Myndin omanfyri og tann á forsíðuni eru frá kappingini í Royn-høllini í Hvalba 8. mars í fjør
Næsta kappingin verður í Suðuroy
- 31.jan.2026
- Lagt út hevur: Nevndin
Kappingin í Salt í Suðuroy næsta leygardag er tann seinasta, áðrenn vetrarkappingin endar við FM innandura um mánaðarskiftið februar-mars.
Leygardagin 7. februar verður innandurakapping í øllum aldursbólkum í Salt á Drelnesi, Øravíkarlíð: U12 (8 metur frástøða), U16 (12 metur frástøða), U18 (18 metur frástøða) og vaksin, Grand Prix-kapping (18 metur frástøða).
Kappingin byrjar klokkan 10 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn. Tíðirnar eru treytaðar av, at ferðaætlanin hjá Smyrli heldur - eftir ferðaætlanini fer hann av Havnini klokkan 7 og verður á Krambatanga klokkan 9.
GG! Seinasta freist at tekna seg til kappingina er týskvøldið 3. februar á midnátt, og leinki at tekna seg er HER.