
FM uttandura verður í Hoydølum í morgin
- 25.aug.2023
- Lagt út hevur: Nevndin
Nú er greitt, at FM uttandura 2023 verður á skjótbreytini í Hoydølum í morgin, leygardagin 26. august.
Skjúttarnir møta klokkan 9, upphitingin byrjar klokkan 9.30 og kappingin klokkan 10.
Kappast verður í recurve og compound, recurve 70m og compound 50 m. Kappingin er skipað sum 720’umfar, har skotið verður 2x36 pílar.
Í ár eru bara menn tilmeldaðir til kappingina í recurve, men bæði kvinnur og menn kappast í compound.