Systkinabørn í shoot-off finalu

  • 12.feb.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 
18 metrar

Narvi Jensen vann sítt fyrsta gullheiðursmerki í vetur í einari tættari og spennandi compound-finalu á 15 metrum leygardagin. Uppaftur størri spenningur var hjá recurve-kvinnunum sunnudagin, tá finalan millum systkinabørnini Tóru Dinnu og Mariannu Reyskor mátti avgerast við shoot-off

Bogaskjótikapping hevur verið í Havn hetta vikuskiftið, har Tambar vóru vertir í skjótihøllini á Tórshavnar Skipasmiðju.

Leygardagin skutu yngru skjúttarnir úr 15 metrum, men av ymiskum orsøkum var luttøkan í lakari lagi hesa ferð og bara úr Ørvi. Marta B. Poulsen við barboga var einsamøll genta, og hjá dreingjunum høvdu bara compound-skjúttar teknað seg til kappingina. Hjá teimum bleiv tað tó, sum so ofta, ein spennandi kapping.

Gentur barbogi. Marta B. Poulsen, gull

Dávid Højgaard tryggjaði sær annað finaluplássið við at vinna innleiðandi kappingina framman fyri Narva Jensen og Jónas B. Poulsen. Narvi vann hálvfinaluna ímóti Jónas, og hann endaði eisini við at basa Dávidi í einari spennandi og javnari finalu, sum endaði 134-133. Narvi vann tískil sítt fursta gullheiðursmerki í vetur.

Dreingir compound. Úr vinstru er tað Dávid Højgaard, silvur, Narvi Jensen, gull, og Jónas B. Poulsen, bronsu. Teir eru allir úr Ørvi

Shoot-off finala

Sunnudagin áttu tey vaksnu tørn at skjóta úr 18 metrum, og her var tann størsti spenningurin í recurve-kappingini hjá kvinnum, har seks kvinnur høvdu teknað seg og fimm møttu upp . Fyri fyrstu ferð í vetur var Marianna Reynskor úr Vágaskoti við í kappingini, og fyri aðru ferð var Rebekka L. Olsen, Tambar, við – fyrru ferð var í kappingini í Havn 10. desember, tá hon vann gull. Viðmerkjast skal, at Tóra Dinna Reynskor úr Vágaskoti, sum er mest vinnandi recurve-skjúttin hjá kvinnum í vetur, ikki tók lut í kappingini 10. desember.

Spenningur var tískil longu undan kappingini, og hann gjørdist ikki minni, tá tað galt sunnudagin.

Marianna Reynskor vann innleiðandi kappingina framman fyri Tóru Dinnu, beint í hølunum á henni var Rebekka, og síðan Lea Karina Haraldsen, Vágaskot, og Pernille Krogh, Vágaskot.

Lea Karina og Pernille skuldu so kappast um, hvør av teimum fekk pláss í hálvfinaluni ímóti Mariannu, og tann dystin vann Lea Karina 6 – 2. Í hálvfinaluni mátti hon tó lúta fyri Mariannu, sum vann 7 – 1. Hina hálvfinaluna vann Tóra Dinna 6 – 0 á Rebekku.

Systkinabørnini Marianna og Tóra Dinna skuldu sostatt kappast í finaluni, og tað bleiv spenningur við lít. Regluligi dysturin endaði 5 – 5, og so mátti vinnarin finnast við shoot-off. Tað bleiv Tóra Dinna, sum var neyvari og rakti 9’aran, meðan Marianna rakti 8’aran, og vann silvur. Á breddamyndini taka tær báðar lógvatak aftaná shoot-off avgerðina. Rebekka vann bronsudystin ímóti Leu Karinu 7 – 1.

Kvinnur recurve. Úr vinstru eru tað Marianna Reynskor (Vágaskot), silvur, Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), gull, og Rebekka L. Olsen (Tambar), bronsu

Hans Petur fekk kapping

Eisini hjá monnunum bleiv recurve-kappingin spennandi, tá Michael Feldballe, Tambar, gav Hans Peturi Højgaard úr Ørvi ein skarpan gang í finaluni. Hans Petur vann tó 6 – 4.

Áðrenn tað hevði Hans Petur fyrst vunnið innleiðandi kappingina framman fyri Michael, Per Símunarson úr Ørvi og Hannis Reinert á Plógv úr Vágaskoti og síðan hálvfinaluna ímóti Hannisi Reinert á Plógv 6 – 0. Hina hálvfinaluna vann Michael 6 – 2 ímóti Peri.

Bronsudysturin ímillum Hannis og Per var eisini spennandi og endaði 6 – 4 til Hannis.

Menn recurve. Úr vinstru eru tað Michael Feldballe (Tambar), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Hannis Reinert á Plógv (Vágaskot), bronsu

Rakul vann aftur

Allar compound-kappingarnar hjá kvinnum í innandura kappingunum í vetur hava verið hólmgongur ímillum tær báðar Helenu við Misá, Ørvur, og Rakul Dam, Tambar. Soleiðis var eisini í Havn sunnudagin, og gongdin var júst tann sama, sum hon var í hinum báðum kappingunum, sum hava verið eftir nýggjár, nevniliga at Helena vann innleiðandi kappingina men Rakul finaluna og gullheiðursmerkið. Hesa ferð vann Rakul 131 – 127 í finaluni, og nú hevur hon vunnið tilsamans fimm kappingar í vetur og Helena tvær.

Kvinnur Compound. Vinstrumegin Helena við Misá (Ørvur), silvur, og Rakul Dam (Tambar), gull

Spennandi hálvfinala

Nikkel Petersen úr Ørvi hevur brotið sær bogan, og hevði tí meldað avboð til compound-kappingina hjá monnum í Havn um vikuskiftið. Eftir vóru teir tríggir Jóannes Poulsen, Ørvur, og Jógvan Niclasen, Tambar, og Sámuel Petersen, Ørvur.

Innleiðandi kappingina vann Jóannes trygt, og Sámuel bleiv nummar tvey, 20 stig framman fyri Jógvan. Í dystinum hjá teimum báðum um at sleppa í finaluna ímóti Jóannesi, kom tó vend í, og tá avtornaði vann Jógvan tepurt 143 - 141. Jóannes vann tó finaluna 147 – 141.

Menn compound. Úr vinstru eru tað Jógvan Niclasen (Tambar), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Sámuel Petersen (Ørvur), bronsu

Úrslitini í kappingini í Havn um vikuskiftið vóru hesi:

15 metrar leygardagin

Gentur barbogi

Innleiðandi og endaligt:

Marta B. Poulsen (Ørvur), 165+187 = 352.

Dreingir compound

Innleiðandi:

Dávid Højgaard (Ørvur), 272+267 =  539

Narvi Jensen (Ørvur), 263+262 = 525

Jónas B. Poulsen (Ørvur), 258+262 = 520

Hálvfinala:

Narvi – Jónas, 135 – 130.

Finala:

Dávid – Narvi, 133 – 134.

18 metrar sunnudagin

Kvinnur recurve

Innleiðandi:

Marianna Reynskor (Vágaskot), 243+228 = 471.

Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 222+221 = 443.

Rebekka L. Olsen (Tambar), 225+216 = 441.

Lea Karina Haraldsen (Vágaskot), 218+197 = 415.

Pernille Krogh (Vágaskot), 170+184 = 354.

Fjórðingsfinala:

Lea Karina – Pernille, 6 – 2.

Hálvfinala:

Marianna – Lea Karina, 7 – 1.

Hálvfinala:

Tóra Dinna – Rebekka, 6 – 0.

Bronsufinala:

Rebekka – Lea Karina, 7 – 1.

Finala:

Tóra Dinna – Marianna, 5 – 5, shoot-off, 9 – 8.

Menn recurve

Innleiðandi:

Hans Petur Højgaard (Ørvur), 277+276 = 553.

Michael Feldballe (Tambar), 265+263 = 528.

Per Símunarson (Ørvur), 249+245 = 494.

Hannis Reinert á Plógv (Vágaskot), 241+245 = 486.

Hálvfinala:

Hans Petur – Hannis, 6 – 0.

Hálvfinala:

Michael – Per, 6 – 2.

Bronsufinala:

Hannis – Per, 6 – 4.

Finala:

Hans Petur – Michael, 6 – 4.

Kvinnur compound

Innleiðandi:

Helena við Misá (Ørvur), 244+257 = 501.

Rakul Dam (Tambar), 251+245 = 496.

Finala:

Helena – Rakul, 127 – 131.

Menn compound

Innleiðandi:

Jóannes Poulsen (Ørvur), 293+287 =580.

Sámuel Petersen (Ørvur), 283+284 = 567.

Jógvan Niclasen (Tambar), 270+277 = 547.

Hálvfinala:

Sámuel – Jógvan, 141 – 143.

Finala:

Jóannes – Jógvan, 147 – 141.

Aftur