Úttøka til EM uttandura í Turkalandi
- 03.mar.2026
- Lagt út hevur: Nevndin
Fyri at koma upp á tal til EM-hópin skulu áhugaðir skjúttar skjóta í minsta lagi 500 pílar í miðal um vikuna, til kappingin byrjar. Úttøkukrøvini skulu sjálvandi eisini lúkast, og tað verða tríggjar úttøkukappingar í apríl
EM uttandura verður í Antalya í Turkalandi í døgunum 18. – 24. mai, og nú ræður um hjá áhugaðum skjúttum at seta nóg mikið av venjingartíð av. Eitt krav fyri, at ein skjútti kann kvalifisera seg til EM-hópin er nevniliga, at viðkomandi hevur skotið í minsta lagi 500 pílar um vikuna í miðal frá 1. mars at rokna og til farið verður avstað til Turkalands. Skotnu pílarnir skulu skjalprógvast í appuni Archery Succes. Í serligum førum og í samráð við landsliðsvenjararnar kann undantak gerast frá hesum kravinum.
Síðan er tað sjálv úttøkukrøvini, sum eru hesi:
Compound menn: A 680 – B 665
Compound kvinnur: A 650 – B 635
Recurve menn: A 625 – B 610
Recurve kvinnur: A 600 – B 585
Krøvini skulu skjótast við 72 pílum, recurve í 70 metur frástøðu og compound í 50 metur frástøðu.
Tilsamans verða tað tríggjar úttøkukappingar, og verða tær 11., 18. og 25. apríl – við fyrivarni fyri, at tað kann verða neyðugt at útseta ella framskunda eina úttøkukapping vegna veður ella onnur serlig viðurskifti. Eftir ætlan verða úttøkukappingarnar á skjótibreytini í Hoydølum, men nærri verður kunnað um hetta upp undir kappingarnar.
Skjúttar, ið verða tiknir út við loknum A-kravi, rinda 2.000 krónur í egingjaldi, og skjúttar, ið verða tiknir út við loknum B-kravi, rinda 4.000 krónur í egingjaldi.