Nervar og vantandi royndir gera munin
- 20.feb.2026
- Lagt út hevur: Nevndin
Føroysku liðini taptu eisini sínar liðdystir í Bulgaria í dag. Skjúttarnir hava víst góðar dygdir í EM-kappingini, og einasti máti at basa nervum og minka um feilirnar er at fara til fleiri altjóða kappingar
Tey bæði føroysku liðini í EM-kappingini í bogaskjóting í Plovdiv í Bulgaria fingu bara ein dyst í part, tá liðdystirnir blivu skotnir í morgun.
Sjey compoundlið kappaðust hjá monnunum, so byrjað varð við fjórðingsfinalum – danska liðið hevði tó tryggjað sær beinleiðis pláss í aðrari hálvfinaluni við tað, at donsku skjúttarnir fingu flest stig tilsamans í innleiðandi kappingini.
Lítil spenningur
Teir tríggir føroysku compoundskjúttarnir, Jóannes Poulsen, Nikkel Petersen og Kaj Johannesen, blivu nummar seks í innleiðandi kappingini við tilsamans 1732 stigum, og í fjórðingsfinaluni skutu teir imóti nummar trý, Italia, sum hevði fingið 1780 stig í innleiðandi kappingini.
Dysturin bleiv ongantíð spennandi, tí italiumenninir gjørdu at kalla ongar feilir og fingu 239 stig við teimum tilsamans 24 pílunum – bara eitt stig frá fullari úrtøku – meðan føroyska liðið fekk 225 stig.
Tá hálvfinalurnar vóru skotnar seinni í dag, var greitt, at tað verða Danmark við millum annað føroyska landsliðsvenjaranum Martin Damsbo á liðnum og Frankaríki, sum seinnapartin í morgin skulu skjóta liðfinaluna hjá compoundmonnunum, og Ungarn og Italia skulu skjóta um bronsuna.

Recurveliðið tapti eisini
Í kappingini hjá blandaðum recurveliðum luttóku 12 lið, og byrjað var við áttandapartsfinalum, tó so, at fýra tey fremstu liðini í innleiðandi kappingini – Italia, Ukraina, Frankaríki og Ísrael – sluppu beinleiðis í fjórðingsfinalurnar.
Føroyska liðið við Pernille Krogh og Hans Peturi Højgaard var aftast í innleiðandi kappingini og skeyt áttandapartsfinalu ímóti nummar fimm, sum var liðið hjá bulgarsku vertunum. Bulgari vann dystin 6 – 2.
Fjórðingsfinalurnar og hálvfinalurnar blivu eisini skotnar í dag, og úrslitið bleiv, at Ísrael og Frankaríki bresta saman í finaluni seinnapartin í morgin, fríggjadagin, og Italia og Rumenia skulu skjóta um bronsuna.
Blandað recurvelið - Hans Petur Højgaard og Pernille Krogh
Fleiri kappingar skulu til
EM-kappingin er nú av hjá føroysku skjúttunum, og hóast úrslitini eru at finna niðarlaga á stigatalvunum, so heldur Jógvan Niclasen, ið er við í Plovdiv í Bulgaria sum liðskipari, at tey samanumtikið kunnu vera nøgd.
- Plaseringarnar vóru ikki tær bestu, men allíkavæl hava skjúttarnir víst góðar dygdir. Vit skulu eisini minnast til, at hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at Pernille er við í eini altjóða kapping, og tað eru fleiri ár síðan, at Kaj hevur verið við. So nervar og manglandi kappingarroyndir spæla ein stóran leiklut. Og sjálvt um hinir tríggir skjúttarnir hava verið í fleiri altjóða kappingum, so er tað allíkavæl lítið av miklum samanborið við teir flestu av elituskjúttunum, sum eru við her, greiðir hann frá.
Tí ræður tað um at sleppa til enn fleiri kappingar.
- Nervar og manglandi kappingarroyndir viðføra, at skjúttarnir gera fleiri feilir, og tað er tað als ikki pláss fyri, um tú skalt hava góðar plaseringar í sovorðnum kappingum. Men vit vita øll, at okkara skjúttar kunnu skjóta nógv betur úrslit undir meira vanligum umstøðum. Tí er vegurin fram at luttaka í fleiri altjóða kappingum, so at royndirnar at enda vinna á nervunum, sigur Jógvan.

Jógvan Niclasen hevur drúgvar royndir frá altjóða kappingum og er liðskipari hjá føroyska EM-hópinum í Plovdiv í Bulgaria
Tað er eisini júst hetta, ið Jóannes Poulsen ofta hevur endurtikið, og hann er sjálvur besta prógvið um, at so er. Tí sjálvt um hann ikki rakk so høgt í EM-kappingini hesa ferð, so er tað blivið væl tættari millum hansara stóru avrik tess títtari, hann hevur tikið lut í altjóða kappingum. Í so máta var 2025 eitt stak gott ár hjá honum.
Føroyski EM-hópurin kemur heim leygardagin, og næsta altjóða kappingin at miða eftir verður helst EM í uttandura bogaskjóting, sum verður í Antalya í Turkalandi 18. – 24. mai.