Heiðursmerkjavinnararnir á North Atlantic Archery Competitition í Orknoyggjum í august 2024

Norðuratlantiska kappingin í Miðvági í næsta mánað

  • 11.jun.2026
  • Lagt út hevur: Nevndin 

25. og 26. juli verður Norðuratlantiska Bogaskjótikappingin skotin í Miðvági. Kappingin verður samstundis ein aðalroynd  uppá bogaskjótikappingina á Betri Oyggjaleikum í 2027 

Beint undan ólavsøku, 25. og 26. juli, er BSKF vertur fyri Norðuratlantisku Bogaskjótikappingini 2026 – The North Atlantic Archery Competition 2026 – á MB Arena í Miðvági. 


Bogaskjúttarnir í Orknoyggjum blástu í 2024 lív í aftur Norðuratlantisku bogaskjótikappingina, sum var ein vælumtókt kapping, til hon datt niðurfyri fyri stívliga 15 árum síðan. 


Í Orknoyggjum hugsaðu tey eisini, at kappingin egnaði seg væl sum ein aðalroynd uppá bogaskjótikappingina á Oyggjaleikunum, sum skuldu verða har árið eftiraltso í fjør summarog Føroyar verða vertir fyri The North Atlantic Archery Competition, er støðan júst tann sama her, kappingin kann brúkast sum aðalroynd uppá Betri Oyggjaleikir í Føroyum í 2027.  


Bogaskjótikappingin á Betri Oyggjaleikum verður eisini á MB Arena í Miðvági. 


Á The North Atlantic Archery Competition 2026 verður kappast soleiðis: 

Leygardagin 25. juli verður ein full FITA-kapping – 144 pílar á 30, 50, 60, 70 og 90 metrum og sunnudagin 26. juli verður eitt 720-umfar – 72 pílar á 50 og 70 metrum.  


Freistin at tekna seg er 15. juli, og tað skal gerast í telduposti til bskf@bskf.foupplýs navn, kyn, bogaslag og skjótifelag. 

Nærri kunning verður, tað er greitt, hvussu nógvir luttakarar vera í kappingini. 

Aftur