Kroystir toppskjúttar í Miðvági
- 27.jan.2025
- Lagt út hevur: Nevndin
Fleiri óvæntað úrslit vóru í bogaskjótikappingi hjá teimum vaksnu í Miðvági. Jóannes Poulsen setti føroyskt met í innleiðandi kappingini í compound, men var kortini um reppið í gullfinaluni móti Boga Andreasen. Hjá recurve-monnunum fór veteranurin Eggaba Andreasen avstað við gullinum, og Tummas P. Hansen vann silvurið, meðan sigursvandi Hans Petur Højgaard mátti smyrja seg við at vinna bronsu. Eisini hjá recurve-kvinnunum var stórur spenningur, og Lea Karina Haraldsen, ið upprunaliga bara ætlaði at kappast í U18, endaði við at tapa tepurt í shoot-off í gullfinaluni hjá seniorunum
Lagt er upp til ein spennandi endabrest í innandurakappingini hjá teimum vaksnu í bogaskjóting, tí í grand prix-kappingini, sum var skotin í Miðvági sunnudagin, vóru toppskjúttarnir av álvara kroystir. Tríggjar grand prix-kappingar eru eftir – í Søldarfirði 9. februar, í Vági 22. februar og í Havn 2. mars – áðrenn vetrarkappingin hjá seniorunum endar við FM innandura í Miðvági 16. mars.
Jóannes sett met
Jóannes Poulsen úr Ørvi, sum seinastu árini hevur vunnið allar tær heimligu kappingarnar við við compoundboganum, og eisini hevur gjørt vart við seg í altjóða kappingum, var eisini ósvitaliga tryggur í innleiðandi kappingini sunnudagin, tá hann ikki gjørdi mætari enn at seta føroyskt met við 60 pílum. Hann fekk 591 stig og var sostatt bert 9 stig frá at vinna fulla úrtøku.
Við 591 stigum av 600 møguligum sett Jóannes Poulsen nýtt froyskt met við 60 pílum í compound. Hann átti eisini gamla metið, sum var 589 stig
Kortini gjørdist brekkan óvanliga tung hjá honum í gullfinaluni móti Boga Andreasen úr Vágaskoti. Áðrenn seinasta umfar var púra javnt teirra millum, 115 – 115, men í seinasta umfarinum eydnaðist tað Jóannesi at fáa eitt stig meira enn Bogi, og vann Jóannes tískil gullið.
Jónas loypti hvøkk á
Tað var ikki einasta spennandi hólmgongan í compound-kappingini hjá monnum. Tann bara 15 ára gamli Jónas B. Poulsen úr Ørvi – sonur gullvinnaran – var nevniliga nær við at taka øll á bóli í fjórðingsfinaluni ímóti roynda Jógvani Niclasen úr Tambum.
Jónas kappast vanliga í U18, men í Miðvági tók hann eisini lut í kappingini hjá seniorunum. Hann var ikki so neyvur í fyrru helvt av innleiðandi kappingini og endaði har sum nummar fimm av fimm. Longu í seinnu helvt av innleiðandi kappingini gekst tó væl betri hjá honum at raka, og í hólmgonguni ímóti Jógvani leikaði javnt á. Tað stóð púra javnt 108 – 108 áðrenn seinasta umfar, sum tað tó eydnaðist Jógvani at vinna 28 – 26.
15 ára gamli compound-skjúttin Jónas B. Poulsen úr Ørvi (høgrumegin) gav Jógvani Niclasen skarpan gang í fjórðingsfinaluni hjá seniorunum, Jógvan vann 136 - 134
Jóannes vann sína hálvfinalu ímóti Jógvani. Og Bogi vann á Nikkel Petersen úr Ørvi í hinari hálvfinaluni. Síðan vann Nikkel bronsufinaluna ímóti Jógvani, og sum nevnt eydnaðist tað akkurát Jóannesi at koppa Boga í finaluni.
Compound menn, 18 metur. Bogi Andreasen (Vágaskot), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, Nikkel Petersen (Ørvur), bronsu
Compound dreingir U18, 18 metur. Jónas B. Poulsen (Ørvur), gull
Eisini hjá recurve-kvinnunum var tað ein U18-skjútti, ið loypti hvøkk á. Tað var Lea Karina H. Haraldsen úr Vágaskoti, sum upprunaliga bara ætlaði at kappast í U18. Har vann hon gull uttan mótstøðu, og tá av tornaði, bjóðaði hon eisini av hjá seniorunum. Tilsamans sjey skjúttar kappaðust í tí bólkinum, og tað var um reppið, at bara 14 ára gamla Lea Karina fór avstað við øllum.
Innleiðandi úrslitið hjá Leu Karinu í U18 bleiv flutt til kvinnukappingina, har hon kom at liggja ájavnt við Tóru Dinna Reynskor, Vágaskot, á fyrstaplássinum. Lea Karina slapp tó beinleiðis í hálvfinaluna, meðan Tóra Dinna skuldi skjóta fjórðingsfinalu móti Ásu Helenu B. Rasmussen, Tambar, ið endaði aftast í innleiðandi kappingini. Tóra Dinna vann sína fjórðingsfinalu, og Annika N. Johannesen, Team SuðurSkot, og Pernille Krogh, Vágaskot, vunnu sínar ímóti ávikavist Solveig Hansen, Tambar, og Barbaru Krossteig, Tambar.
Lea Karina vann síðan hálvfinaluna ímóti Pernille, og hina hálvfinaluna vann Tóra Dinna á Anniku.
Gullfinalan millum Tóru Dinnu og Leu Karinu bleiv spennandi, og tað við lít. Eftir fimm umfør stóð á jøvnum 5 – 5, og tískil skuldi vinnarin finnast í shoot-off-kapping. Tá var Tóra Dinna eitt vet meira beinrakin – hon rakti 9’aran, meðan Lea Karina rakti 8’aran.
Recurve gentur U18, 18 metur. Lea Karina H. Haraldsen (Vágaskot), gull
Recurve kvinnur, 18 metur. Lea Karina H. Haraldsen (Vágaskot), silvur, Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), gull, Pernille Krogh (Vágaskot), bronsu
14 ára gamla Lea Karina H. Haraldsen úr Vágaskoti var um reppið at fara við øllum í recurve-kappingini, men hon tapti senior-finaluna móti liðfelaganum Tóru Dinnu Reynskor í shoot-off-kapping. Her hevur hon júst fingið eitt av heiðursmerkjunum um hálsin frá Pernille Krogh, forkvinnu í Vágaskoti
Hans Petur í aldudali
Recurveskjúttin Hans Petur Højgaard úr Ørvi hevur seinastu kappingarárini verið rættiliga suverenur í toppinum, men í løtuni tykist hann vera í einum aldudali. Eftir at hava vunnið alt annað í fjør og í fyrraárið, endaði hann við at tapa FM innandura til liðfelagan Per S. Hansen tíðliga í fjør vár. Per hevur ikki tikið lut í innandurakappingini higartil í vetur. Tó at Hans Petur als ikki hevur verið nøgdur við síni avrik í vetrarkappingini, vann hann allar kappingarnar áðrenn jól, men í báðum kappingunum, sum hava verið eftir nýggjár, er gullið gloppið honum av hondum – í Miðvági sunnudagin enntá eisini silvurið.
Hans Petur vann tó innleiðandi kappingina framman fyri Bárð Magnusson, Vágaskot, á øðrumplássi, Eggaba Andreasen, Vágaskot, bleiv nummar trý, Tummas P. Hansen, Tambar, nummar fýra, og Absalon Hansen, Tambar, nummar fimm.
Absalon, sum vann kappingina í Havn 12. januar, var ikki eins neyvur í Miðvági hesa ferð. Hann tapti fjórðingsfinaluna ímóti Tummasi, sum hinvegin gjørdi ein ordans vørr. Eftir at hava vunnið fjórðingsfinaluna, vann hann eisini ein greiðan sigur í hálvfinaluni ímóti ongum øðrum enn júst Hans Peturi.
Eggaba Andreasen úr Vágaskoti, sum telist millum veteranarnar í føroyskari bogaskjóting, var av sonnum á toppinum sunnudagin. Hann vann fyrst hálvfinaluna ímóti Bárði Magnusson, og síðan gjørdi hann eisini bart ímóti Tummasi í finaluni – Eggaba vann gullfinaluna 7 – 1.
Hans Petur fór ikki púra oyðasørur úr Miðvági, tí hann vann 6 – 2 á Bárði í bronsufinaluni.
Recurve menn, 18 metur. Tummas P. Hansen (Tambar), silvur, Eggaba Andreasen (Vágaskot), gull, Hans Petur Højgaard (Ørvur), bronsu
Anja vann aftur
Tá tann fyrra innandura kappingina var í Miðvági um mánaðarskiftið november – desember kappaðist compoundskjúttin Anja Eydnudóttir úr Vágaskoti aftur fyri fyrstu ferð í seks-sjey ár. Tá vísti fyrrverandi úrvalsskjúttin, at bæði sikti og handalag enn eru í lagi, og hon vann ta kappingina greitt.
Aftur hesa ferð hevði hon teknað seg til kappingina á heimavølli, har einasta mótstøðukvinna var Rakul Dam, Tambar, og enn einaferð vann Anja greitt, fyrst innleiðandi kappingina og síðan finaluna 141 – 128.
Compound kvinnur, 18 metur. Rakul Dam (Tambar), silvur, Anja Eydnudóttir (Vágaskot), gull
Úrslit, grand prix-kappingin í Miðvági sunnudagin
U18 gentur recurve, 18 metur
Innleiðandi og endaligt:
Lea Karina H. Haraldsen (Vágaskot), 234+250 = 484.
U18 dreingir compound, 18 metur
Innleiðandi og endaligt:
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 255+270 = 525.
Kvinnur recurve
Innleiðandi:
Lea Karina H. Haraldsen (Vágaskot), 234+250 = 484 (U18 og senior)
Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 250+234 = 484.
Annika Næs Johannesen (Team SuðurSkot), 229+232 = 461.
Pernille Krogh (Vágaskot), 218+214 = 432.
Barbara Krossteig (Tambar), 195+193 = 388.
Solveig Hansen (Tambar), 191+176 = 367.
Ása Helena B. Rasmussen (Tambar), 136+143 = 279.
Fjórðingsfinalur:
Tóra Dinna – Ása Helena, 6 – 0.
Annika – Solveig, 7 – 1.
Pernille – Barbara, Pernille vann, men úrslitið vantar.
Hálvfinalur:
Lea Karina – Pernille, 6 – 4.
Tóra Dinna – Annika, 6 – 0.
Bronsufinala:
Pernille – Annika, 6 – 4.
Finala:
Tóra Dinna – Lea Karina, 5 – 5, shoot-off, 9 – 8.
Menn recurve
Innleiðandi:
Hans Petur Højgaard (Ørvur), 269+276 = 545.
Bárður Magnusson (Vágaskot), 262+252 = 514.
Eggaba Andreasen (Vágaskot), 254+258 = 512.
Tummas P. Hansen (Tambar), 264+238 = 502.
Absalon Hansen (Tambar), 243+239 = 482.
Fjórðingsfinala:
Tummas – Absalon, 6 – 2.
Hálvfinalur:
Eggaba – Bárður, 6 – 2.
Tummas – Hans Petur, 6 – 2.
Bronsufinala:
Hans Petur – Bárður, 6 – 2.
Finala:
Eggaba – Tummas, 7 – 1.
Kvinnur compound
Innleiðandi:
Anja Eydnudóttir (Vágaskot), 274 + 282 = 556.
Rakul Dam (Tambar), 200+231 = 431.
Finala:
Anja – Rakul, 141 – 128.
Menn compound
Innleiðandi:
Jóannes Poulsen (Ørvur), 295+296 = 591 (Nýtt føroyskt met).
Bogi Andreasen (Vágaskot), 290+283 = 573.
Nikkel Petersen (Ørvur), 285+286 = 571.
Jógvan Niclasen (Tambar), 278+278 = 556.
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 255+270 = 525 (U18 og senior)
Fjórðingsfinala:
Jógvan – Jónas, 136 – 134.
Hálvfinalur:
Jóannes – Jógvan, 145 – 134.
Bogi – Nikkel, 143 – 141.
Bronsufinala:
Nikkel – Jógvan, 144 – 139.
Finala:
Jóannes – Bogi, 144 – 143.