Martin og Erika Damsbo á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum í summar

Venjing við landsliðsvenjarunum

  • 27.nov.2025
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Skjúttar, ið vilja venja fram ímóti altjóða kappingum uttanlands, verða biðin um at skitsera sær eina ætlan at hava við til venjingina í annaðkvøld

Í annaðkvøld, fríggjakvøldið 28. november, koma landsliðsvenjararnir Erika og Martin Damsbo til Føroya at hava innandura bogaskjótivenjingar. Venjingarnar byrja longu í annaðkvøld klokkan 18 í skjótihøllini hjá Vágaskoti í Miðvági. Leygardagin verður vant hjá Ørvi í Søldarfirði, byrjað verður við morgunmati klokkan 9 – 10, og síðan verður vant allan dagin. Sunnumorgunin verður aftur vant í Miðvági við somu skrá og klokkutíðum sum í Søldarfirði, men tó endar venjingin fyrr, tí venjaraparið skal til Danmarkar aftur við seinnapartsflogfarinum sunnudagin.

Venjingin er serliga ætlað bogaskjúttum, sum vilja seta sær persónlig mál við skjótingini í vetur og í summarsesongini næsta ár, og kanska miða ímóti luttøku í onkrari altjóða kapping uttanlands. Fyri at fáa eina hilling á, hvørjar ætlanir skjúttarnir hava í so máta, biður landsliðsvenjaraparið skjúttarnar um í stuttum at skriva sínar ætlanir og mál niður á ein lepa at hava við til venjingina í annaðkvøld. Talan verður ikki um bindandi ætlanir og mál, men um at hava eitt grundarlag at byggja venjingina á fram eftir.

Ætlanin er at brúka fitt av tíð í annaðkvøld uppá hugarok um ætlanirnar næsta ár, og hvørjar kappingar eru mest hóskandi at miða eftir – leparnir við skrivaðu ætlanunum/málunum hjá skjúttunum verða tí eisini týdningarmikið íkast til tað hugarokið.

Aftur