Aðalfundur 15. juli

  • 16.jun.2026
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Fróði H. Poulsen, formaður, og Jógvan Niclasen, næstformaður, standa báðir fyri vali hesa ferð

 Ársaðalfundurin hjá Bogaskjótisambandinum verður mikudagin 15. juli 2026 kl 17.00 í ÍSF á Eystaru Bryggju 30 í Havn.

Skráin er henda sambært § 4, 2 í viðtøkunum (Lóg fyri Bogaskjótisamband Føroya):

1.Val av orðstýrara.

2.Starvsnevndarformaðurin greiðir frá virki BSKF’s í farna ári.

3.Framløga av grannskoðaðum roknskapi.

4.Val av nevndum, tiltakslimum og grannskoðara.

5.Innkomin mál.

6.Ymiskt.

Jógvan Niclasen (Tambar) og Fróði Heri Poulsen (Vágaskot) standa fyri vali til nýggj tvey ára skeið í starvsnevndini. Titakslimurin, sum nú er Pernille Krogh (Vágaskot), stendur fyri vali hvørt ár.

Uppskot frá limafeløgunum til aðalfundin um lógarbroytingar og val av nevndarlimum skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 7 dagar undan aðalfundinum, tað er 8. juli.

Uppskot skulu sendast við telduposti til bskf@bskf.fo og/ella við posti til Bogaskjótisamband Føroya, boks 254, 110 Tórshavn.

Aftur