NUM: Einstaklingakappingarnar lidnar

  • 06.jul.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Veðrið hevur verið ein keðiligur viðspælari í NUM 2024 í Odense, men føroysku skjúttarnir hava kortini fingið fleiri góð úrslit. Hannis á Plógv vann gull, og Marianna Reynskor var nær við at vinna bronsu, men tapti í shoot-off

Í Føroyum er oftast orsøk at stúra fyri veðurlíkindunum, sjálvt á hásumri, tá tiltøk skulu haldast uttandura, men tað verður nærum hildið at vera ein sjálvfylgja, at heiður himin og sól er alla aðrastaðni. Soleiðis hevur tó ikki verið í stórum pørtum av Danmark seinastu dagarnar, og í Odense, har NUM 2024 er, hevur verið illveður við toru, tó at onkrar góðar løtur eisini hava verið. So ringt var eina løtu í gjár, at innleiðandi kappingin mátti steðgast í rúma tíð, tí toran gekk so nask.

Veðrið og serliga tey grovu ælini hava verið ein keðiligur viðspælari, og sjálvt um umstøðurnar sjálvandi hava verið tær somu hjá øllum skjúttunum, so slepst ikki undan, at úrslitini verða meira tilvildarlig, tá rennvát klæði og kuldi gera tað torført at hugsavna seg hundrað prosent um at raka rætt á skjótibreytini.

Eisini í dag hevur tað fyri tað mesta oyst niður á Odense Atletk Stadion, har skjótikappingin er.

Regnklæði og regnskjól koma sanniliga til sín rætt undir NUM í Odense. Her eru tað Narvi Jensen, Jógvan Niclasen, Dávid Højgaard og Marianna Reynskor, ið royna at sleppa sær undan enn einum karmi

Heiðursmerki í eygsjón

Føroyar høvdu tryggjað sær eitt gullheiðursmerki longu áðrenn finaluskjótingina í dag. Tað fekk recurve-skjúttin Hannis á Plógv um hálsin, tá hann uttan mótstøðu vann sín bólk, dreingir recurve U21 Open.

Glopraregn og tora forðaðu heldur ikki Mariannu Reynskor at bjóða av og av álvara skapa spenning um heiðursmerkini í bólkinum gentur recurve U21 Open.

Henni nýttist bert fýra umfør at sigra 6 – 2 á norsku Rebekku Bakkemo Bergundhaugen í fjórðingsfinaluni. Hálvfinaluna tapti Marianna 0 – 3 ímóti íslendsku Hallu Sol Thorbjörnsdóttir, sum seinni eisini vann gullheiðursmerkið, umframt at hon vann innleiðandi kappingina í gjár. Hóast hálvfinalutapið hjá Mariannu tykist sannførandi, so vóru tey trý umførini í veruleikanum tøtt: 25 – 26, 23 – 26 og 22 – 25.

Útlit vóru tí fyri einari spennandi bronsufinalu, har Marianna og íslendska Anna Gudrun Yu Thorbergsdóttir vóru í hólmgongu. Spennandi bleiv tað eisini, og tað við lít.

Shoot-off um bronsuna

Marianna vann tvey tey fyrstu umførini sannførandi, men helst kom ekki á hana, tá hon varnaðist, at møguleikin fyri at vinna heiðursmerki nú var eyðsýndur. Hon tapti í hvussu er tey næstu tvey umførini, áðrenn hon vant seg upp aftur og fekk javnleik 23 – 23 í seinasta umfarinum.

Duellin endaði tískil javnt 5 – 5, so bronsuvinnarin mátti finnast við shoot-off. Her rakti Marianna tíverri 7’aran, meðan íslendska mótstøðukvinnan rakti 9’aran og fór avstað við bronsuni.

Marianna iðraði seg sjálvandi um at missa bronsuheiðursmerkið á stokkinum, men samanumtikið hevur tað gingist henni nógv betur í NUM-kappingini, enn hon sjálv frammanundan hevði væntað, so hon hevur alla orsøk at vera errin av sínum fjórðaplássi.

Hannis á Plógv vann gullheiðursmerki í bólkinum recurve dreingir U21 Open, har hann var einsamallur. Í morgin er hann tryggjaður minst eitt heiðursmerki afturat, tí bara trý lið eru við í liðkappingini í recurve U21 Open, har hann er við á einum blandaðum norðurlendskum liði. Marianna Reynskor er á einum øðrum samansettum norðurlendskum liði í bólkinum, so eisini hon kann verða vís í heiðursmerki

Toppaðu í gjár

Bæði Narvi Jensen í bólkinum dreingir compound U16 og Dávid Højgaard í bólkinum dreingir compound U18 kláraðu seg væl í innleiðandi kappingini í gjár. Narvi bleiv nummar 3 í sínum bólki, ájavnur í stigum við nummar 2, men við færri 10’arum, og Dávid bleiv nummar 6 í sínum bólki, har tað var tætt ímillum teir bestu skjúttarnar – Dávid fekk 606 stig og tann fremsti fekk 647 stig.

Í dag vóru teir báðir tó ikki fult so beinraknir sum í gjár.

Triðjaplássið í innleiðandi kappingini tryggjaði Narva beinleiðis pláss í fjórðingsfinaluni, har hann skeyt ímóti norska Håvard Ringen Synnes, sum bleiv nummar 6 í innleiðandi kappingini. Í dag var norðmaðurin tó tann stinnari og vann trý tey fyrstu umførini. Narvi menti seg kortini og var við yvirlutan í teimum báðum seinastu umførunum, men tað rakk ikki nóg langt samanlagt – Håvard Ringen Synnes vann dystin 123 – 118.

Vann 1/8-finaluna uttan dyst

Dávid skuldi skjóta sína 1/8-finalu ímóti skjúttanum, sum bleiv aftastur í innleiðandi kappingini, men hesin møtti ikki upp til dystin, og Dávid slapp tískil í fjórðingsfinaluna uttan dyst.

Í fjórðingsfinaluni skeyt hann ímóti Theo Shoeneburg úr Danmark, sum gaman í bleiv nummar 3 í innleiðandi kappingini, men um Dávid hevði hildið fast í góðu gongdini frá í gjár, so hevði danin eisini fingið skarpan gang í dag. Soleiðis bleiv tó ikki, Dávid fekk eina vánaliga byrjan, og tó at hann eins og Narvi rakti betur í teimum seinastu umførunum, so tapti hann dystin samanlagt 112 – 134.

Sjálvt um teir iðra seg eitt sindur um úrslitini í dag, eru bæði Narvi og Dávid samanumtikið nøgdir við luttøkuna í NUM. Í gjár skutu báðir nevniliga væl betur, enn teir sjálvir høvdu væntað og sett sær mál eftir. Teir eru eisini slopnir at royna seg ímillum teir fremstu ungu, norðurlendsku skjúttarnar og hava víst, at teir saktans kunnu kappast ímóti teimum.

Finaluskjóting kom óvart á

Umleypandi veðrið í Odense hevur havt við sær fleiri broytingar í NUM-skránni, og tað kom púra óvart á Leu Karinu Haraldsen, tá tað blev gjørt av at seta hol á finaluskjótingina hjá recurveskjúttunum tíðliga í gjárkvøldið, stutt eftir at innleiðandi kappingin var liðug.

Hon hevði skotið eina stak góða innleiðandi kapping, har hon bleiv nummar 9 av 18, men har tað var sera stutt ímillum skjúttarnar í ovaru helvtini – Lea Karina fekk 516 stig, og tann fremsti skjúttin fekk 565 stig. Við 516 stigum setti hon eisini persónligt met við 72 pílum á 40 metrum.

Spennandi duell

Lea Karina hevði gingið við karmi stóran part av degnum degnum í gjár, so hon var køld og als ikki í toppformi til finaluhólmgongur longu í gjárkvøldið.

Í 1/8-finaluni skeyt hon ímóti donsku Kamille Dahlenborg, ið bleiv nummar 8 í innleiðandi kappingini – beint framman fyri Leu Karinu.

Tað bleiv ein spennandi duell, tí hóast eina heldur óneyva byrjan, har Lea Karina tapti tvey tey fyrstu umførini, so fall hon ikki í fátt, men varðveitti tamarhaldið á nervunum, spílaði seg út og vann tvey tey næstu umførini. Sostatt stóð á jøvnum 4 – 4 áðrenn seinasta umfarið, men tá fóru tíverri nakrir pílar skeivir hjá Leu Karinu, so hon tapti 1/8-finaluna 4 – 6.

Framskundaða finaluskjótingin kom óvart á Leu Karinu í gjár (myndin er tó frá venjingini hósdagini)

Lilja lyfti seg fleiri stig

Lilja Strøm Winther var ikki í serliga góðari venjing við sínum berboga í vár, tá evstamark fyri NUM-tilmeldingini nærkaðist, og tískil ivaðist hon í, um hon skuldi tekna seg. Men tað gjørdi hon, og síðan hevur hon trúliga ferðast úr Vági til Havnar, har Michael Feldballe hevur vant hana.

Tað hevur loyst seg, sjálvt um tað tíverri ikki bar til hjá Michael at fara við henni til NUM. Lilja hevur kappast í bólkinum gentur barebow U16, og tó at byrjanin var heldur trilvandi í innleiðandi kappingini í gjár, so megnaði hon veruliga at lyfta seg nøkur stig upp, sum kappingin leið, og tá avtornaði, var hon farin fram um norska kappingarneytan í botnstríðnum.

Í 1/8-finaluni í dag skeyt hon ímóti nummar 5 í innleiðandi kappingini, donsku Naiya Tut Jepsen. Tann gloypibitin bleiv ov stórur hjá Lilju, sum tapti 0 – 3, men við útgangsstøðinum í huga hevur hon havt eina góða kapping, har hon umframt at hava ment seg sum skjútti eisini hevur fingið styrkt sjálvsálitið munandi.


14 ára gamla Lilja Strøm Winther hevur ment seg nógv sum berbogaskjútti. Luttøkan í NUM og ikki minst fyrireikingarnar til kappingina hava havt ein stóran leiklut í menningini

Liðkappingar í morgin

Einstaklingakappingarnar eru nú lidnar, og í morgin eru liðkappingarnar á skránni – talan er um blandað lið. Ongin verður settur uttan fyri í NUM-kappingunum, so sjálvt um Føroyski hópurin er so fámentur, at hann ikki sjálvur fær mannað lið í nøkrum bogaflokki, verða norðurlendsk lið sett saman, so øll sleppa upp í part.

Í staðin fyri innleiðandi liðkapping verða stigini frá innleiðandi einstaklingakappingini hjá teimum einstøku skjúttunum á einum liði tald saman, og liðið við flest stigum verður kvalifiserað sum nummar eitt og so niðureftir. Okkurt lið hevur bara tveir skjúttar, so tey verða náttúrliga kvalifiserað niðarlaga. Í finaluskjótingini skulu skjúttarnir á hesum liðunum tó skjóta tríggjar pílar í part í hvørjum umfari í staðin fyri tveir pílar, sum skjúttarnir á teimum fullmannaðu liðunum – tað er liðini við trimum skjúttum – skjóta. Nærri reglur áseta, júst hvussu tey skiftast um at skjóta á liðunum.

Í bólkinum barebow U16 er Lilja á liði saman við dananum Eskil Ingebrigtsen. Tey eru nummar 8 og niðast á listanum við samanløgdu innleiðandi stigunum og skulu í morgin skjóta fjórðingsfinalu ímóti nummar 1, sum er eitt svenskt lið.

Liðfelagarnir hjá Leu Karinu í bólkinum recurve U16 eru Hedda Maria Tangen Bråthe úr Noregi og Niila Kauppi úr Finnlandi. Tey byrja sum nummar 7 av 13 í bólkinum og skulu skjóta 1/8-finalu ímóti einum svenskum liði, ið er nummar 10.

Marianna og Hannis eru á hvør sínum samansettum norðurlendskum liði í bólkinum recurve U21. Bara trý lið eru í bólkinum, so har verður lagt út við hálvfinalunum. Marianna er á liði saman við norsku Rebekku Bakkemo Bergundhaugen, sum hon vann á í fjórðingsfianluni í einstaklingakappingini. Tær eru nummar 3 innleiðandi og møta nummar 2, sum er liðið, har Hannis er á saman við donsku Emilie Bruun. Vinnarin skal í finaluna ímóti íslendska liðnum, sum er nummar 1 innleiðandi og sleppur beinleiðis í finaluna.

Liðfelagarnir hjá Narva í compound U16 eru Emilia Malmborg úr Svøríki og William Askjær Sørensen úr Danmark. Átta lið eru í bólkinum, liðið hjá Narva er nummar 4 í samantaldum innleiðandi stigum og skal í fjórðingsfinaluni møta nummar 5, sum er eitt íslendskt lið.

Dávid er á liði saman við íslendsku Thordis Unnur Bjarkadóttir og danska Sebastian Flummer í bólkinum compound U18, sum telur fimm lið. Liðið hjá Dávid er nummar 2 og skal beinleiðis í hálvfinaluna ímóti nummar 3, sum eisini er eitt samansett norðurlendskt lið.

Aftur