Kapping børn/ung 8 jan 2022

Kapping fyri børn og ung
Leygardagin 8 jan. skipaði bogaskjótifelagið Vágaskot fyri kapping á 12 metra frástøðu.
6 børn/ung vóru møtt til kappingina. Úrslitini hjá teimum gjørdust hesi:
Hanna Ellefsen – (269+262) = 531
Jóhan Tegeder – (225+225) = 450
Lea Karina Heradóttir – (241+207) = 448
Marianna Reynskor – (197+178) = 375
Natasja Reynskor – (178+172) = 350
Vanja Djurhuus – (165+122) = 287
¼ finalur:
Marianna – Natasja : 7 – 3
Lea Karina - Vanja : 6 - 0
½ finalur:
Hanna – Marianna : 6 – 0
Jóhan – Lea Karina : 6 - 2
Bronsufinala:
Marianna – Lea Karina : 0 – 6
Gullfinala:
Hanna – Jóhan : 6 – 0
Sum nakað nýtt hevði Bogaskjótifelagið Vágaskot fingið 3 gávubrøv frá Smiðjuni í Miðvági, at luta út millum skjúttarnar.
Placeringin í innleiðandiumfarinum var ein lutaseðil, og eftir finaluskjótingina var drigið, tað gjørdust Marianna, Hanna og Lea Karina sum ognaður sær hvørsítt gávubræv frá Smiðjuni.