15 børn kappaðust í Miðvági
- 26.jan.2025
- Lagt út hevur: Nevndin
Tað var gravgangur eftir at tekna seg til bogaskjótikappingina í Miðvági um vikuskiftið. 15 skjúttar í U16 og U12 kappaðust í dag. Nakrir spennandi dystir vóru, og ein bronsufinala mátti avgerast við shoot-off. Kappingin hjá U18 er flutt til tey vaksnu sunnudagin
Innandura bogaskjótikapping er í Miðvági um vikuskiftið, og hugurin at luttaka er stórur. Í dag hava 15 skjúttar í U16 og U12 kappast, men tá blivu tveir skjúttar, ið vóru teknaðir til kapping í U18 – Lea Karina H. Haraldsen, Vágaskot, gentur recurve, og Jónas B. Poulsen, Ørvur, dreingir compound – fluttir til kappingina í morgin, sunnudagin. Aftur fyri fáa tey bæði so møguleika at kappast bæði í U18 og saman við seniorunum sunnudagin.
Nakrar spennandi hólmgongur vóru í dag, og tann mest spennandi var bronsufinalan millum Róa Højgaard og Aron Johansson, báðir úr Ørvi, hjá compound-dreingjunum í U16. Eftir tey fimm regluligu umførini stóð á jøvnum teirra millum 105 – 105, og so mátti avgerðin falla við shoot-off. Tá var Rói eitt vet neyvari og rakti 9’aran, meðan Aron rakti 8’aran.
Rói Højgaard (vinstrumegin) og Aron Johansen, báðir úr Ørvi, máttu avgera bronsufinaluna við shoot-off. Tá var Rói eitt vet neyvari og rakti 9'aran, meðan Aron rakti 8'aran
Narvi E. B. Jensen úr Ørvi plagar, tó at hann ikki hevur fylt 14 enn, at kappast við compoundboga í U18 í 18 metur frástøðu, men hesa ferð hevði hann teknað seg til kappingina í U16. Tað gjørdi hann fyri at venja seg eitt sindur aftur at skjóta í 12 metur frástøðu, áðrenn hann skal taka lut í donsku kappingini, Frederiksborg Pokalen 2025, sum verður í Hillerød 2. februar. Har er nann nevniliga teknaður til í U16 (aspirantur), har skotið verður úr 12 metrum.
Narvi vann innleiðandi kappingina í Miðvági rættiliga greitt, næstur var Høgni Johannesen úr Ørvi, Rói bleiv nummar trý og Aron nummar fýra. Narvi vann síðan hálvfinaluna ímóti Aron 134 – 104, meðan dysturin millum Høgna og Róa í hinari hálvfinaluni var væl javnari. Høgni hevði tó munin og vann 112 – 107. At enda vann Narvi trygt 136 – 119 á Høgna í finaluni.
U16, dreingir compound. Høgni Johannesen (Ørvur), silvur, Narvi E. B. Jensen (Ørvur), gull, Rói Højgaard (Ørvur), bronsu
Hjá U12-gentum við berboga vóru Herta S. Heradóttir úr Vágaskoti og Maia Petersen úr Ørvi aftur einsamallar í kappingini. Herta vann innleiðandi kappingina greitt, men í finaluni fekk hon væl størri mótstøðu frá Maiu. Hon misti tó onkran píl í fyrsta umfarinum, sum Herta vann ruddiliga, síðan vann Maia næsta umfarið. Í triðja umfarið leikaði javnt á, men Herta var eitt vet neyvari og vann tað tepurt 19 – 18, áðrenn hon gjørdi bart í fjórða umfarinum, sum hon vann greitt og harvið dystin 6 – 2.
U12, gentur berbogi, 8 metur. Herta S. Heradóttir (Vágaskot), gull, Maia Petersen (Ørvur), silvur
Hjá U12-dreingjunum við berboga kappaðust fýra skjúttar. Arthur Olsen úr Tambum vann innleiðandi kappingina framman fyri John B. á Skúr, Tambar, Eiri Thomassen úr Vágaskoti bleiv nummar trý og Liam S. Herason úr Vágaskoti nummar fýra. Báðar hálvfinalurnar endaðu 6 – 0, Arthur vann á Liam og John á Eiri. Í bronsufinaluni millum Liam og Eiri var spenningur í, til hólmgongan var hálvrunnin. Tá høvdu teir vunnið hvør sítt umfar, men síðan vann Liam tey bæði seinastu umførini og sostatt hálvfinaluna 6 – 2. Í finaluni vísti Arthur enn einaferð sína styrki, tá hann vann 6 – 0 á John.
U12, dreingir berbogi, 8 metur. John B. á Skúr (Tambar), silvur, Arthur Olsen (Tambar), gull, Liam S. Herason (Vágaskot), bronsu
U16, gentur compound, 12 metur. Marta B. Poulsen (Ørvur), gull
Hesa ferð var bara ein skjútti einsamallur í sínum bólki. Tað var Marta B. Poulsen úr Ørvi, sum tískil vann gull uttan mótstøðu í U16 hjá compound-gentum.
Eisini í U16-kappingini hjá recurve-dreingjunum luttóku fýra skjúttar, og her speglaði innleiðandi kappingin væl og virðiliga endaliga úrslitið.
Brandur T. Hansen, Tambar, vann innleiðandi kappingina framman fyri Jón Sjúrði Jóhansson úr Vágaskoti. Meinhard Gaardlykke úr Ørvi bleiv nummar trý og Leivur á Torkilsheyggi, somuleiðis úr Ørvi, bleiv nummar fýra.
Brandur vann síðan sína hálvfinalu ímóti Leivi 6 – 0, og Jón Sjúrður vann eisini 6 – 0 Meinhardi í hinari hálvfinaluni. Í bronsufinaluna vann Meinhard 6 – 2 á Leivi, men finalan millum Brand og Jón Sjúrð gjørdist hinvegin rættiliga. Brandur vann fyrsta umfar, Jón Sjúrður tað næsta og síðan aftur Brandur tað triðja. Men fjórða umfarið endaði javnt 21 – 21, so at støðan tá var 5 – 3 til Brand. Tá helt Brandur tó, at tað hevði verið nóg spennandi, so hann bant knút á sigurin við at vinna fimta umfarið 26 – 20.
U16, dreingir recurve, 12 metur. Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), silvur, Brandur T. Hansen (Tambar), gull, Meinhard Gaardlykke (Ørvur), bronsu
Úrslit, U16 og U12 leygardagin 25. januar
Gentur berbogi U12, 8 metur
Innleiðandi:
Herta S. Heradóttir (Vágaskot), 149+139 = 288
Maia Petersen (Ørvur), 122+81 = 203
Finala:
Herta – Maia, 6 – 2.
Dreingir berbogi U12, 8 metur
Innleiðandi:
Arthur Olsen (Tambar), 216+219 = 435.
John B. á Skúr (Tambar), 208+170 = 378.
Eiri Thomassen (Vágaskot), 125+133 = 258
Liam S. Herason (Vágaskot), 114+138 = 252.
Hálvfinalur:
Arthur – Liam, 6 – 0.
John – Eiri, 6 – 0.
Bronsufinala:
Liam – Eiri, 6 – 2.
Finala:
Arthur – John, 6 – 0.
Dreingir recurve U16, 12 metur
Innleiðandi:
Brandur T. Hansen (Tambar), 249+226 = 475.
Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 214+205 = 419.
Meinhard G. Gaardlykke (Ørvur), 194+167 = 361.
Leivur á Torkilsheyggi (Ørvur), 180+156 = 336.
Hálvfinalur:
Brandur – Leivur, 6 – 0.
Jón Sjúrður – Meinhard, 6 – 0.
Bronsufinala:
Meinhard – Leivur, 6 – 2.
Finala:
Brandur – Jón Sjúrður, 7 – 3.
Gentur compound U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Marta B. Poulsen (Ørvur), 217+228 = 445.
Dreingir compound U16, 12 metur
Innleiðandi:
Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 285+268 = 553.
Høgni Johannesen (Ørvur), 235+237 = 472.
Rói Højgaard (Ørvur), 200+225 = 425.
Aron Johansson (Ørvur), 189+199 = 388.
Hálvfinalur:
Narvi – Aron, 134 – 104.
Høgni – Rói, 112 – 107.
Bronsufinala:
Rói – Aron, 105 – 105, shoot-off 9 – 8.
Finala:
Narvi – Høgni, 136 – 119.