Yngru skjúttarnir, sum kappaðust leygardagin.

Kappingin skotin í gongd aftur í Miðvági

  • 12.jan.2026
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Fleiri spennandi duellir vóru, nú hol varð sett á seinnu hálvu av vetrarkappingini í bogaskjóting um vikuskiftið. U12 og U16 skutu leygardagin og U18 og seniorarnir sunnudagin

Vágaskot var vertur fyri ársins fyrstu bogaskjótikapping, sum varð skotin í Miðvági um vikuskiftið.

Átta bólkar vóru umboðaðir hjá teimum yngstu skjúttunum, sum skutu leygardagin, men verulig kapping var tó bert í trimum bólkum, tí bara ein skjútti var teknaður til í hvørjum av hinum fimm. Gullvinnararnir hesum fimm bólkunum vóru Kitty Gunn Joensen úr Vágaskoti, U12 gentur berbogi, Magnus Mortensen úr Tambum, U12 dreingir berbogi, Juda Petersen úr Ørvi, U12 dreingir compound, Arthur V. Olsen úr Tambum, U16 dreingir berbogi, og Marta B. Poulsen úr Ørvi, U16 gentur compound.

U12 gentur berbogi. Kitty Gunn Joensen (Vágaskot), gull

U12 dreingir berbogi. Magnus Mortensen (Tambar), gull


U12 dreingir compound. Juda Petersen (Ørvur) gull


U16 dreingir berbogi. Arthur V. Olsen (Tambar), gull

U16 gentur compound. Marta B. Poulsen (Ørvur), gull


Kapping var hinvegin um heiðursmerkini hjá compound-dreingjunum í U16 og hjá recurve-dreingjunum í bæði U12 og U16, har tveir skjúttar vóru í hvørjum bólki.

Hjá recurve-dreingjunum í U12 skeyt Bárður Johannesen úr Ørvi móti Dánial Paula Falkvard úr Vágaskoti, og her vann Bárður greitt innleiðandi kappingina og síðan finaluna 6 – 0.

U12 dreingir recurve. Dánial Pauli Falkvard (Vágaskot), silvur, og Bárður Johannesen (Ørvur), gull


Hjá recurve-dreingjunum í U16 gjørdi Pauli Johannesen úr Ørvi ein ordans vørr í finaluni, eftir at Jón Sjúrður Jóhansson úr Vágaskoti hevði vunnið innleiðandi kappingina sannførandi við 463 stigum móti 382 til Paula. Jón Sjúrður vann eisini fyrsta umfarið í finaluni, men síðan gjørdi Pauli bart og vann trý umfør á rað og harvið eisini gullheiðursmerkið við endaliga úrslitinum 6 – 2.

U16 dreingir recurve. Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), silvur, og Pauli Johannesen (Ørvur), gull


Hjá compound-dreingjunum vísti Rói Højgaard úr Ørvi, at hann hevur ment seg nógv í seinastuni, og í innleiðandi kappingini var minni munurin millum hann og liðfelagan Narva E. B. Jensen – Rói fekk 549 stig og Narvi 564. Í finaluni gekk eisini javnt á, tó at Narvi var tann neyvari av teimum og vann samanlagt 140 – 137.

U16 dreingir compound. Rói Højgaard (Ørvur), silvur, og Narvi E. B. Jensen (Ørvur), gull


Spennandi hólmgongur hjá teimum vaksnu

Onkur avboð vóru til kappingarnar hjá U18 og seniorunum sunnudagin, men har fyri vóru fleiri spennandi duellir. Hjá U18 var tó ongin spenningur, tí bara Narvi E. B. Jensen og Brandur T. Hansen vóru teknaðir til og í hvør sínum bólki. Narvi vann tískil gullheiðursmerki hjá compound-dreingjunum, og Brandur vann gullið hjá recurve-dreingjunum. Teir báðir tóku eisini lut í kappingini hjá monnunum.

U18 dreingir recurve. Brandur T. Hansen (Tambar), gull

U18 dreingir compound. Narvi E. B. Jensen (Ørvur), gull

Hjá monnunum syrgdu teir báðir Thomas Chrsitensen og Frank Madsen, báðir úr Team SuðurSkot, fyri, at tað aftur bleiv kappast við berboga. Thomas var tann fremri í innleiðandi kappingini, har hann fekk tilsamans 377 stig móti 349 til Frank, men í finaluni var viðvent í holuni, og tá av tornaði, vann Frank 6 – 2.

Menn berbogi. Thomas Christensen (Team SuðurSkot), silvur, og Frank Madsen (Team SuðurSkot), gull

Hjá recurve-kvinnunum hevur luttøkan verið í lakara lagi í fleiri av kappingunum í vetur, samanborið við seinasta vetur, og í Miðvági skutu Pernille Krogh úr Vágaskoti og Amy við Rætt úr Ørvi einsamallar um heiðursmerkini. Pernille vann innleiðandi kappingina hampuliga greitt, men í finaluni bleiv ikki sørt av spenningi, tá tað eftir trý umfør stóð á jøvnum 3 – 3. Men tá spílaði Pernille seg út, hon vann tey bæði seinastu umførini og harvið ein tryggan 7 – 3 finalusigur.

Kvinnur recurve. Pernille Krogh (Vágaskot), gull, og Amy við Rætt (Ørvur), silvur


Ongin kundi nerta Hans Petur Højgaard úr Ørvi í kappingini hjá recurve-monnunum. Hann var nógv fremstur í innleiðandi kappingini, og fremsta plássið har sendi hann beinleiðis í finaluna, sum hann eisini vann sannførandi. Í staðin syrgdu Pauli Mortensen úr Tambum og liðfelagin Brandur T. Hansen fyri eitt sindur av spenningi í hálvfinaluni. Pauli vann tvey tey fyrstu umførini, men tað triðja endaði javnt, og tá Brandur síðan vann tað fjórða, var støðan 5 – 3 til Paula. Um Brandur eisini megnaði at vinna fimta og seinasta umfarið bleiv javnleikur og shoot-off, men Pauli hevði tamarhald á støðuni, hann vann seinasta umfarið og tískil hálvfinaluna 7 – 3. Finaluna vann Hans Petur 6 – 0.

Menn recurve. Pauli Mortensen (Tambar), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Brandur T. Hansen (Tambar), bronsu


Hjá compound-monnunum kappaðust sjey skjúttar, og har vóru fleiri spennandi hólmgongur, hóast ongin megnaði at hótta Jóannes Poulsen úr Ørvi. Hann vann fyrst innleiðandi kappingina sannførandi og vann sær tískil beinleiðis eitt hálvfinalupláss.

Hinir seks skjúttarnir skuldu skjóta fjórðingsfinalur, og her var tað serliga hólmgongan millum Jógvan Niclasen úr Tambum og Kaj Johannesen úr Ørvi, sum var spennandi. Tá teir høvdu skotið sínar fimm ferðir tríggjar pílar, stóð á jøvnum 140 – 140, so vinnarin mátti finnast við shoot-off. Báðir raktu 9’aran, men pílurin hjá Kaj var eitt vet nærri miðjuni, so hann vann fjórðingsfinaluna.

Hinar báðar fjórðingsfinalurnar vunnu Nikkel Petersen úr Ørvi og Bogi Andreasen úr Vágaskoti ímóti ávikavist Narva E. B. Jensen og Sámuel Petersen, báðir úr Ørvi.

Nikkel hevði munin á Boga í innleiðandi kappingini, men í hálvfinaluni teirra millum leikaði meira javnt á. Nú var Bogi tó tann neyvari, og við úrslitinum 142 – 140 vann hann sær annað finaluplássið.

Tað gekk eisini javnt á millum Kaj og Jóannes í hinari hálvfinaluni, men tá av tornaði, var  Jóannes omaná og vann 146 – 144.

Eisini í bronsufinaluni millum Kaj og Nikkel var kappingin jøvn, men Nikkel hevði munin og vann 143 – 141.

Í finaluni fekk Bogi eina løtu nakað av spenningi í, tá hann í triðja umfarinum vann seg eitt stig inn á Jóannes. Men Jóannes hevði fult tamarhald á støðuni og vann finaluna trygt 146 – 141.

Menn compound. Bogi Andreasen (Vágaskot), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Nikkel Petersen (Ørvur), bronsu




Úrslit, U16 og U12 leygardagin 10. januar


Gentur berbogi U12, 8 metur

Innleiðandi og endaligt:

Kitty Gunn Joensen (Vágaskot), 132+95 = 227.

Dreingir berbogi, U12, 8 metur

Innleiðandi og endaligt:

Magnus Mortensen (Tambar), 71+40 = 131.

Dreingir compound, U12, 8 metur

Innleiðandi og endaligt:

Juda Petersen (Ørvur), 243+250 = 493.


Dreingir recurve, U12, 8 metur

Innleiðandi:

Bárður Johannesen (Ørvur), 177+190 = 367.

Dánial Pauli Falkvard (Vágaskot), 96+116 = 212.


Finala:

Bárður – Dánial Pauli, 6 – 0.


Dreingir berbogi, U16, 12 metur

Innleiðandi og endaligt:

Arthur V. Olsen (Tambar), 184+213 = 397.


Gentur compound, U16, 12 metur:

Innleiðandi og endaligt:

Marta B. Poulsen (Ørvur), 259+251 = 510.

Dreingir compound, U16, 12 metur

Innleiðandi:

Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 285+279 = 564.

Rói Højgaard (Ørvur), 275+274 = 549.


Finala:

Narvi – Rói, 140 – 137.


Dreingir recurve, U16, 12 metur

Innleiðandi:

Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 237+226 = 463.

Pauli Viderø Johannesen (Ørvur), 187+195 = 382.

Finala:

Pauli – Jón Sjúrður, 6 – 2.


Úrslit, U18 og seniorar, 18 metur, sunnudagin 11. januar


Dreingir compound U18

Innleiðandi og endaligt:

Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 264+269 = 533.


Dreingir recurve U18

Innleiðandi og endaligt:

Brandur T. Hansen (Tambar), 185+216 = 401.

Menn compound

Innleiðandi:

Jóannes Poulsen (Ørvur), 289+291 = 580.

Nikkel Petersen (Ørvur), 292+287 = 579.

Bogi Andreasen (Vágaskot), 283+281 = 564.

Kaj Johannesen (Ørvur), 286+274 = 560.

Jógvan Niclasen (Tambar), 276+283 = 559.

Sámuel Petersen (Ørvur), 275+282 = 557.

Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 264+269 = 533.


Fjórðingsfinalur:

Kaj – Jógvan, 140 – 140, shoot-off, 9+ – 9.

Bogi – Sámuel, 142 – 139.

Nikkel – Narvi, 141 – 131.

Hálvfinalur:

Jóannes – Kaj, 146 – 144.

Bogi – Nikkel, 142 – 140.

Bronsufinala:

Nikkel – Kaj, 143 – 141.

Finala:

Jóannes – Bogi, 146 – 141.


Kvinnur recurve

Innleiðandi:

Pernille Krogh (Vágaskot), 262+253 = 515.

Amy við Rætt (Ørvur), 245+231 = 476.


Finala:

Pernille – Amy, 7 – 3.

Menn recurve

Innleiðandi:

Hans Petur Højgaard (Ørvur), 282+276 = 558.

Pauli Mortensen (Tambar), 241+221 = 462.

Brandur T. Hansen (Tambar), 185+216 = 401.


Hálvfinala:

Pauli – Brandur, 7 – 3.

Finala:

Hans Petur – Pauli, 6 – 0.

Aftur