Metstór FM–luttøka hjá teimum yngstu skjúttunum

  • 01.mar.2026
  • Lagt út hevur: Robert Thomsen

Leygardagin kappaðust U12 og U16 um FM–heitini í innandura bogaskjóting. Kappingin var undirhaldandi við fleiri spennandi duellum. Ein rúgva av persónligum metum vórðu sett og eisini eitt føroyskt met. Fyri fyrstu ferð bar til at fylgja beinleiðis við í gongdini í online kappingarskipanini Ianseo

Hýrurin var góður og spenningurin stórur, tá U12 og U16 leygardagin kappaðust um FM í innandura bogaskjóting í skjótihøllini hjá Tambum á skipasmiðjuni í Havn. 18 skjúttar møttu til kappingina, og tað er helst met. Jógvan Niclasen, formaður í høvuðsstaðarfelagnum Tambar, helt seg í hvussu er ikki minnast, at so nógvir luttakarar áður hava verið í FM–kappingini hjá børnunum.

Gaman í gjørdi stóra talið av skjúttum, at tað gekk eitt sindur seinni at avgreiða innleiðandi kappingina, men tað nervaði ikki góða lagið á ungu skjúttunum, sum nærum skiftust um at seta persónlig met, og rúgvuni av foreldrum, systkjum, ommum og abbum, ið vóru komin at hyggja.

Kappingarskipanin Ianseo verður nú brúkt í øllum bogaskjótikappingunum, sum Bogaskjótisamband Føroya, BSKF, varðar av, og hesa ferð varð leinki lagt út, so tað bar til at fylgja við í kappingini online. Tað riggaði væl og verður endurtikið í kappingini hjá U18 og seniorunum sunnudagin.









Nógv foreldur, systkin, ommur og abbar vóru komin at stimbra undir og eggja ungu, vónríku bogaskjúttarnar


Kapping um heiðursmerkini

Stóra luttøkan hevði eisini við sær, at verulig kapping var í øllum bólkunum, sum vóru umboðaðir, uttan hjá compound–dreingjum í U12, berboga–gentum í U16 og compound–gentum í U16. Her vunnu ávikavist Juda Petersen úr Ørvi, Hannah Martinsdóttir úr Tambum og Marta B. Poulsen úr Ørvi FM–gull uttan mótstøðu. Marta, sum enn má sita og skjóta, tí hon her fyri meiðslaði sær annað beinið undir fimleiki, setti kortini persónligt met í innleiðandi kappingini, tá hon fekk 538 stig.

U12 dreingir compound. Juda Petersen (Ørvur), gull
U16 gentur berbogi. Hannah Martinsdóttir (Tambar), gull
U16 gentur compound. Marta B. Poulsen (Ørvur), gull og persónligt met

Fýra gentur við berboga kappaðust um heiðursmerkini í U12. Her vann Maia Petersen úr Ørvi sannførandi ta innleiðandi kappingina, og eins greitt var annaðplássið hjá Kitty Gunn Joensen úr Vágaskoti framman fyri Ásu Joensen og Heiðrun Hansen, báðar úr Vágaskoti. Bæði Kitty Gunn og Ása settu við ávikavist 275 og 121 stigum síni persónligu met.

Maia vann síðan 6 – 0 á Heiðrun í hálvfinaluni, og hina hálvfinaluna vann Kitty Gunn 6 – 2 á Ásu. Bronsudysturin millum Heiðrunn og Ásu gjørdist rættiliga spennandi. Heiðrunn var á odda 4 – 0 eftir tvey tey fyrstu umførini, men tá spílaði Ása seg út og vann trý umfør á rað, so hon endaði við at vinna 6 – 4 samanlagt. Finaluna vann Maia 6 – 2 á Kitty Gunn.

U12 gentur berbogi. Kitty Gunn Joensen (Vágaskot), silvur, Maia Petersen (Ørvur), gull, og Ása Joensen (Vágaskot), bronsu

 Kitty Gunn og Ása settu persónlig met

Hjá U12–dreingjunum við berboga kappaðust eisini fýra skjúttar. Bárður Johannesen úr Ørvi vann innleiðandi kappingina framman fyri Tummas Eivindarsson, Tambar, Magnus Mortensen, Tambar, og Nóa Hansen, Vágaskot.

Bárður vann sína hálvfinalu 6 – 0 ímóti Nóa, og hina vann Magnus 6 – 2 á Tummasi. Eisini her var tann størsti spenningurin í bronsudystinum, har tað stóð á jøvnum 4 – 4 eftir fýra umfør. Fimta umfarið vann Nóa, og við tí vann hann eisini duellina samanlagt 6 – 4. Bárður vann finaluna ímóti Magnusi 6 – 2.

Hóast Tummas onki heiðursmerki vann, so kundi hann frøast um at hava sett sítt persónliga met í innleiðandi kappingini, tá hann fekk 266 stig og bleiv nummar tvey.

U12 dreingir berbogi. Magnus Mortensen (Tambar), silvur, Bárður Johannesen (Ørvur), gull, og Nóa Hansen (Vágaskot), bronsu














Tummas Eivindarson úr Tambum vann onki heiðursmerki hesa ferð, men hann kundi kortini frøast um sítt persónliga met, sum hann setti í innleiðandi kappingini, har hann bleiv nummr tvey



Narvi setti føroyskt met

Hjá compound–dreingjunum í U16 skaraði Narvi E. B. Jensen úr Ørvi framúr, tá hann megnaði at seta føroyskt met í innleiðandi kappingini. Hann fekk 575 stig – eitt stig meira enn gamla metið, sum varð skotið í gomlu skipanini, áðrenn barnaskjúttarnir blivu býttir í fleiri aldursbólkar. Av tí, at teir bara vóru tríggir, sum kappaðust í bólkinum, slapp Narvi við sínum fyrstaplássi í innleiðandi kappingini beinleiðis í finaluna, meðan liðfelagarnir Rói Højgaard og Høgni Johannesen, sum blivu ávikavist nummar tvey og trý, skuldu skjóta hálvfinalu. Hana vann Rói 141 – 130, og hann gav eisini Narva skarpan gang í finaluni. Tá av tornaði vann Narvi tó 145 – 141.

U16 dreingir compound. Rói Højgaard (Ørvur), silvur, Narvi E. B. Jensen (Ørvur), gull, og Høgni Johannesen (Ørvur), bronsu
Í innleiðandi kappingini sett Narvi nýtt føroyskt met - 575 stig, sum er eitt stig meira enn gamla metið

Hjá recurve–dreingjunum í U16 vóru teir eisini tríggir, sum kappaðust. Arthur V. Olsen, Tambar, vann innleiðandi kappingina framman fyri Jón Sjúrð Jóhansson úr Vágaskoti og Paula Johannesen úr Ørvi. Bæði Arthur og Pauli settu við ávikavist 494 og 436 stigum síni persónligu met í innleiðandi kappingini.

Pauli gjørdi eisini ein vørr í hálvfinaluni ímóti Jón Sjúrði, tí hóast teir vóru rættiliga javnir umfar fyri umfar, so endaði Pauli við at vinna tey øll trý og harvið hálvfinaluna 6 – 0. Í finaluni var tað tó Arthur, sum var omaná, og hann vann duellina 6 – 2.

U16 dreingir recurve. Pauli Johannesen (Ørvur), silvur, Arthur V. Olsen (Tambar), gull, og Jón Sjúrður Jóhansson (Ørvur), bronsu


FM–úrslitini í aldursbólkunum U12 og U16:


Gentur berbogi, U12, 8 metur


Innleiðandi:

Maia Petersen (Ørvur), 190+194 = 384.

Kitty Gunn Joensen (Vágaskot), 134+141 = 275 (persónligt met).

Ása Joensen (Vágaskot), 56+65 = 121 (persónligt met).

Heiðrun Hansen (Vágaskot), 7+14 = 21.


Hálvfinalur:

Maia – Heiðrun, 6 – 0.

Kitty Gunn – Ása, 6 – 2.


Bronsudystur:

Ása – Heiðrun, 6 – 4.


Finala:

Maia – Kitty Gunn, 6 – 2.



Dreingir berbogi, U12, 8 metur

Innleiðandi:

Bárður Johannesen (Ørvur), 179+178 = 357.

Tummas Eivindarson (Tambar), 145+121 = 266 (persónligt met).

Magnus Mortensen (Tambar), 104+103 = 207.

Nóa Hansen (Vágaskot), 91+81 = 172.


Hálvfinalur:

Bárður – Nóa, 6 – 0.

Magnus – Tummas, 6 – 2.


Bronsudystur:

Nóa – Tummas, 6 – 4.


Finala:

Bárður – Magnus, 6 – 2.


Dreingir compound, U12, 8 metur


Innleiðandi og endaligt:

Juda Petersen (Ørvur), 217+205 = 422.


Gentur berbogi, U16, 12 metur


Innleiðandi og endaligt:

Hannah Martinsdóttir (Tambar), 70+58 = 128.



Gentur compound, U16, 12 metur


Innleiðandi og endaligt:

Marta B. Poulsen (Ørvur), 270+268 = 538, persónligt met.


Dreingir compound, U16, 12 metur

Innleiðandi:

Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 286+289 = 575 (føroyskt met).

Rói Højgaard (Ørvur), 278+270 = 548.

Høgni Johannesen (Ørvur), 243+251 = 494.


Hálvfinala:

Rói – Høgni, 141 – 130.


Finala:

Narvi – Rói, 145 – 141.


Dreingir recurve, U16, 12 metur

Innleiðandi:

Arthur V. Olsen (Tambar), 247 + 247 = 494 (persónligt met).

Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 223+218= 441.

Pauli Johannesen (Ørvur), 216+220 = 436 (persónligt met).


Hálvinala:

Pauli – Jón Sjúrður, 6 – 0.


Finala:

Arthur – Pauli, 6 – 2.

Aftur