Ársins fyrsta bogaskjótikapping verður í Havn
- 05.jan.2025
- Lagt út hevur: Nevndin
Næsta vikuskifti 11. og 12. januar verða Tambar vertir fyri innandura bogaskjótikapping. Seinasta freist at tekna seg er týskvøldið 7. januar klokkan 22
Næsta vikuskifti byrja innandurakappingarnar i bogaskjóting aftur, og ársins fyrsta kapping verður í Havn. Bogaskjótifelagið Tambar er vertur, og skotið verður í skjótihøllini hjá felagnum úti á skipasmiðjuni í Havn.
Leygardagin 11. januar kappast barna- og ungdómsskjúttarnir í aldursbólkunum U12 (átta metur frástøðan), U16 (12 metur frástøða) og U18 (18 metur frástøða), og sunnudagin 12. januar er Grand Prix-kapping hjá teimum vaksnu á 18 metrum.
Báðar dagarnar byrjar kappingin klokkan 14 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn.
Fyrivarni verður tikið fyri, at broytingar kunnu henda í tíðarsetingunum alt eftir, hvussu stórur áhugin at luttaka er.
Tekningarfreistin er týskvøldið 7. januar klokkan 22.
Leinki at tekna seg er HER