Kapping í Miðvági komandi vikuskifti
- 06.jan.2026
- Lagt út hevur: Nevndin
Av misgáum er kappingin lýst seinni enn vanligt, og tí er freistin at tekna seg toygd til hóskvøldið 8. januar á midnátt
Fyrsta innandurakappingin í ár verður í Miðvági um vikuskiftið, 10. - 11. januar.
Leygardagin 10. januar kappast U12 (8 metur frástøða) og U16 (12 metur frástøða), og sunnudagin 11. januar kappast U18 og tey vaksnu (18 frástøða).
Báðar dagarnar byrjar kappingin klokkan 14 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn.
Fyrivarni verður tikið fyri, at broytingar kunnu henda í skránni fyri kappingina.
GG! Seinasta freist at tekna seg er hóskvøldið 8. januar á midnátt.
Leinki at tekna seg er HER