FM uttandura 2023

  • 15.aug.2023
  • Lagt út hevur: Nevndin 


FM uttandura verður annan av døgunum leygardagin 26., sunnudagin 27. august, og kappingin verður annaðhvørt á Frælsinum í Havn ella á fótbóltsvøllinum í Miðvági.

Nærri verður kunnað um, hvønn dag kappast verður og hvar, tá kappingarvikuskiftið nærkast, og vit hava eina meira álitandi veðurforsøgn.

Tað liggur tó fast, at kappingin byrjar kl 10:00, upphitingin byrjar kl. 09:00

Kvinnur og menn kappast hvør sær í bólkunum barebow 50 m, recurve 70m og compound 50 m. Kappingin er skipað sum 720’umfar, har skotið verður 2x36 pílar.

Vinarliga teklnið til kappingina í góðari tíð og í seinasta lagi týsdagin 22. august á hesum leinki:

Tekning til FM uttandura 2023

Ovasta myndin er frá uttandura FM í 2021.

Frá FM uttandura 27. august í fjør


Aftur