FM verður 23. ella 24. august

  • 21.jun.2025
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Føroyskir FM–skjúttar skulu til VM uttandura í Suðurkorea og mugu avstað síðst í august – tí verður FM–kappingin eitt vikuskifti fyrr, enn hon plagar. Myndirnar eru frá FM uttandura í fjør

FM uttandura í ár verður annaðhvørt leygardagin 23. august ella sunnudagin 24. august – veðurforsøgnin ger av, hvønn av hesum døgunum, tað verður.

Vanliga er FM í uttandura bogaskjóting seinasta vikuskiftið í august, men í ár verður kappingin framskundað eitt vikuskifti. Orsøkin er, at VM uttandura í Gwangju í Suðurkorea er fyrst í september, og føroysku luttakararnir mugu avstað seinast í august.

FM–kappingin verður á skjótibreytini í Hoydølum, og skotið verður 720–runda og finalur. Meira verður at frætta, sum kappingin nærkast.

Aftur