Føroyska EM-toymið í stríðum mótvindi

  • 13.maj.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Í gjár, sunnudagin, blivu seinastu pílarnir skotnir í EM í uttandura bogaskjóting í Essen í Týsklandi. Í compoundkappingini hjá monnum, har teir báðir føroysku luttakararnir Jógvan Niclasen og Sámuel Trygvason Petersen eisini kappaðust, vann danin Mathias Fullerton gull. Føroyingarnir endaðu í niðara endanum á úrslitalistanum, men trupla tilgongdin gjørdi helst sítt til, at útgangsstøðið hjá skjúttunum ikki bleiv tað besta. Sámuel vónar tó, at EM-royndirnar koma honum til góðar í altjóða kappingunum, sum hann hevur fyri framman

Teir báðir compound-skjúttarnir Jógvan Niclasen, Tambar, og Sámuel Petersen, Ørvur, hava betri hug at líta frameftir enn at úrslitunum í Essen í Týsklandi, har EM í uttandura bogaskjóting endaði sunnudagin.

Tað skerst heldur ikki burtur, at tað kundi gingið betur, og fyri teirra viðkomandi endaði kappingin, áðrenn hon var hálvrunnin hjá teimum, ið endaðu ovast og í fremra endanum. Á veg til Hirtshals og heimferðina við Norrønu gjørdi Jógvan onga roynd at pynta uppá síni egnu avrik á skjótibreytini í Essen.

- Hetta man vera mín vánaligasta altjóða kapping nakrantíð. Eg skeyt kanska onkran brúkiligan píl, men samanumtikið gekk alt av hundanum til, bæði í venjingunum á staðnum, áðrenn kappingin byrjaði, í kvalifikasjónskappingini og í tí einasta dystinum, eg fekk. Tað kundi einfalt ikki ganga verri, segði hann.

Sámuel savnar royndir

Sámuel iðraði seg eisni um, at hann ikki fekk eitt sindur meira burtur úr, tó at hann ikki rakti nógv verri, enn hann hevur gjørt undir venjing í seinastuni.

- Eg fái sjálvandi brúkt kappingina og úrslitið í Essen til okkurt, nú eg rættiliga skjótt skal til tvær aðrar altjóða kappingar upp í slag. Eg havi fingið okkurt at arbeiða við, men allíkavæl irriterist eg inn á, at eg ikki kláraði meg eitt sindur betur. Eg bleiv útsligin av einum póllendingi, sum ikki er nógv betri enn eg, og sum heldur ikki skeyt upp á sítt besta – hevði eg havt ein góðan dag, so kundi eg tað sama sum hann komið eitt umfar longur í kappingini.

- Men ok, hetta var stuttligt, og tað, sum tað ræður um hjá mær, er at fáa fleiri royndir í altjóða kappingum. Tað var eisini tað, sum fyrst og fremst var endamálið hjá mær, tá eg vildi traðka til, eftir at Nikkel gav avboð. Nú ræður tað um Veronica’s Cup í Slovenia og evropeiska Grand Prix’ið í Kroatia, og tá vil eg stríðast fyri at fáa góðar plaseringar, segði hann.

Veronica’s Cup, sum er í Kamnik í Slovenia, byrjar 30. mai, og beinanvegin tá tann kappingin er liðug, byrjar Evropeiska Grand Prix’ið í Poreč í Kroatia.

Jógvan og Sámuel beint áðrenn innleiðandi kappingina

Amputerað toymi

At føroysku úrslitini í Essen gjørdust í lakara lagi, undrar kanska ikki, um hugt verður at allari tilgongdini til hesa EM-kappingina. Tí hon hevur verið trupul og í stríðum mótvindi frá byrjan.

Upprunaliga vóru seks føroyskir bogaskjúttar teknaðir til kappingina, tríggir compound-skjúttar og  tríggir recurve-skjúttar. Compoundskjúttarnir vóru allir menn – Jógvan Niclasen, Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen – men í recurve vóru Sólgerð Henriksen, Hans Bogi Ellefsen og Hans Petur Højgaard teknað til kappingina.

Rættiliga tætt upp undir kappingina tørnaði fyri fyrstu ferð, tá Hans Petur noyddist at geva avboð vegna serligar umstøður, og síðan bleiv toymið javnt og samt amputerað. Fyrst noyddust Sólgerð og Hans Bogi, ið eru par, at geva avboð vegna serligar umstøður, og so vóru bara compoundskjúttarnir eftir.

Seks av sjey góvu avboð

Beint áðrenn, at teir skuldu byrja ferðina til Týsklands, boðaði Nikkel frá, at hann tíverri mátti setast aftur vegna skaða. Sámuel Trygvason Petersen hevði frívakt frá sínum arbeiði, og var tíbetur beinanvegin fúsur at taka plássið hjá Nikkel.

Jóannes Poulsen, sterkasti føroyski compoundskjúttin, var staddur í Danmark og skuldi krøkja seg upp í ferðalagið har, men ólukkutíð mátti hann eisini geva avboð í seinastu løtu vegna andlát í familjuni.

Jógvan var sostatt tann einasti av teimum seks skjúttunum, sum upprunaliga vóru teknaðir til EM uttandura í Essen, ið var eftir, tá avtornaði, og hann hevði verið einsamallur skjútti úr Føroyum, um Sámuel ikki hevði kunnað farið við.

Tað er onki at siga til, um strævna tilgongdin við áhaldandi avboðum hevur ávirkað stríðsførið hjá teimum báðum.

Feðgar gjørdu ein vørr í Aalborg

Ongin veit sjálvandi, hvussu tað hevði verið, um tilgongdin hevði verið smidligari og hópurin meira fjølmentur, men í hvussu er tyktist Jóannes Poulsen at vera á toppinum og kanska betri enn nakrantíð, tá hann í seinastu løtu noyddist at geva avboð.

Jóannes helt feriu í Danmark saman við familjuni, og 1. mai vóru hann og sonurin Jónas, til ein kvøldkapping, sum Aalborg Bueskyttelaug skipaði fyri í Aalborg. Har gjørdu teir ikki mætari enn at vinna hvør sín bólk í compound, og ikki nóg mikið við tí, tí við 703 stigum í einum 720-umfari setti Jóannes samstundis føroyskt met.

- Eg veit ikki rættiliga, hvat metið var áðrenn, men tað mesta, eg frammanundan havi skotið í kapping internationalt, er 687, og eg veit, at ongin føroyingur hevur skotið 700 í kapping. Eg havi ofta skotið betur undir venjing, men tað hevur ongantí áður riggað í kapping, segði Jóannes fegin tá.

Ei undur í, at hann við hesum metinum í viðførinum var altráur eftir at sleppa at royna seg á skjótbreytini í Essen og vita, um góða gongdin kundi varðveitast og røkka til eitt gott EM-úrslit. Tað fáa vit ongantíð at vita, men eisini Jóannes verður við í Veronica’s Cup í Slovenia og í Evropeiska Grand Prix’num í Kroatia, og vónandi er treystið og handalagið eins gott tá, og tað var í Aalborg 1. mai.

Feðgarnir Jóannes Poulsen og Jónas B. Poulsen vunnu báðir hvør sín bólk í kapping í Aalborg, og Jóannes setti við 703 stigum føroyskt met

Danskt gull í compound

Tann 20 ára gamli danski skjúttin Mathias Fullerton vann EM-gullið í Essen í compound hjá monnum. Hann vann 147 – 144 í finaluni ímóti Shamai Yamron úr Ísrael, sum tískil vann silvur, og Mike Schloesser úr Hollandi vann bronsu.

Hjá compound-kvinnunum var stórur spenningur, tí har endaði regluliga finalan ímillum bretsku Ella Gibson og italsku Elisa Roner javnt 144 – 144. Síðan vann Ella Gibson gullið í shoot-off 10 – 9. Hazal Burun úr Turkalandi vann bronsu.

Í recurve hjá monnum skúgvaði Mete Gazoz úr Turkalandi alla mótstøðu til viks. Eftir innleiðandi kappingina vann hann nevniliga allar sínar dystir 6 – 0 uttan semifinaluna, sum hann vann 7 – 1. Finaluna vann hann ímóti Den Habjan Malavasic úr Slovenia, sum tískil vann silvurheiðursmerkið, og bronsuna vann Jean-Charles Valladont úr Frankaríki.

Eins og hjá compound-kvinnunum, mátti finalan hjá recurve-kvinnunum avgerast við shoot-off, eftir at tað stóð á jøvnum 5 – 5 í regluliga finaludystinum ímillum týsku Katharina Bauer og sponsku Ella Canales. Í shoot-off raktu báðar 9’aran, men Katharina Bauer var nærri miðjuni og vann gullið. Bronsuna vann Lisa Barbelin úr Frankaríki.

20 ára gamli Mathias Fullerton vann gull í compound hjá monnum og var eisini við á danska compound-mansliðnum, sum vann bronsu                                     Mynd: World Archery Europe

Liðkappingarnar

Liðkappingina í compound hjá monnum vann Italia, Turkaland vann silvur, og Danmark vann bronsufinaluna ímóti Fraklandi. Á danska liðnum var gullvinnarin í einstaklingakappingini Mathias Fullerton saman við Rasmus Bramsen og Nicklas Bredal Bryld.

Turkaland vann gull í compound-liðkappingini hjá kvinnum, Spania vann silvur og Estland bronsu.

Frakland vann gull í liðkappingunum hjá bæði kvinnum og  monnum í recurve. Hjá kvinnunum vann Holland silvur og Týskland bronsu, og hjá monnunum vann Italia silvur og Turkaland bronsu.

Í kappingini fyri blandað compoundlið vann Holland gull, Kroatia silvur og Turkaland bronsu. Kappingina fyri blandað recurvelið vann Týskland, Stórabretland vann silvur og Holland bronsu.

Aftur