Henda myndin og tann á forsíðuni eru frá kappingini í Søldarfirði vikuskiftið 6. - 7. desember í fjør
Kapping í Søldarfirði næsta vikuskifti
- 17.jan.2026
- Lagt út hevur: Nevndin
Innandurakapping verður í Søldarfirði 24. - 25. januar. Freistin at tekna seg er týskvøldið á midnátt
Leygardagin 24. januar kappast U12 í 8 metur frástøðu og U16 í 12 metur frástøðu, sunnudagin 25. januar kappast U18 og tey vaksnu í 18 metur frástøðu.
Báðar dagarnar byrjar kappingin klokkan 14 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn.
Fyrivarni verður tikið fyri, at broytingar kunnu henda í skránni fyri kappingina.
GG! Seinasta freist at tekna seg er týskvøldið 20. januar á midnátt.
Leinki at tekna seg er HER.