
Aðalfundurin hjá BSKF verður 18. juni
- 04.jun.2025
- Lagt út hevur: Nevndin
Ein nevndarlimur stendur fyri vali á aðalfundinum hjá Bogaskjótisambandinum hesa ferð
Mikukvøldið 18. juni klokkan 19 heldur Bogaskjótisamband Føroya sín ársaðalfund í ÍSF-hølunum á Eystaru Bryggju 30 í Havn (ovasta hædd).
Skráin er henda sambært § 4, 2 í viðtøkunum (Lóg fyri Bogaskjótisamband Føroya):
- Val av orðstýrara.
- Starvsnevndarformaðurin greiðir frá virki BSKF’s í farna ári.
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi.
- Val av nevndum, tiltakslimum og grannskoðara.
- Innkomin mál.
- Ymiskt.
Bogaskjótifeløgini velja umboð at senda á aðalfundin. Hvørt felag kann senda í mesta lagi trý umboð á aðalfund, men feløgini hava tó bert eina atkvøðu í part, tá atkvøtt verður. Afturat teimum hava tey trý starvsnevndarumboðini atkvøðurætt.
Umframt hesi kunnu umboð fyri dómsnevndina hjá BSKF, tá ein sovorðin er, grannskoðarin hjá sambandinum og umboð fyri ÍSF møta á aðalfundi, tó uttan at hava atkvøðurætt.
Til ber at kunna seg nærri um viðtøkurnar – ella ”Lóg fyri Bogaskjótisamband Føroya”, sum tær formliga eita – og ásetingarnar um aðalfund HER.
Hans Petur Højgaard úr Ørvi stendur fyri vali til starvsnevndina hesa ferð. Hinir í starvsnevndini eru Fróði H. Poulsen, Vágaskot, formaður, og Jógvan Niclasen, Tambar, næstformaður. Ein tiltakslimur skal eisini veljast fyri eitt ár, og í løtuni er Pernille Krogh úr Vágaskoti tiltakslimur.