Kappingaráhugin heldur sær í bogaskjóting
- 14.jan.2025
- Lagt út hevur: Nevndin
Fleiri spennandi dystir og eisini onkur óvæntað úrslit vóru í ársins fyrstu bogaskjótikapping, sum var í Havn um vikuskiftið. Tilsamans 30 skjúttar møttu upp til kappingina
Vetrarkappingin í bogaskjóting bleiv uppafturtikin um vikuskiftið, tá kappast var í Havn, og stóri áhugin at kappast, sum var í fyrru helvt at kappingini, sær út til at halda sær. 31 skjúttar høvdu teknað seg til kappingina, og 30 møttu upp – 13 barna- og ungdómsskjúttar og 17 seniorar.
Kappingin hjá børnum og ungum leygardagin
Leygardagin kappaðust børn og ung. Nýggja kappingarskipanin við aldursbólkum ger, at einstakir bogaskjúttar ofta enda einsamallir í einum bólki. So var eisini hesa ferð. Marta B. Poulsen úr Ørvi var einsamøll í sínum bólki, U16 gentur compound, og vann tí gull uttan kapping. Tað sama gjørdi Høgni Johannesen úr Ørvi, sum var einsamallur í bólkinum U16 dreingir compound, og eisini Lea Karina H. Haraldsen úr Vágaskoti vann uttan kapping í sínum bólki, U18 gentur recurve.
Compound dreingir U16, 12 metur. Høgni Johannesen (Ørvur), gullRecurve gentur U18, 18 metur. Lea Karina H. Haraldsen (Vágaskot), gull
Hjá teimum yngstu skjúttunum, tað er U12 í átta metur frástøðu, var kapping við berboga hjá bæði gentum og dreingjum.
Hjá gentunum kappaðust tær báðar Herta S. Heradóttir úr Vágaskoti og Maia Petersen úr Ørvi enn einaferð. Herta vann innleiðandi kappingina sannførandi við 260 stigum móti 192, men í finaluni fekk hon skarpan gang frá Maiu. Herta vann tvey tey fyrstu umførini og Maia tvey tey næstu, so at støðan var 4 – 4, áðrenn fimta og avgerandi umfarið. Tá var Herta tann stinnara, og vann hon umfarið og tískil gullið.
Hjá U12-dreingjunum við berboga kappaðust tríggir skjúttar um býtið av heiðursmerkjum. Arthur Olsen úr Tambum vann innleiðandi kappingina og við tí eisini annað finaluplássið. Hitt finaluplássið vann John B. á Skúr úr Tambum við einum 6 – 2 sigri á Liam S. Herason úr Vágaskoti. Í finaluni vísti Arthur somu styrki sum í innleiðandi kappingini og vann 6 – 2.
Hjá recurve-dreingjunum í U16 gjørdi Jón Sjúrður Jóhansson úr Vágaskoti veruliga bart hesa ferð. Kappingarneytarnir vóru Brandur T. Hansen úr Tambum og Meinhard G. Gaardlykke úr Ørvi. Jón Sjúrður vann innleiðandi kappingina og annað finaluplássið. Brandur vann hitt finaluplássið við at vinna 6 – 2 á Meinhardi í hálvfinaluni. Jón Sjúrður helt stílin í finaluni, sum hann vann 6 – 2 ímóti Brandi.
Compound-kappingin hjá dreingjunum í U18 var sum so ofta áður spennandi, og enn einaferð vóru teir báðir Jónas B. Poulsen og Narvi E. B. Jensen, báðir úr Ørvi, einsamallir í bólkinum. Innleiðandi kappingin var at kalla púra jøvn, men Jónas var tó tvey stig fremri, tá avtornaði – hann fekk 537 stig og Narvi 535 stig. Hóast finaluumførini vóru rættiliga jøvn, vann Jónas øll uttan eitt, sum endaði javnt. Samanlagt vann hann finaluna 138 – 132.
Kappingin hjá teimum vaksnu sunnudagin
Bæði hjá recurve-kvinnunum og recurve-monnunum vóru úrslitini óvæntað, um tað verður samanborið við undanfarnu kappingar í vetur.
Seks kvinnur kappaðust hesa ferð, og størsti hvøkkurin mundi vera javna kappingin millum møðgurnar Pernille Krogh og Tóru Dinnu Reynskor. Tóra Dinna plagar at vinna á mammuni, tá av tornar, men so varð ikki í Havn sunnudagin.
Tær báðar vóru rættiliga suverenar í innleiðandi kappingini, har tær sum tær einastu fingu oman fyri 400 stig. Tað fingu báðar so ruddiliga, men Pernille endaði seks stig framman fyri við sínum 489 stigum móti teimum 483 hjá Tóru Dinnu. Annika Næs Johannesen, Team SuðurSkot, bleiv nummar trý í innleiðandi kappingini, Barbara Krossteig, Tambar, nummar fýra, Solveig Hansen, Tambar, nummar fimm, og Ása Helena B. Rasmussen, Tambar, nummar seks.
Sum tær fremstu í innleiðandi kappingini høvdu Pernille og Tóra Dinna vunnið sær pláss í hálvfinalunum, og tvær fjórðingsfinalur skuldu gera av, hvørjar mótstøðukvinnurnar blivu.
Barbara vann 6 – 4 á Solveig í aðrari fjórðingsfinaluni, meðan Annika vann 6 – 0 á Ásu Helenu í hinari. Síðan vóru hálvfinalurnar á skránni. Pernille lat ongan iva vera um sítt finalupláss, tá hon vann hálvfinaluna ímóti Barbaru 6 – 0. Í hinari hálvfinaluni var hinvegin spenningur, tí eftir trý umfør var Annika á odda 4 – 2. Men tá gjørdi Tóra Dinna bart og vann tey seinastu tvey umførini til endastøðuna 6 – 4.
Finalan bleiv spennandi, tí fleiri av umførunum vóru ógvuliga tøtt, men eftir tey fimm umførini var Pernille omaná og vann samanlagt 7 – 3 á døttrini.
Í recurve-kappingini hjá monnum vóru fimm mans um boðið, og eisini her vóru óvæntað úrslit.
Veteranurin Abalon Hansen, Tambar, venur nógv, men hevur sjáldan tikið lut í innandura grand prix-kappingunum seinastu árini. Tað gjørdi hann tó sunnudagin, tá tað í finaluumførunum bleiv vent upp og niður í raðfylgjuni samanborið við innleiðandi kappingina, og hann endaði við gullheiðursmerkinum.
Bárður Magnusson úr Vágaskoti siglir, so hansara luttøka í kappingunum er óstøðug, men hann tykist hava tikið seg nógv fram í vetur. Hann vann innleiðandi kappingina eitt vet framman fyri Hans Petur Højgaard úr Ørvi. Triðjaplássið fekk Eggaba Andreasen, Vágaskot, Absalon bleiv nummar fýra, og Tummas P. Hansen, Tambar, bleiv nummar fimm.
Absalon og Tummas skuldu sostatt skjóta fjórðingsfinalu, og her syfti Absalon fyrsta fongin við at vinna 6 – 0. Hann skuldi sostatt í dyst við Bárð í hálvfinaluni, og aftur vísti Absalon, at hann hevði funnið rætta siktið og handalagið. Hann vann hálvfinaluna sannførandi 7 – 1. Hin hálvfinalan, sum var millum Hans Petur og Eggaba, bleiv hinvegin tann mest spennandi hólmgongan á degnum, tí eftir fimm umfør var støðan 5 – 5. Finaluplássið skuldi tískil gerast av við shoot-off, og tað vann Eggaba, tá hann rakti 9’aran, meðan Hans Petur rakti 8’aran.
Í bronsufinaluni millum Hans Petur og Bárð var Hans Petur meira beinrakin og vann 6 – 2.
Eisini Eggaba tykist hava tikið seg fram í seinastuni. Hann tapti gaman í 2 – 6 eftir fýra umfør í finaluni móti Absalon, men tað stóð 2 – 2 eftir tvey umfør, og tey bæði seinastu umførini vóru sera jøvn, 27 – 25 og 26 – 25 til Absalon.
Rakul Dam, Tambar, og Helena við Misá, vóru sum so ofta einsamallar i compound-kappingini hjá kvinnum. Hesa ferð var Helena greitt omaná og vann finaluna 119 – 106 eftir eisini at hava vunnið innleiðandi kappingina sannførandi.
Hjá monnunum við compound-boga kappaðust fýra skjúttar, og spenningur var um annað finaluplássið og eisini í bronsufinaluni.
Jóannes Poulsen úr Ørvi lat tó ongantíð nakran iva verða um, hvar skápið skuldi standa. Hann vann innleiðandi kappingina framman fyri Boga Andreasen úr Vágaskoti, Nikkel Petersen úr Ørvi á triðjaplássi, og Jógvan Niclasen úr Tambum bleiv nummar fýra. Jóannes vann eisini hálvfinaluna ímóti Jógvani sannførandi 145 – 139, men í hinari hálvfinaluni, sum var millum Nikkel og Boga, var sera javnt. Tá av tornaði vann Nikkel við einum stigi framman fyri Boga – endastøðan bleiv 144 – 143.
Eisini bronsufinalan millum Jógvan og Boga var jøvn, men Jógvan var tann stinnari og vann 143 – 141. Í finaluni var Jóannes eins tryggur og í dystunum frammanundan, og hann vann 148 – 139 á Nikkel.
Úrslit, børn og ung leygardagin 11. januar:
Gentur berbogi U12, 8 metur
Innleiðandi:
Herta S. Heradóttir (Vágaskot), 114+146 = 260
Maia Petersen (Ørvur), 84+108 = 192
Finala:
Herta – Maia, 6 – 4.
Dreingir berbogi U12, 8 metur
Innleiðandi:
Arthur Olsen (Tambar), 210+187 = 397.
John B. á Skúr (Tambar), 175+160 = 335.
Liam S. Herason (Vágaskot), 135+92 = 227.
Hálvfinala:
John – Liam, 6 – 2.
Finala:
Arthur – John, 6 – 2.
Dreingir recurve U16, 12 metur
Innleiðandi:
Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 195+208 = 403.
Brandur T. Hansen (Tambar), 201+174 = 375.
Meinhard G. Gaardlykke (Ørvur), 169+147 = 316.
Hálvfinala:
Brandur – Meinhard, 6 – 2.
Finala:
Jón Sjúrður – Brandur, 6 – 2.
Gentur compound U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Marta B. Poulsen (Ørvur), 231+247 = 478.
Dreingir compound U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Høgni Johannesen (Ørvur), 217+214 = 431.
Gentur recurve U18, 18 metur
Innleiðandi og endaligt:
Lea Karina H. Haraldsen (Vágaskot), 221+211 = 432.
Dreingir compound U18, 18 metur
Innleiðandi:
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 268+269 = 537.
Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 269+266 = 535.
Finala:
Jónas – Narvi, 138 – 132.
Úrslit, vaksin sunnudagin 12. januar
Kvinnur recurve
Innleiðandi:
Pernille Krogh (Vágaskot), 241+248 = 489.
Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 238+245 = 483.
Annika Næs Johannesen (Team SuðurSkot), 171+223 = 394.
Barbara Krossteig (Tambar), 184+177 = 361.
Solveig Hansen (Tambar), 188+138 = 326.
Ása Helena B. Rasmussen (Tambar), 149+143 = 292.
Fjórðingsfinalur:
Annika – Ása Helena, 6 – 0.
Barbara – Solveig, 6 – 4.
Hálvfinalur:
Pernille – Barbara, 6 – 0.
Tóra Dinna – Annika, 6 – 4.
Bronsufinala:
Annika – Barbara, 6 – 4.
Finala:
Pernille – Tóra Dinna, 7 – 3.
Menn recurve
Innleiðandi:
Bárður Magnusson (Vágaskot), 271+273 = 544.
Hans Petur Højgaard (Ørvur), 273+267 = 540.
Eggaba Andreasen (Vágaskot), 252+257 = 509.
Absalon Hansen (Tambar), 252+239 = 491.
Tummas Petur Hansen (Tambar), 225+210 = 435.
Fjórðingsfinala:
Tummas Petur – Absalon, 6 – 0.
Hálvfinalur:
Absalon – Bárður, 7 – 1.
Eggaba – Hans Petur, 5 – 5, shoot-off, 9 – 8.
Finala:
Absalon – Eggaba, 6 – 2.
Kvinnur compound
Innleiðandi:
Helena við Misá (Ørvur), 234 + 251 = 485.
Rakul Dam (Tambar), 226+196 = 422.
Finala:
Helena – Rakul, 119 – 106.
Menn compound
Innleiðandi:
Jóannes Poulsen (Ørvur), 292+293 = 585.
Bogi Andreasen (Vágaskot), 280+289 = 569.
Nikkel Petersen (Ørvur), 279+285 = 564.
Jógvan Niclasen (Tambar), 279+283 = 562.
Hálvfinalur:
Jóannes – Jógvan, 145 – 139.
Nikkel – Bogi, 144 – 143.
Bronsufinala:
Jógvan – Bogi, 143 – 141.
Finala:
Jóannes – Nikkel, 148 – 139.