Stór luttøka og áhugaverd úrslit
- 02.dec.2024
- Lagt út hevur: Nevndin
Tilsamans 16 skjúttar møttu til kappingina hjá teimum vaksnu bogaskjúttunum í Miðvági sunnudagin, so neyðugt var at býta sundur í innleiðandi umfarinum. Fleiri spennandi dystir vóru, Jóannes Poulsen setti øll kappingarmet við at fáa fulla úrtøku í compound-finaluni hjá monnum, og Annika Næs Johannesen úr Team SuðurSkot vakti ans við at vinnu bronsu í síni fyrstu recurve-kapping nakrantíð. Eisini í kappingini hjá barna- og ungdómsskjúttunum leygardagin var áhugin at luttaka stórur – har kappaðust tilsamans 12 skjúttar
Hugurin at luttaka í bogaskjótikappingunum í vetur tykist vera stórur. Serliga hjá teimum vaksnu er gravgangur eftir at tekna seg, men eftir heldur laka undirtøku í tí allarfyrstu kappingini, hevur hugurin hjá teimum yngru skjúttunum at luttaka í kappingunum eisini verið vaksandi.
Um vikuskiftið varð kappast í høllini hjá Vágaskoti í Miðvági, og ikki færri enn 31 skjúttar tilsamans høvdu teknað seg. Tveir skjúttar máttu tó geva avboð – ein recurve-kvinnaog ein drongur í U18 compound – so leygardagin stillaðu 12 barna- og ungdómsskjúttar upp til kapping og sunnudagin 16 vaksnir skjúttar.
Tað rúmast tó ikki 16 skjúttar í senn á strikuni í skjótihøllini í Miðvági, og tí bleiv innleiðandi kappingin sunnudagin býtt sundur í eitt A-rað og eitt B-rað.
Tað bleiv aftur ein undirhaldandi kapping hjá teimum vaksnu.
Hýrurin var sum altíð góður hjá bogaskjúttunum eftir lokna kapping
Fyrsta kappingin hjá Anniku gav bronsu
Í teimum seinastu kappingunum hava tær báðar Barbara Krossteig úr Tambum og Annika Næs Johannesen úr Team SuðurSkot duellerað við berboga, men hesa ferð høvdu báðar teknað seg til kappingina í recurve í staðin. Barbara mátti tíverri geva avboð vegna skaða í økslini, men Annika gjørdi ikki mætari enn at vinna bronsu í síni fyrstu recurve-kapping nakrantíð.
Jagoda Wardak, Tambar, vann innleiðandi kappingina framman fyri Tóru Dinnu Reynskor úr Vágaskoti á øðrumplássi. Pernille Krogh, Vágaskot, var nummar trý, Annika Næs Johannesen, Team SuðurSkot, nummar fýra og Ása Helena B. Rasmussen, Tambar, nummar fimm.
Ása Helena og Annika skuldu síðan dystast um rættin at skjóta semifinalu ímóti Jagodu, meðan móðir og dóttir, Pernille og Tóra Dinna, skuldu í hólmgongu í hinari semifinaluni.
Annika vann ein greiðan 6 – 0 sigur á Ásu Helenu, og tó at hon tapti 0 – 6 ímóti Jagodu í semifinaluni, hevði hon í hvussu er tryggja sær rættin at skjóta um bronsuna.
Í hinari semifinaluni var Tóra Dinna eirindaleys í dystinum ímóti mammuni, og so var greitt, at Jagoda og Tóra Dinna enn einaferð skuldu skjóta finaluna, meðan Pernille og Annika skuldu dystast um bronsuna.
Pernille vann fyrsta umfarið í bronsufinaluni, men síðan gjørdi Annika bart og vann trý tey næstu umførini. Tískil vann hon bronsufinaluna 6 – 2 og var ovurfegin.
Í finaluni vísti Jagoda enn einaferð sína styrki og vann 6 – 0 ímóti Tóru Dinnu.
Kvinnur recurve, 18 metur. Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), silvur, Jagoda Wardak (Tambar), gull, og Annika Næs Johannesen (Team SuðurSkot), bronsu
Hans Petur nummar eitt
Hjá recurve-monnunum kappaðust tríggir skjúttar, so tá Hans Petur Højgaard úr Ørvi vann innleiðandi kappingina, vann hann sær samstundis beinleiðis pláss í finaluni. Bárður Magnusson og Eggaba Andreasen, báðir úr Vágaskoti, sum blivu ávikavist nummar tvey og trý í innleiðandi kappingini skuldu so í dyst um hitt finaluplássi, og tann dystin vann Bárður 7 – 1.
Hans Petur vann síðan finaluna 6 – 2 ímóti Bárði.
Menn recurve, 18 metur. Bárður Magnusson (Vágaskot), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Eggaba Andreasen (Vágaskot), bronsu
Sannførandi come-back hjá Anju
Fyrrverandi topp-bogaskjúttin Anja Eydnudóttir, Vágaskot, hevur ikki kappast seinastu seks – sjey árini, men hevði bustað dustið av boganum og teknað seg til compound-kappingina hjá kvinnum sunnudagin.
Evnini tóktust tó ikki vera dovnað stórvegis av at liggja í dvala í nøkur ár, tí hon var í serflokki alla kappingina á tamb.
Anja vann innleiðandi kappingina suverent og harvið annað finaluplássi. Helena við Misá úr Ørvi bleiv nummar tvey í innleiðandi kappingini og Rakul Dam, Tambar, nummar trý, men tá tær síðan brustu saman í dystinum um hitt finaluplássið, var viðvent í holuni, tí tá var Rakul tann stinnara og vann hálvfinaluna 124 – 113.
Síðan vann Anja finaluna 138 – 115 ímóti Rakul.
Kvinnur compound, 18 metur. Rakul Dam (Tambar), silvur, Anja Eydnudóttir (Vágaskot), gull, og Helena við Misá (Ørvur), bronsu
Spenningur og undirhald
Seinastu nógvu kappingarnar hava compound-menninir tryggjað spenning og undirhald fyri allar pengarnar, og soleiðis var aftur hesa ferð.
Jóannes Poulsen úr Ørvi vann innleiðandi kappingina framman fyri Nikkel Petersen, Ørvur, Boga Andreasen, Vágaskot, og Jógvan Niclasen, Tambar.
Bogi vann ein hampuliga tryggan sigur uppá 142 – 136 í sínari hálvfinalu ímóti Nikkel, men hin hálvfinalan, sum var millum Jóannes og Jógvan, bleiv ein ordans gysari, tí báðir raktu líka væl. Tískil stóð á jøvnum 144 – 144 tá tey fimm umførini vóru skotin, og so skuldi hálvfinalan avgerast við shoot-off. Tá hevði Jóannes munin og rakti 10’aran, meðan Jógvan var eitt vet ytri og rakti 9’aran.
Undirhaldið steðgaði tó ikki har. Fyrst skuldu tapararnir av hálvfinalunum, Nikkel og Jógvan, skjóta um bronsuna, og tað bleiv eisini ein sera tættur dystur. Tvey tey fyrstu umførini endaðu javnt, síðan vann Nikkel tað triðja umfarið við einum stigi, 29 – 28, eisini tað fjórða umfarið endaði javnt, men tað fimta umfarið koppaði eisini til fyrimuns fyri Nikkel, aftur 29 – 28, so hann vann bronsufinaluna við tveimum stigum framman fyri Jógvan, 145 – 143.
15 plettksot á rað
Ofta eru 145 stig nóg mikið til at vinna eina finalu, men tey munaðu lítið hjá Boga í gullfinaluni, tí her gjørdi Jóannes tað bragd at fáa fulla úrtøku í øllum fimm umførunum – fimm ferðir 30 stig ella tilsamans 150 stig av 150 møguligum við tilsamans 15 pílum.
Menn compound, 18 metur. Bogi Andreasen (Vágaskot), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Nikkel Petersen (Ørvur), bronsu
Ei undur í, at Jóannes gjørdi eitt sigurssælt indiánaraýl, tá hann gekk fram ímóti triple-andlitunum eftir seinastu pílunum og sá teir allar standa so vakurt rætt út úr miðjuni á hvør sínum andliti.
Hetta var avgjørt kappingarmet hjá honum, og neyvan hevur nakar áður vunnið eina kappingarfinalu í bogaskjóting í Føroyum við mest møguligum stigatali.
Jóannes Poulsen úr Ørvi kundi saktans vera errin - hansara finaluúrslit fæst ikki betri, so talan er um met, ið ikki kann setast, men bara javnsetast
Í teimum báðu fyrstu grand prix-kappingunum í vetur var kapping við berboga hjá kvinnum, og leygardagin vildu menninir ikki standa aftanfyri. Hjá teimum vaksnu er tað bara hjá Team SuðurSkot, at tað verður skotið við berboga, og haðani vóru teir báðir Thomas Christensen og Hugin Næs Lave komnir norður um at kappast.
Hugin var tann stinnari í Miðvági sunnudagin og vann fyrst innleiðandi kappingina og síðan finaluna 6 – 2.
Menn berbogi, 18 metur. Thomas Christensen (Team SuðurSkot), silvur, og Hugin Næs Lave (Team SuðurSkot), gull
Helmingurin uttan mótstøðu
Í kappingini hjá barna- og ungdómsskjúttunum leygardagin, var eisini góð tilmelding, men tíverri var kyns- og aldursbýtið soleiðis, at helmingurin av skjúttunum, seks í tali, endaðu einsamallir í hvør sínum bólki.
Tíverri vanta myndir av heiðursmerkjavinnarunum hjá børnum og ungum hesa ferð.
Fyri aðru ferð í vetur brustu tær báðar Herta Heradóttir úr Vágaskoti og Maia Petersen úr Ørvi saman í kappingini við berboga hjá gentum U12 á átta metrum. Fyrru ferð var í Havn 16. november, tá Herta vann, men leygardagin vann Maia sera spennandi duelling millum tær báðar.
Maia tók revansju
Herta legði tó bragdliga fyri og vann innleiðandi kappingina rættiliga greitt 242 – 208. Í finaluni vann Maia tað fyrsta umfarið, Herta tey bæði næstu, og síðan Maia aftur tað fjórða. Sostatt stóð á jøvnum 4 – 4, áðrenn fimta og avgerandi umfarið. Eftir tveir pílar í seinasta umfarinum var enn háspenningur um úrslitið, tí Herta hevði rakt 8’aran og 6’aran og hevði 14 stig, meðan Maia hevði eitt stig meira, við tað, at hon hevði rakt 8’aran og 7’aran og hevði 15 stig. Men Herta rakti púra við síðuna av við tí seinasta pílinum og fekk onki stig, Maia hevði tískil vunnið, um hon onki stig fekk, men hon rakti 1’aran, so hon vann umfarið 16 – 14 og finaluna 6 – 4.
Arthur vann aftur
Hjá barebow-dreingjunum í U12 á átta metrum vóru tað aftur Arthur Olsen, Tambar, og Liam Herason, Vágaskot, sum vóru í dysti. Eins og í Havn 16. november, vann Arthur finaluna 6 – 0 í Miðvági leygardagin, men kortini gekst væl betur hjá Liam hesa ferð, bæði í innleiðandi kappingini í finaluni, samanborið við fyrra dystin. Her skal tó viðmerkjast, at Arthur tók seg uppaftur meira fram í innleiðandi kappingini, sum hann vann 394 – 210 móti 319 – 191 í Havn í fyrra dystinum.
Brandur vann greitt
Hjá U16-dreingjunum við recurve-boga vóru tað aftur Brandur T. Hansen, Tambar, og Jón Sjúrður Jóhansson, Vágaskot, sum dystaðust í 12 metur frástøðu. Brandur legði bragdliga fyri í innleiðandi kappingini, sum hann vann 494 – 376, og hann helt stílin við einum 6 – 0 sigri í finaluni.
Solospæl fyri rest
Ikki færri enn seks skjúttar – helvtin av øllum teimum tilmeldaðu barna- og ungdómsskjúttunum – vóru einsamallir í sínum bólkum leygardagin, og vunnu tískil gullheiðursmerki uttan mótstøðu.
Jóhannes V. Gaard úr Vágaskoti var einsamallur hjá dreingjum U12 við recurve-boga. Í sínum innleiðandi umfarið fekk hann 419 stig.
Sólvá Reynskor úr Vágaskoti var einsamøll í bólkinum gentur recurve U16. Hon fekk 166 stig í innleiðandi umfarinum.
Hjá compound-gentum U16 var Marta B. Poulsen úr Ørvi einsamøll á 12 metur-strikuni, hon fekk 466 stig í sínum innleiðandi umfari.
Høgni Johannesen úr Ørvi var einsamallur compound-skjútti hjá dreingjum U16. Hann fekk 404 stig í sínum innleiðandi umfari.
Lea Karina H. Haraldsen úr Vágaskoti var einsamøll við recurve-boganum hjá gentum U18. Í sínum innleiðandi umfari úr 18 metrum fekk hon 439 stig.
Og compound-skjúttin Narvi E. B. Jensen úr Ørvi fekk heldur ikki mótstøðu í bólkinum dreingir U18 leygardagin, tá hin annars trúfasti kappingarneytin Jónas B. Poulsen, eisini úr Ørvi, mátti geva avboð. Narvi fekk 496 stig í sínum innleiðandi umfari.
Høgni Johannesen og Marta B. Poulsen, bæði úr Ørvi, skutu compound í U16 hjá ávikavist dreingjum og gentum og vóru millum teir skjúttarnar, sum vóru einsamallir í hvør sínum bólki. Tíverri vanta myndir av heiðursmerkjavinnarunum hjá børnum og ungum hesa ferð
---
Úrslit U12, U16 og U18 leygardagin 30. november
Gentur berbogi U12, 8 metur
Innleiðandi:
Herta S. Heradóttir (Vágaskot), 114+128 = 242
Maia Petersen (Ørvur), 102+106 = 208
Finala:
Maia – Herta, 6 – 4.
Dreingir berbogi U12, 8 metur
Innleiðandi:
Arthur Olsen (Tambar), 224+170 = 394.
Liam S. Herason (Vágaskot), 91+1 = 210.
Finala:
Arthur – Liam, 6 – 0.
Dreingir recurve U12, 8 metur
Innleiðandi og endaligt:
Jóhannes V. Gaard (Vágaskot), 206+213 = 419.
Gentur recurve U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Sólvá Reynskor (Vágaskot), 101+65 = 166.
Dreingir recurve U16, 12 metur
Innleiðandi:
Brandur T. Hansen (Tambar), 253+241 = 494.
Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 187+189 = 376.
Finala:
Brandur – Jón Sjúrður, 6 – 0.
Gentur compound U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Marta B. Poulsen (Ørvur), 231+235 = 466.
Dreingir compound U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Høgni Johannesen (Ørvur), 204+200 = 404.
Gentur recurve U18, 18 metur
Innleiðandi og endaligt:
Lea Karina Haraldsen (Vágaskot), 222+217 = 439.
Dreingir compound U18, 18 metur
Innleiðandi og endaligt:
Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 254+242 = 496.
---
Úrslit vaksin, 18 metra frástøða, sunnudagin 1. desember
Menn berbogi
Innleiðandi:
Hugin Næs Lave (Team SuðurSkot), 160+156 = 316.
Thomas Christensen (Team SuðurSkot), 83+107 = 190.
Finala:
Hugin – Thomas, 6 – 2.
Kvinnur recurve
Innleiðandi:
Jagoda Wardak (Tambar), 249+258 = 507.
Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 225+238 = 463.
Pernille Krogh (Vágaskot), 179+201 = 380.
Annika Næs Johannesen (Team SuðurSkot), 172+202 = 374.
Ása Helena B. Rasmussen (Tambar), 90+97 = 187.
Fjórðingsfinala:
Annika – Ása Helena, 6 – 0.
Hálvfinalur:
Tóra Dinna – Pernille, 6 – 0.
Jagoda – Annika, 6 – 0.
Bronsufinala:
Annika – Pernille, 6 – 2.
Finala:
Jagoda – Tóra Dinna, 6 – 0.
Menn recurve
Innleiðandi:
Hans Petur Højgaard (Ørvur), 271+272 = 543.
Bárður Magnusson (Vágaskot), 262+252 = 514.
Eggaba Andreasen (Vágaskot), 249+256 = 505.
Hálvfinala:
Bárður – Eggaba, 7 – 1.
Finala:
Hans Petur – Bárður, 6 – 2.
Kvinnur compound
Innleiðandi:
Anja Eydnudóttir (Vágaskot), 277 + 271 = 548.
Helena við Misá (Ørvur), 252 + 232 = 484.
Rakul Dam (Tambar), 232+234 = 466.
Hálvfinala:
Rakul – Helena, 124 – 113.
Finala: Anja – Rakul, 138 – 115.
Menn compound
Innleiðandi:
Jóannes Poulsen (Ørvur), 294+292 = 586.
Nikkel Petersen (Ørvur), 288+287 = 573.
Bogi Andreasen (Vágaskot), 280+291 = 571.
Jógvan Niclasen (Tambar), 284+284 = 568.
Hálvfinalur:
Jóannes – Jógvan, 144 – 144, shoot-off, 10 – 9.
Bogi – Nikkel, 142 – 136.
Bronsufinala:
Nikkel – Jógvan, 145 – 143.
Finala:
Jóannes – Bogi, 150 – 145.