Finaluskjóting í Søldarfirði sunnudagin

Góð kapping í Søldarfirði

  • 26.jan.2026
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Verulig kapping var í flestu U12– og U16–bólkunum, sum vóru umboðaðir í kappingini leygardagin. Hjá teimum vaksnu sunnudagin vóru eisini spennadi duellir, men kappingarluttøkan er framvegis heldur lág – uttan hjá compound–monnunum

Ørvur var vertur fyri innandura bogaskjótikapping í Søldarfirði um vikuskiftið, og var hetta tann næstseinasta regluliga kappingin í vetrarskránni umframt FM–kappingarnar.

Leygardagin skutu U12 og U16, og her var væl meira spenningur í samanborið við kappingina í Miðvági 10. – 11. januar, tá tað vóru so nógvir skjótiflokkar við bara einum skjútta í hvørjum.

Tríggjar gentur kappaðust í U12 við berboga, og her var Maia Petersen úr Ørvi rættiliga sannførandi. Hon vann innleiðandi kappingina, sum tryggjaði henni beinleiðis pláss í finaluni, meðan Kitty Gunn Joensen og Ása Helena B. Joensen, báðar úr Vágaskoti, blivu ávikavist nummar tvey og trý og skuldu skjóta hálvfinalu. Hesa vann Kitty Gunn 6 – 2, og Maia vann síðan eisini 6 – 2 á Kitty Gunn í finaluni.

Gentur berbogi U12. Kitty Gunn Joensen (Vágaskot), silvur, Maia Petersen (Ørvur), gull, og Ása Helena B. Joensen (Vágaskot), bronsu

Eisini berboga–dreingirnir í U12 vóru tríggir í tali, og her skaraði Bárður V. Johannesen úr Ørvi framúr. Hann var nógv fremstur í innleiðandi kappingini, og Magnus Mortensen úr Tambum á øðrum plássi var so eisini langt framman fyri liðfelagan Tummas Eivindarson á triðaplássi.

Magnus og Tummas skutu síðan hálvfinalu um rættin at skjóta finaluna ímóti Bárði. Magnus vann hálfinaluna 6 – 0, men tapti síðan finaluna ímóti Bárði 0 – 6.

Dreingir berbogi U12. Magnus Mortensen (Tambar), silvur, Bárður V. Johannesen (Ørvur), gull, og Tummas Eivindarson (Tambar), bronsu

Juda Petersen úr Ørvi var einsamallur compound–skjútti í U12 og vann tískil gullheiðursmerkið uttan mótstøðu. Soleiðis var eisini hjá Martu B. Poulsen úr Ørvi, sum var einsamøll genta við compound–boga í U16.
Dreingir compound U12. Juda Petersen (Ørvur), gull


Gentur compound U16. Marta B. Poulsen (Ørvur), gull

Men hjá compound–dreingjunum í U16 var spenningur við lít, tá Narvi E. B. Jensen og Rói Højgaard, báðir úr Ørvi, vóru í hólmgongu. Rói hevur ment seg nógv við compound–boganum í vetur, og leygardagin loypti hann av álvara hvøkk á sigursvanda Narva.

Narvi bleiv 15 stig framman fyri Róa í innleiðandi kappingini, men í finaluni helt Rói fast. Tað leikaði javnt á – so javnt, at tá teir høvdu skotið sínar 15 pílar í part, stóð tað 142 – 142 á stigatalvuni, so vinnarin mátti finnast við shoot–off. Hjá hvørgum teirra tyktust nervar vera nøkur avbjóðing, teir ristust ikki á hondunum og raktu báðir 10’aran. Tó var Narvi eitt vet neyvari og nærri miðjuni og vann tískil finaluna.

Dreingir compound U16. Rói Højgaard, silvur, og Narvi E. B. Jensen (Ørvur), gull


Kappingin hjá recurve–dreingjunum í U16 var áhugaverd, ikki minst tí Arthur V. Olsen úr Tambum kappaðist í hesum bogaflokkinum fyri fyrstu ferð. Hann hevur annars kappast við berboga, men í vetur hevur hann fyri tað mesta verið einsamallur. Nú vildi hann sleppa at kappast aftur og teknaði seg tí til recurve–kappingina at dystast ímóti Jón Sjúrði Jóhansson úr Vágaskoti og Paula V. Johannesen úr Ørvi.

Innleiðandi kappingin gav ábendingar um, at Arthur kanska hevði brúk fyri nakað av tilvenjingartíð, sum ikki hevði verið so løgið. Jón Sjúrður vann innleiðandi kappingina sannførandi framman fyri Paula, og Arthur bleiv nummar trý. Í hálvfinaluni móti Paula, var Arthur tó sum hamskiftur, og hann vann duellina 6 – 0. Í finaluni megnaði hann eisini at skjóta eitt javnt umfar, men Jón Sjúrður hevði tó fult tamarhald á støðuni og vann hini umførini, so úrslitið bleiv 7 – 1.

Dreingir recurve U16. Arthur V. Olsen (Tambar), silvur, Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), gull, og Pauli V. Johannesen (Ørvur), bronsu


Misjøvn undirtøka

Hjá seniorunum er áhugin at kappast nógv størstur hjá compound–monnunum, meðan undirtøkan í øllum hinum bólkunum hevur verið heldur svikalig í vetur.

U18 skjýtur saman við seniorunum sunnudag, og hesa ferð vóru eisini útlit fyri eini spennandi compound–finalu millum liðfelagarnar Jónas B. Poulsen og Narva E. B. Jensen úr Ørvi, tí Jónas vann innleiðandi kappingina teirra millum við bara einum stigi.

Men Jónas hevði eisini átikið sær at vera ljóðteknikari á møtinum í Missiónshúsinum á Glyvrum sunnudagin, og ta avtaluna vildi hann halda. Hann vónaði tó, at hann fór at fáa tíð at koma aftur í skjótihøllina í Søldarfirði at skjóta finaluna, áðrenn øll hini vóru liðug at skjóta. Men tað eydnaðist tíverri ikki, og U18–finalan bleiv tí ikki skotin, men Narvi í staðin kosin til vinnara uttan dyst. Teir báðir vóru eisini teknaðir til kappingina hjá compound–monnunum, og her skuldi Jónas havt skotið eina fjórðingsfinalu, sum hann so eisini tapti uttan dyst.

Dreingir compound U18. Narvi E. B. Jensen (Ørvur), gull

Anja Eydnudóttir úr Vágaskoti var einsamøll compound–kvinna, og vann gull uttan mótstøðu. Men fyri at sleppa at kappast, fór hon, eins og teir báðir U18–dreingirnir, eisini upp í kappingina hjá monnunum. Har vóru eina løtu útlit fyri, at Anja fór at blanda seg upp í kappingina um heiðursmerkini, tí í innleiðandi kappingini, har tað nú vóru sjey skjúttar, bleiv hon nummar fýra. Síðan tapti hon tó tepurt fjórðingsfinaluna ímóti Jógvani Niclasen úr Tambum.

Kvinnur compound. Anja Eydnudóttir (Vágaskot), gull

Jóannes Poulsen úr Ørvi vann innleiðandi kappingina og slapp tískil beinleiðis í aðra hálvfinaluna. Hini skuldu øll skjóta fjórðingsfinalur. Her vann Jógvan 141 – 140 á Anju, Kaj Johannesen úr Ørvi vann sína fjórðingsfinalu ímóti Jónasi uttan dyst, og Nikkel Petersen úr Ørvi vann sína fjórðingsfinalu ímóti Narva 139 – 135.

Jóannes vann trygt 149 – 134 í síni hálvfinalu ímóti Jógvani, og Nikkel vann 146 – 141 á Kaj í hinari hálvfinaluni. Kaj og Jógvan skutu síðan um bronsuna, og ta duellina vann Kaj 145 – 142. Sum so ofta fyrr, bleiv finalan ein hólmgonga millum liðfelagarnar Jóannes og Nikkel, og endin varð, at Jóannes vann 147 – 144.

Menn compound. Nikkel Petersen (Ørvur), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Kaj Johannesen (Ørvur), bronsu

Í seinastu kapping í Miðvági syrgdu Thomas Christensen og Frank Madsen úr Team SuðurSkot fyri, at tað eisini hjá teimum vaksnu bleiv kappast við berboga. Í Søldarfirðið var Frank tó einsamallur, og hann vann tískil gullið uttan dyst.

Menn berbogi. Frank Madsen (Team SuðurSkot), gull


Hjá recurve–kvinnunum vóru tað aftur hesa ferð Pernille Krogh úr Vágaskoti og Amy við Rætt úr Ørvi, sum vóru í hornatøkum. Amy mennist støðugt og tykist í løtuni nærkast Pernille spakuliga. Pernille fekk 11 stig meira enn Amy í innleiðandi kappingini, og finaluna vann Pernille 6 – 2.

Kvinnur recurve. Amy við Rætt (Ørvur), silvur, og Pernille Krogh (Vágaskot), gull


Hjá recurve–monnunum dystaðust Hans Petur Højgaard úr Ørvi og Pauli Mortensen úr Tambum, og her skaraði Hans Petur framúr. Hann var meira enn 100 stig framman fyri Paula í innleiðandi kappingini, og vann síðan finaluna 6 – 0.

Menn recurve. Pauli Mortensen (Tambar), silvur, og Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull


Nú er bert kappingin í Suðuroy eftir, áðrenn FM–kappingarnar. Kappast verður í Salt á Drelnesi 7. februar – kappingarnar hjá børnum og vaksnum verða allar avgreiddar sama dag. FM hjá U12 og U16 verður í Havn 28. februar, og FM hjá U18 og hjá seniorunum verðu í Havn 1. mars.

---

Úrslit, U16 og U12 leygardagin 24. januar


Gentur berbogi U12, 8 metur

Innleiðandi:

Maia Petersen (Ørvur), 129+147 = 276.

Kitty Gunn Joensen (Vágaskot), 111+98 = 209.

Ása Helena B. Joensen (Vágaskot), 58+45 = 103.


Hálvfinala:

Kitty Gunn – Ása Helena, 6 – 2.


Finala:

Maia – Kitty Gunn, 6 – 2.

Dreingir berbogi, U12, 8 metur

Innleiðandi:

Bárður V. Johannesen (Ørvur), 188+162 = 350.

Magnus Mortensen (Tambar), 106+119 = 225.

Tummas Eivindarson (Tambar), 32+60 = 92.


Hálvfinala:

Magnus – Tummas, 6 – 0.


Finala:

Bárður – Magnus, 6 – 0.

Dreingir compound, U12, 8 metur

Innleiðandi og endaligt:

Juda Petersen (Ørvur), 193+241 = 434.


Gentur compound, U16, 12 metur

Innleiðandi og endaligt:

Marta B. Poulsen (Ørvur), 268+262 = 530.


Dreingir compound, U16, 12 metur

Innleiðandi:

Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 286+282 = 568.

Rói Højgaard (Ørvur), 277+276 = 553.

Finala:

Narvi – Rói, 142 – 142, shoot-off, 10+ – 10.


Dreingir recurve, U16, 12 metur

Innleiðandi:

Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 225+231= 456.

Pauli V. Johannesen (Ørvur), 204+188 = 392.

Arthur V. Olsen (Tambar), 220 + 156 = 376.


Hálvfinala:

Arthur – Pauli, 6 – 0.

Finala:

Jón Sjúrður – Arthur, 7 – 1.

Úrslit, U18 og seniorar, 18 metur, sunnudagin 25. januar

Dreingir compound U18

Innleiðandi:

Jónas B. Poulsen (Ørvur), 276+270 = 546.

Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 271+274 = 545.


Finala:
Finalan ikki skotin, tí Jónas var ikki til staðar. Narvi vann gull.


Menn berbogi

Innleiðandi og endaligt:

Frank Madsen (Team SuðurSkot), 152+158 = 310.

Kvinnur compound

Innleiðandi og endaligt:

Anja Eydnudóttir, 278+278 = 556.

Menn compound

Innleiðandi:

Jóannes Poulsen (Ørvur), 292+295 = 587.

Nikkel Petersen (Ørvur), 291+282 = 573.

Kaj Johannesen (Ørvur), 281+286 = 567.

Anja Eydnudóttir (Vágaskot), 278+278 = 556.

Jógvan Niclasen (Tambar), 277+276 = 553.

Jónas B. Poulsen (Ørvur), 276+270 = 546.

Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 271+274 = 545.


Fjórðingsfinalur:

Jógvan – Anja, 141 – 140.

Kaj – Jónas, 145 – 0. (Jónas ikki til staðar).

Nikkel – Narvi, 139 – 135.

Hálvfinalur:

Jóannes – Jógvan, 149 – 134.

Nikkel – Kaj, 146 – 141.

Bronsudystur:

Kaj – Jógvan, 145 – 142.

Finala:

Jóannes – Nikkel, 147 – 144.


Kvinnur recurve

Innleiðandi:

Pernille Krogh (Vágaskot), 247+258 = 505.

Amy við Rætt (Ørvur), 250+244 = 494.


Finala:

Pernille – Amy, 6– 2.

Menn recurve

Innleiðandi:

Hans Petur Højgaard (Ørvur), 266+279 = 545.

Pauli Mortensen (Tambar), 205 +234 = 439.


Finala:

Hans Petur – Pauli, 6 – 0.

Aftur