Martin Damsbo vandi eisini teir bestu føroysku skjúttarnar seinasta kappingarár. Her fylgir hann við compound-skjótingini á venjingarleguni hjá føroysku skjúttunum í Danmark í fjør summar

Fyrireikið tykkum til venjaravitjanina

  • 21.nov.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Venjing verður við Martin og Eriku Damsbo Damsbo leygardagin og sunnudagin. Landsliðsskjúttarnir eru í miðdeplinum, men allir skjúttar eru vælkomnir at lurta og læra. Landliðsskjúttarnir, og tey, ið ætla at bjóða seg fram í størri kappingum, skulu fyrireika seg við at skjóta 30 pílar, áðrenn venjingin byrjar

Í annaðkvøld koma hjúnini Martin og Erika Damsbo til Føroya at hava tað fyrsta venjingarvikuskiftið, síðan avtala bleiv gjørd við tey seint í summar um at átaka sær høvuðsvenjarauppgávurnar í sambandi við bogaskjótilandsliðið og skjúttar, ið ætla sær at koma upp á tað stigið.

Martin og Erika Damsbo eru bæði tvey úrvalsskjúttar á hægsta altjóða stigi, og Martin var eisini høvuðsvenjari hjá teimum bestu skjúttunum frá í fjør vár til í summar. Nú verður venjingin so styrkt við Eriku, ið serliga skal taka sær av at venja recurve-skjúttarnar, meðan Martin hugsavnar seg um compoundskjúttarnar.

Martin Damsbo á venjingarleguni hjá føroysku úrvals-bogaskjúttunum í Danmark í juni í fjør. Hann telist millum heimsins bestu compoundskjúttar og hevur millum annað vunnið heiðursmerki í bæði EM og VM í bogaskjóting

Erika Damsbo er ættað úr Australia og er eisini bogaskjútti heimsflokki
(Myndin er av heimasíðuni hjá World Archery)

Tey koma í annaðkvøld, men formliga venjingin byrjar við morgunmati leygarmorgunin klokkan 9 í skjótihøllini hjá Tambum á skipasmiðjuni í Havn, og síðan verður vant allan dagin har. Sunnudagin er skráin nøkulunda tann sama, men tá er høllin hjá Vágaskoti í Miðvág karmur um venjing og máltíðir. Eisini tá verður byrjað klokkan 9 við morgunmati.

Fyri at fáa sum mest burtur úr vikuskiftinum, heitir venjaraparið á øll, sum ætla at taka lut í úrvalsvenjingini, um at skjóta 30 pílar á eitt nýtt andlit (40 sentimetrar), áðrenn møtt verður til venjingina. Skjúttarnir avgera sjálvir, um teir brúka einkult- ella triple-andlit, men tey skulu skriva skoruna á andlitið og taka tað við sær til venjingina.

Á tann hátt kunnu tey hampuliga skjótt fáa eina nøkulunda fatan av støðinum hjá einstøku skjúttunum, so tað ikki skal brúkast nógv tíð til at lesa tað av undir sjálvari venjingini – og hetta ger seg serliga galdandi fyri teir skjúttarnar, ið venjaraparið ikki kennir ella ikki kennir serliga væl.

Seinast var eisini avtala gjørd við Søren Ipsen, ið er serliga nógv brúktur til venjing av ungdómsskjúttum og breiddini. Hann virkaði sum hjá- ella hjálparvenjari hjá Martini Damsbo.

Ongin føst venjaraavtala er gjørd við Søren Ipsen fyri hetta kappingarárið, men hann er sinnaður at taka uppgávur á seg eftir áheitan, og avtala er longu gjørd við hann um at hava eitt skeið fyri venjarar/ábyrgdarar úti í teimum lokalu feløgunum.

Søren Ipsen er ikki fast atknýttur BSKF-venjari hetta kappingarárið, men er til reiðar, tá heitt verður á hann, og avtala er longu gjørd um eitt skeið fyri venjarar/ábyrgdarar úti í bogaskjótifeløgunum

Aftur