernille Krogh, sum hevði vunnið innleiðandi kappingina, bleiv eins spennandi. Tær skiftust um at vinna, men endin var ein 6 - 4-sigur til Tóru Dinnu, sum hevur vunnið allar sínar kappingar higartil í vetur.

Recurve kvinnur, 18 metur. Úr vinstru er tað Pernille Krogh (Vágaskot), silvur, Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), gull, og Lea Karina Heradóttir Haraldsen (Vágaskot), bronsu

Í recurve-kappingini hjá monnunum vóru teir eisini tríggir luttakarar: Hans Petur Højgaard og Per S. Hansen, báðir úr Ørvi, og Bárður Magnusson úr Vágaskoti. Her hendi onki óvæntað, Hans Petur vann innleiðandi kappingina, Bárður bleiv nummar tvey og Per nummar trý. Semifinaluna vann Bárður sannførandi 6-0, men mátti lúta ímóti Hans Peturi í finaluni. Hans Petur vann finaluna 6 - 2.

Recurve menn, 18 metur. Úr vinstru er tað Bárður Magnusson (Vágaskot), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Per S. Hansen (Ørvur), bronsu

Rakul Dam, Tambar, og Helena við Misá, Ørvur, brustu aftur saman í compound-kappingini hjá kvinnum, og hesa ferð var tað Helena, sum fór avstað við sigrinum. Hon vann eisini innleiðandi kappingina og síðan finaluna 127 - 120.

Compound kvinnur, 18 metur. Úr vinstru er tað Rakul Dam (Tambar), silvur, og Helena við Misá (Ørvur), gull

Eisini í compound-kappingini hjá monnunum var úrslitið av innleiðandi kappingini tað sama sum endaúrslitið, men bæði í semifinaluni og síðan í finaluni leikaði rættiliga javnt á.

Sámuel Petersen, Ørvur, og Jógvan Niclasen, Tambar, blivu nummar tvey og trý í innleiðandi kappingini, og semifinalan teirra millum endaði við einum teprum 143 - 141-sigri til Sámuel. Hann gav eisini Jóannesi Poulsen, Ørvur, kapping í finaluni, sum Jóannes tó vann 147 - 144.

Compound menn, 18 metur. Úr vinstru er tað Sámuel Petersen (Ørvur), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Jógvan Niclasen (Tambar), bronsu

Úrslitini í kappingini í Søldarfirði:

Barebow gentur, 12 metur

Innleiðandi:

Sólvá Reynskor (Vágaskot): 100+82 = 182.

Natalia Mary á Høgabóli (Vágaskot): 56+65 = 121.

Finala:

Sólvá – Natalia: 6 – 4.

Recurve dreingir, 12 metur

Innleiðandi:

Brandur Tummasson Hansen (Tambar): 190+206 = 396

Jaspur Hentze Ørvarodd (Vágaskot): 165+146 = 311

Finala:

Brandur – Jaspur: 6 – 4.

Compound dreingir, 12 metur

Innleiðandi:

Dávid Højgaard (Ørvur): 273+264 = 537.

Christian Højgaard (Ørvur): 266+257 = 523.

Narvi Elias Bøg Jensen (Ørvur): 258+252 = 510.

Jónas Poulsen (Ørvur): 247+259 = 506.

Semifinalur:

Dávid – Jónas, 134 – 136.

Narvi – Christian, 130 – 130, shoot-off: Narvi 9+, Christian 9.

Bronsufinala:

Dávid – Christian, 135 – 130.

Finala:

Jónas – Narvi, 138 – 135.

Recurve kvinnur, 18 metur

Innleiðandi:

Pernille Krogh (Vágaskot): 228+208 = 436.

Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot): 200+202 = 402.

Lea Karina Heradóttir Haraldsen (Vágaskot): 188+189 = 377

Semifinala:

Tóra Dinna – Lea Karina, 6 – 4.

Finala:

Pernille – Tóra Dinna, 4 – 6.

Recurve menn, 18 metur

Innleiðandi:

Hans Petur Højgaard (Ørvur): 276+278 = 554.

Bárður Magnusson (Vágaskot):267+254 = 521.

Per S. Hansen (Ørvur): 183+195 = 378.

Semifinala:

Bárður – Per, 6 – 0.

Finala:

Hans Petur – Bárður, 6 – 2.

Compound kvinnur, 18 metur

Innleiðandi:

Helena við Misá (Ørvur): 254+255 = 509.

Rakul Dam (Tambar): 250+246 = 496.

Finala:

Helena – Rakul, 127 – 120.

Compound menn, 18 metur

Jóannes Poulsen (Ørvur): 295+294 = 589.

Sámuel Petersen (Ørvur): 281+281 = 562.

Jógvan Niclasen (Tambar): 276+280 = 556.

Semifinala:

Sámuel – Jógvan, 143 – 141.

Finala:

Jóannes – Sámuel, 147 – 144.

​​

Bogaskjótisamband Føroya
Postsomga 254
110 Tórshavn
V-tal: 454869


















Fróði Heri Poulsen, formaður. tlf: +298 225287