Føroyski hópurin í Borås, úr vinstru er tað Jónas B. Poulsen, compound U18, Lea Karina Haraldsen, recurve U16, Narvi E. B. Jensen, compound U16, Brandur T. Hansen, recurve U16, og Lilja Strøm Winther, barebow U18

Føroyskur bogaskjútti vann gull

  • 05.jul.2025
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Narvi E. B. Jensen vann í dag gull í Norðurlendska Ungdómsmeistaraskapinum í bogaskjóting  í Svøríki

14 ára gamli føroyski compoundskjúttin Narvi E. B. Jensen endaði í dag ovast á sigurspallinum í einstaklingakappingini í compound hjá dreingjum U16 í NUM (Norðurlendska Ungdomsmeistaraskapinum í bogaskjóting) í Borås í Svøríki.

Tilsamans 15 dreingir úr Svøríki, Finnlandi, Danmark, Noregi, Íslandi og Føroyum kappaðust, og Narvi var einasti føroyingurin í bólkinum.

Narvi bleiv nummar fýra í innleiðandi kappingini í gjár. Í áttandapartsfinaluni vann hann sannførandi 138 – 103 á íslendinginum Birkir Björnsson, og í fjórðingsfinaluni basti hann dananum Samuel Frederiksen 136 – 133. Lagt var upp til eina spennandi hálvfinalu ímóti finnanum Niilo Virtanen. Hesin hevði vunnið innleiðandi kappingina, ið gav beinleiðis pláss í fjórðingsfinaluni, sum hann eisini vann sannførandi. Men Narvi lat seg ikki ræða, og vísti seg eisini at vera væl betri í hálvfinaluni – hann vann fýra umfør, eitt var javnt, og samanlagt vann hann 141 – 132.

Føroyski gullvinnarin Narvi E. B. Jensen í miðjuni, vinstrumegin er tað silvurvinnarin Viktor Johnsson, Svøríki,og høgrumegin er tað bronsuvinnarin Car Wenneberg, Svøríki

Meira spenningur var í finaluni ímóti svianum Viktor Johnsson, sum var blivin nummar tvey í innleiðandi kappingini. Narvi vann fyrsta umfarið 29 – 26, næsta umfarið endaði javnt 27 – 27, og triðja umfarið vann Narvi tepurt 28 – 27. Tá sviin síðan vann fjórða umfarið 29 – 28, kom spenningur í aftur, men Narvi var tó í javnvág restina av dystinum, seinasta umfarið endaði javnt 26 – 26, og hann vann finaluna samanlagt 138 – 135.

Hjá U18-dreingjunum í compound bleiv Jónas B. Poulsen eisini nummar fýra í innleiðandi kappingini, har níggju dreingir kappaðust. Hann lá leingi á triðja plássi, sum hevði givið beinleiðis atgongd til hálvfinalurnar, men tá so ein pílur fór púra skeivur, glapp triðjaplássið honum av hondum. Í fjórðingsfinaluni tapti hann 128 – 133 ímóti svianum Leo Werner.

Lilja Strøm Winther endaði saman við sjey øðrum á einum níggjundaplássi í sínum bólki, barebow gentur U18, har 19 gentur kappaðust.

Lea Karina Haraldsen býtti eisini níggjundaplássið í sínum bólki, recurve gentur U16, har 28 gentur kappaðust.

Brandur T. Hansen býtti 17. Plássi í sínum bólki, recurve dreingir U16, 23 dreingir kappaðust.

Kappingin endar í morgin, sunnudagin, við liðkappingum.

Aftur