Skjótt síðsta útkall til norðuratlantisku kappingina
- 12.jul.2026
- Lagt út hevur: Nevndin
Til og við 15. juli er tað ókeypis at tekna seg til Norðuratlantisku Bogaskjótikappingina
25. og 26. juli verður Norðuratlantisk a Bogaskjótikappingin 2026 – The North Atlantic Archery Competition 2026 – í Miðvági , og seinasta freist at tekna seg er nú mikudagin 15. juli . Í tann mun tað ikki órógvar fyrireikingina og skráleggingina av kappingini, ber til at tekna seg eftir 15. juli, men tá verður eitt gjald uppá 200 krónur lagt á.
Norðurlendska Bogaskjótikappingin er uttandura kapping , sum verður hildin á MB Arena í Miðvági, og kappingin er ein aðalroynd uppá Betri Oyggjaleikir , sum verða í Føroyum næsta ár . Tá verður MB Arena eisini karmur um bogaskjótikappingarnar.
Skráin fyri Norðurlendsku B ogaskjótikappingini er henda:
Leygardagin 25. juli verður ein full FITA - kapping – 144 pílar á 30, 50, 60, 70 og 90 metrum , og sunnudagin 26. juli verður eitt 720 - umfar – 72 pílar á 50 og 70 metrum.
Bogaskjótifeløgini í skotsku oyggjasamfeløgunum, Isle of Man og Íslandi eru boðin til kappingina, og væntandi koma skjúttar í hvussu er úr Orknoyggjum og Íslandi – umframt nógvir úr Føroyum sjálvandi.
Tú teknar teg til kappingina við at senda ein teldupost til bskf @bskf.fo – har navn, kyn, bogaslag og skjótifelag verða upplýst.