EM-úrslit í lakara endanum
- 18.feb.2026
- Lagt út hevur: Nevndin
Einstaklingakappingarnar eru av hjá føroysku bogaskjúttunum í EM innandura í Bulgaria, og ongin rakk longur enn til 1/16-finalurnar. Flestu skjúttarnir eru tó hampuliga nøgdir við avrikini, og allir skjúttarnir hava enn møguleika at gera seg galdandi, nevniliga í liðkappingini hjá compound-skjúttunum og kappingini fyri blandað lið í recurve
EM í bogaskjóting innandura er í Plovdiv í Bulgaria í hesum døgum, og fimm føroyskir bogaskjúttar eru við: Pernielle Krogh, recurve kvinnur, Hans Petur Højgaard, recurve menn, og teir tríggir mannligu compoundskjúttarnir Jóannes Poulsen, Nikkel Petersen og Kaj Johannesen. Jógvan Niclasen er við sum liðskipari.
Hóast teir flestu skjúttarnir vóru hampuliga væl nøgdir við avrikini í innleiðandi kappingunum í gjár, so rakk ongin teirra longur enn til 1/16-finalurnar í dag. Hjá Hans Peturi Højgaard endaði kappingin tó longu eftir innleiðandi kappingina í gjár, tá tað ikki eydnaðist honum at enda millum 32 teir bestu, sum hevði tryggjað honum eina 1/16-finalu. Hans Petur fekk tilsamans 551 stig (275+276) og bleiv nummar 38 av tilsamans 44 skjúttum.
- Tað var ok, men kundi verið eitt vet betur, segði hann um sítt avrik.
Allir hinir føroysku skjúttarnir kundu vera vísir í at sleppa víðari frá innleiðandi kappingunum, tí samanlagt vóru tað akkurát 32 recurve-kvinnur, sum kappaðust, og 31 compound-menn.
Nakrir býttir pílar
Hjá recurve-kvinnunum bleiv Pernille nummar 30 í innleiðandi kappingini við 527 stigum (267+260), og hon var samanumtikið nøgd við sítt avrik, hóast nakrir pílar fóru skeivir – serliga í seinna umfarinum.
- Jú, eg haldi at eg eri nøgd. Har vóru nakrir býttir pílar, sum gjørdu, at eg misti nøkur stig, men fyrra umfarið gekk betur enn tað seinna, segði hon.
At enda so niðarlaga í innleiðandi kappingini hevði tó við sær, at hon skuldi skjóta ímóti einum sterkum skjútta í 1/16-finaluni. Mótstøðukvinnan bleiv nummar trý í innleiðandi kappingini, italska Loredana Spera, og vann hon sannførandi 6 – 0.
Teir tríggir føroysku compound-menninir endaðu eisini í niðara endanum í innleiðandi kappingini – Jóannes sum nummar 23 við 583 stigum (290+293), Nikkel sum nummar 25 við 576 stigum (286+290) og Kaj sum nummar 28 við 573 stigum (285+288).
Vónbrot hjá Jóannesi
Av øllum teimum føroysku skjúttunum mundi Jóannes vera tann, sum størst væntanir vóru um, havandi í huga góðu úrslitini, sum hann rakk í altjóða kappingum í fjør. Men í so máta rakti hann ikki toppin í einstaklingakappingini í EM í Bulgaria, og hann var eisini tann einasti føroyski skjúttin, sum var treytaleyst illa nøgdur við síni avrik í bæði tí innleiðandi kappingini í gjár og 1/16-finaluni í morgun.
- Eg eri ikki nøgdur við úrslitið hjá mær. Innleiðandi gekk ikki væl, men eg var ikki langt frá, at tað kundi veri ok. Um eg bara fekk fimm stig afturat, so var eg nummar 15, og tað er stórður munur á, hvørjum tú møtir í 1/16-finaluni, um tú bleivst nummar 15 ella nummar 23 í innleiðandi kappingini. Ikki tí, honum, sum eg møtti í dag, kundi eg saktans eisini vunnið ímóti ein vanliga góðan dag. Tað gekk væl undir upphitingini í morgun, men tað gjørdi tað so ikki meira, tá ið dysturin byrjaði. Sum eg havi sagt so ofta fyrr, at um mann vil meira, skal mann til meira, segði Jóannes, eftir at hann fyrrapartin hevði tapt sína 1/16-finalu 144 – 147 ímóti pólska Przemyslaw Konecki, sum bleiv nummar 10 í innleiðandi kappingini.
Ok hjá Nikkel og Kaj
Bæði Nikkel og Kaj lótu hampuliga væl at sínum avrikum í innleiðandi kappingini í gjár.
- Fyrra helvtin gekk illa og seinna var ok. Eg hevði vónað at fingið fimm stig meira, segði Nikkel.
Tað er langt síðan, at Kaj seinast var við í eini altjóða kapping, og tað merkti hann eisini í innleiðandi kappingini.
- Úrslitið bleiv í lægra lagi. Eg var ov nervøsur og spentur í byrjanini, men seinna helvt var ok. Samanumtikið var tað í lagi, eg hevði ynskt mær nøkur stig afturat, men nøkur katastrofa var tað tó ikki, segði hann.
Bæði Nikkel og Kaj vistu, at teir lógu væl niðan fyri mótstøðumenninir í morgun í styrki, og úrslitið varð eisini, at Nikkel tapti 142 – 148 ímóti nummar átta í innleiðandi kappingini, danska Nicklas Bredal Bryld, og Kaj tapti 143 – 148 ímóti italska Lorenzo Gubbini, sum bleiv nummar fimm í innleiðandi kappingini.
Franski Nicolas Girard og italski Michea Godano, ávikavist nummar eitt og trý í innleiðandi kappingini, vunnu seg í finaluna, sum verður skotin leygardagin klokkan 13.30 føroyska tíð. Meira óvæntað er tað, at kappingin um bronsuheiðursmerkini, sum verður skotin beint undan finaluni, verður millum nummar 15 frá innleiðandi kappingini, kroatiska Buden Domagoj, og nummar 13, slovenska Tim Jevsnik.
Liðkappingar fyri framman
Hjá føroyska hópinum eru allar súður tó ikki syftar enn, tí tey skulu øll í eldin aftur í liðkappingunum, sum byrja í morgin. Her eru Hans Petur og Pernille saman á føroyska blandaða liðnum í recurve og Jóannes, Nikkel og Kaj manna føroysk compoundliðið hjá monnum.