Klárt at tekna seg til FM

  • 21.feb.2026
  • Lagt út hevur: Nevndin 

FM í innandura bogaskjóting verður í Havn næsta vikuskifti, seinasta freist at tekna seg er týskvøldið á midnátt. Myndirnar eru frá FM í Miðvági í fjør

Næsta vikuskifti endar vetrarkappingin í innandura bogaskjóting við FM-kappingunum, sum verða í skjótihøllini hjá Tambum í Havn. Leygardagin 28. februar kappast U12 og U16, og sunnudagin 1. mars kappast U18 og tey vaksnu.

Báðar dagarnar byrja kappingarnar klokkan 14 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn.

Freistin at tekna seg til FM-kappingarnar er týskvøldið 24. februar á midnátt, og leinki at tekna seg er HER.

Tá kappingin er liðug sunnudagin verða Grand Prix-vinnararnir í vetrarkappingini eisini funnir.

Aftur