Føroyski bogaskjótihópurin í NUM í Finnlandi, Narvi, Rói, Marta og Amy

Tvey heiðursmerki fingin til høldar

  • 04.jul.2026
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Teir fýra føroysku luttakararnir í NUM í Finnlandi eru væl nøgdir við úrtøkuna higartil – Marta B. Poulsen og Narvi E. B. Jensen vunnu ávikavist silvur og bronsu í einstaklingakappingunum

NUM 2026 (norðurlendski ungdómsmeistaraskapurin í bogaskjóting) er í Tampere í Finnlandi í hesum døgum, og tað bleiv til tvey føroysk heiðursmerki, tá einstaklingakappingarnar blivu skotnar í dag.

Marta B. Poulsen vann silvur hjá compound-gentunum í U15, og Narvi E. B. Jensen vann bronsu hjácompound-dreingjunum í U18.

Fýra føroyskir skjúttar eru við í NUM í ár, teir eru allir compoundskjúttar og allir úr Ørvi. Umfram Martu og Narva er tað Rói Højgaard, U18, og Amy við Rætt, U21.

Innleiðandi kappingarnar vóru í gjár, og byrjaðu í góðum skjótiveðrið fyrrapartin, tá tað var skýggjaloft, men turt og stilli. Men seinna helvtin av innleiðandi kappingunum var meira avbjóðandi, tí tá var farið at regna.

Føroysku skjúttarnir stóðu seg kortini væl, og megnaðu at koma væl afturíaftur, tá okkurt gekk ímóti.

Amy, sum stutt síðan er byrjað at skjóta við compound-boga, hevði eitt óhapp við sínum avtrekkjara (release), og hóast hon megnaði at hála fleiri av teimum mistu stigunum inn aftur og fekk tilsamans 600 stig (324+276), so endaði hon aftast av teimum seks skjúttunum í sínum bólki í innleiðandi kappingini.

Men sjálvt um hon tapti 132 – 137 móti norsku  Adele Storelv í fjórðingsfinaluni í dag, so megnaði Amy kortini at lyfta seg upp á fimtaplássið samanlagt við tað, at hon fekk væl fleiri stig enn taparin í hinari fjórðingsfinaluni.

Thordis Unnur Bjarkadottir úr Íslandi vann gull hjá compound-gentunum í U18, Sara Sjödahl úr Svøríki silvur og Sanni Aula úr Finnlandi bronsu.

Gentur compound U15. Marta B. Poulsen (Føroyar) silvur, Annika Aula (Finnland), gull, og Thilde Skogen Jensen (Noreg) bronsu


Bara tríggjar gentur kappaðust við compound-boga í U15, og hóast Marta byrjaði innleiðandi kappingina í gjár við eitt sindur av nervum, so fann hon sjálvsálitið aftur og bleiv nummar tvey í innleiðandi kappingini við 492 stigum (236+256).

Í dag vann Marta hálvfinaluna móti norsku Thilde Skogen Jensen sannførandi 111 – 88, og hon legði eisini bragdliga út í finaluni móti finsku Annika Aula. Fyrsta umfarið endaði javnt, og Marta vann tað næsta, men síðan streyk finska gentan avstað og vann finaluna samanlagt 121 – 112.

Í U18-bólkinum hjá Narva og Róa kappaðust 16 skjúttar, og teir kláraðu seg báðir væl í innleiðandi kappingini.

Narvi bleiv nummar fimm við 661 stigum (332+329) og Rói nummar 12 við 595 stigum (308+287), men júst tey bæði plássini skuldu skjóta ímóti hvørjum øðrum í áttandapartsfinalunum, sum eisini blivu skotnar í gjár.

Annar mátti lúta, men tað bleiv ein javnur dystur. Narvi byrjaði tó heldur betur, og hóast Rói megnaði at minka um munin, so vann Narvi áttandapartsfinaluna samanlagt 141 – 138.

Um hugt verður at stigatalinum hjá einstøku skjúttunum í áttandapartsfinalunum, so var Narvi nummar eitt og Rói nummar trý.

Dreingir compound U18. Mikko Riippi (Finnland), silvur, Veeti Rantala (Finnland), gull, og Narvi E. B. Jensen (Føroyar), bronsu

Hjá Narva byrjaði dagurin í dag við einum sonnum gysara, tá fjórðingsfinalan móti svenska Carl Wenneberg endaði javnt 136 – 136. Í shoot-off raktu báðir 9’aran, men Narvi var nærri miðjuni og tryggjaði sær tískil pláss í aðrari hálvfinaluni.

Í hálvfinaluni skeyt hann móti finska Mikko Riippi, sum eisini fekk ein skarpan gang. Narvi hevði munin í fyrsta og fjórða umfari, men endaði kortini við at tapa 130 – 134 samanlagt.

Narvi sleit sær d-lykkjuna (loopið) í hálvfinaluni, og tað ávirkaðiði hann ikki sørt. Tí var gott við einum steðgi millum hálvfinaluna og bronsydystin, so hann kundi koma fyri seg aftur.

Tað eydnaðist eisini Narva at vinna bronsudystin sannførandi 135 – 128 móti íslendska Magnusi Darra Markusson, sum annars bleyv nummar trý í innleiðandi kappingini fríggjadagin.

Finnarnir Veeti Rantala og Mikko Riippi vunnu ávikavist gull og silvur hjá compound-dreingjunum í U18.

Í morgin kappast Narvi og Rói saman í liðkappingini. Amy mannar eitt Team Nordic-lið saman við finsku Emma-Sofia Leino, og vónandi sleppur Marta eisini við í liðkappingina, hóast tað ikki eru nógvir skjúttar at taka av í hennara aldursbólki.

Aftur