Aftur góð luttøka í Søldarfirði
- 09.dec.2024
- Lagt út hevur: Nevndin
Tað var spenningur í hjá U16-recurvedreingjunum, sum royndu seg í kapping fyri fyrstu ferð leygardagin. Skjótingin í grand prix-kappingini hjá teimum vaksnu sunnudagin bleiv aftur hesa ferð býtt sundur vegna stórt luttakaratal. Compound-skjúttarnir Jónas B. Poulsen og Narvi E. B. Jensen kappaðust bæði í U18 og í bólkinum hjá teimum vaksnu
Tilsamans 26 bogaskjúttar – 12 barna- og ungdómsskjúttar og 14 vaksnir skjúttar – høvdu teknað seg til kappingina í Søldarfirði um vikuskiftið, og hóast nøkur avboð vóru, so tykist áhugin, sum hevur verið væl størri higartil í vetur samanborið við seinasta vetur, at halda sær.
Tað var beinanvegin greitt, at kappingin hjá teimum vaksnu sunnudagin mátti býtast í tvey, so at compoundskjúttarnir kappaðust fyrrapartin og recurveskjúttarnir seinnapartin – ongin berbogaskjútti hevði teknað seg til kappingina hjá teimum vaksnu. Hjá barna- og ungdómsskjúttunum leygardagin var avbjóðingin, at kappast skuldi í øllum trimum frástøðunum, 8 metur, 12 metur og 18 metur. Tí bleiv gjørt av at flyta U18-kappingina, har tað bara vóru tilmeldingar hjá dreingjum compound, til sunnudag fyrrapart, samstundis sum vaksnu compoundskjúttarnir skuldu kappast.
Í kappingini leygardagin manglaðu onkrir skjúttar, sum plaga at verða við, men hinvegin kappaðust tríggir nýggir skjúttar fyri fyrstu ferð í bólkinum dreingir recurve U16.
Finaluskjóting. Longst burtur er John Brynjer á Skúr og Arthur Olsen, báðir úr Tambum, í berbogafinaluni hjá U12 dreingjum á átta metrum, og fremst í myndini er tað Filip Højgaard, vinstrumegin, og Meinhard Gaardlykke, báðir úr Ørvi, í recurve-finaluni á 12 metrum hjá U16 dreingjum
Trý skutu einsamøll
Hjá gentum U12 við berboga í átta metur frástøðu var ongantíð ivi um, hvør skuldi avstað við gullinum, tí hesa ferð var Maia Petersen úr Ørvi einsamøll í bólkinum. Soleiðis var eisini hjá Martu B. Poulsen og Høgna Johannesen, bæði úr Ørvi, sum vunnu gull uttan mótstøðu á 12 metrum í ávikavist U16 gentur compound og U16 dreingir compound.
Berbogi gentur U12, 8 metur. Maia Petersen úr Ørvi vann gull
Dreingir compound U16, 12 metur. Høgni Johannesen úr Ørvi vann gull
Sjálvt um Marta ikki fekk kapping í Søldarfirði leygardagin, so kláraði hon at seta sítt egna met í innleiðandi umfarinum. Har fekk hon 468 stig. Gamla metið hjá henni var 446 stig, ið hon fekk 26. oktober í fyrstu kappingini í vetur, sum eisini var í Søldarfirði.
Compound gentur U16, 12 metur. Marta B. Poulsen (Ørvur) vann gull uttan kapping, men megnaði at seta sítt egna met við compoundboganum. 468 stig fekk hon - gamla metið hjá henni var 446 stig
Hjá U12 dreingjum við berboga var hinvegin kapping. Arthur Olsen, Tambar, sum hevur vunnið allar kappingarnar higartil í vetur, og John Brynjer á Skúr, Tambar, ið var við fyri fyrstu ferð, dystaðust. John Brynjer var væl við í innleiðandi kappingini og tí fyrsta umfarinum í finaluni, men síðan møddist hann ímóti tí meira kappingarvanda Arthuri, sum samanlagt vann finaluna 6 – 0.Berbogi dreingir U12, 8 metur. Úr vinstru er tað John Brynjer á Skúr (Tambar), silvur, og Arthur Olsen (Tambar), gull
Nýggj andlit í U16
Mesti spenningurin var í kappingini hjá teimum trimum recurve-dreingjunum í U16. Í teimum trimum fyrstu kappingunum í vetur hava teir báðir Brandur T. Hansen, Tambar, og Jón Sjúrður Jóhansson, Vágaskot, ikki havt aðrar kappingarneytar í hesum bólkinum, men í Søldarfirði leygardagin vildi soleiðis til, at hvørgin teirra hevði teknað seg. Hinvegin vóru tríggir nýggir skjúttar, sum kappaðust fyri fyrstu ferð í bólkinum. Teir vóru Filip Højgaard, Leivur á Torkilsheyggi og Meinhard Gaardlykke, allir úr Ørvi.
Meinhard legði bragdliga fyri og vann innleiðandi kappingina greitt framman fyri Filip, sum eisini var fitt framman fyri Leiv. Meinhard tryggjaði sær sostatt beinleiðis pláss í finaluni, og Filif og Leivur skuldu skjóta hálvfinalu um hitt plássið. Tað bleiv ein undirhaldandi duell, har støðan var 3 – 3 eftir trý umfør, síðan vann Filip tað fjórða, og tá tað seinasta umfarið endaði javnt, vann hann hálvfinaluna samanlagt 6 – 4.
Finalan bleiv ikki minni undirhaldandi. Meinhard tapti fyrsta umfarið tepurt, men vann síðan tey tvey næstu, so hann var framman fyri 4 – 2 eftir trý umfør. Filip kom tó væl afturíaftur. Fyrst javnaði hann til 4 – 4, so neyðugt varð við einum fimta umfari, og tað vann hann eisini og harvið finaluna samanlagt.
Recurve dreingir U16, 12 metur. Meinhard Gaardlykke (Ørvur), silvur, Filip Højgaard (Ørvur), gull, Leivur á Torkilsheyggi (Ørvur), bronsu
Feðgar í hólmgongu
Kappingin hjá dreingjum compound í U18 var flutt til sunnudag fyrrapart. Sum í hinum kappingunum í vetur vóru tað aftur Jónas B. Poulsen og Narvi E. B. Jensen, báðir úr Ørvi, sum brustu saman. Jónas vann innleiðandi kappingina rættiliga greitt, men finalan bleiv tøtt, og tá av tornaði, vann Narvi hana 132 – 130.
Hjá compound-monnunum hevði einasti tilmeldaði mótstøðumaður hjá Jóannesi Poulsen, Ørvur, givið avboð, men teir báðir U18-skjúttarnir hildu, at hann kortini skuldi sleppa at arbeiða fyri sakini og bjóðaðu av.
Narvi og Jónas kappaðust tískil eisini í bólkinum hjá teimum vaksnu. Her vann Jóannes innleiðandi kappingina framman fyri soninum Jónasi á øðrumplássi og Narva á triðjaplássi. Hávfinaluna vann Jónas, og sostatt bleiv finalan ein hólmgonga ímillum feðgarnar. Pápin var tó ikki í gávuhýri og vann finaluna greitt 145 – 128.
Compound dreingir U18, 18b metur. Jónas B. Poulsen (Ørvur), silvur, Narvi E. B. Jensen (Ørvur), gull
Compound menn, 18 metur. Úr vinstru er tað Jónas B. Poulsen (Ørvur), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Narvi E. B. Jensen (Ørvur), bronsu
Hjá kvinnunum var Helena við Misá, Ørvur, einsamøll við compoundboganum og vann tískil gull uttan mótstøðu.Seinnapartin sunnudagin kappaðust recurve-skjúttarnir á 18 metrum, og størsti bólkurin var tann hjá kvinnunum, har seks skjúttar dystaðust um heiðursmerkini.
Kvinnur compound, 18 metur. Helena við Misá (Ørvur), gull
Spennandi hjá recurve-kvinnunum
Tóra Dinna Reynskor, Vágaskot, var suveren í innleiðandi kappingini, sum hon vann framman fyri Pernille Krogh, Vágaskot, á øðrumplássi, Annika N. Johannesen, Team SuðurSkot, bleiv nummar trý, Barbara Krossteig, Tambar, nummar fýra, Ása Helena B. Rasmussen, Tambar, nummar fimm, og Solveig Hansen, Tambar, nummar seks.
Tóra Dinna og mamman Pernille høvdu tryggjað sær beinleiðis pláss í hálvfinalunum, meðan tvær fjórðingsfinalur skuldu gera av, hvør fekk hini bæði plássini. Ása Helena og Barbara dystaðust í aðrari fjórðingsfinaluni, og hana vann Barbara 6 – 2. Hin fjóðingsfinalan var ímillum Anniku og Solveig, og her vann Annika greitt 6 – 0.
Tá Jagoda Wardak úr Tambum ikki var við sunnudagin, var Tóra Dinna favorittur at vinna kappingina, og hon brúkti eisini bara trý umfør til at vinna hálvfinaluna ímóti Barbaru 6 – 0. Hin hálvfinalan, sum var millum Anniku og Pernille, bleiv hinvegin ein rættiligur gysari. Vanligi dysturin endaði 5 – 5, og tí mátti hálvfinalan gerast av við shoot-off. Her var Annika tann neyvara, hon rakti 8’aran, og Pernille rakti 7’aran.
Í grand prix-kappingini í Miðvági 30. november kappaðist Annika fyri fyrstu ferð við recurve-boganum, og hevði at kalla bara skotið við berboga áðrenn tað. Longu í síni fyrstu recurvkapping megnaði hon tó at vinna bronsu, og við at vinna hálvfinaluna sunnudagin hevði hon tryggjað sær pláss í finaluni og í minsta lagi silvurheiðursmerki longu í síni næstu kapping. Eftir trý umfør í finaluni hómaðist ein gull-sensasjón enntá, tí tá var Annika framman fyri 4 – 2. Tóra Dinna misti tó ikki tamarhaldið og vann tvey tey seinastu umførini og finaluna samanlagt.
Bronsufinaluna millum Pernille og Barbaru vann Pernille sannførandi 6 – 0 eftir trý umfør.
Recurve kvinnuer, 18 metur. Úr vinstru er tað Annika N. Johannesen (Team SuðurSkot), silvur, Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), gull, og Pernille Krogh (Vágaskot), bronsu
Hans Petur fekk skarpan gang
Hjá recurve-monnunum kappaðust tríggir skjúttar, Hans Petur Højgaard, Ørvur, Kaj Olsen, Tambar, og Bárður Magnusson, Vágaskot. Hans Petur vann innleiðandi kappingina, Bárður var næstur, og Kaj bleiv nummar trý. Soleiðis bleiv endaraðfylgjan eisini, men tað var eftir, at Bárður hevði givið Hans Peturi skarpan gang í finaluni. Hans Petur vann tvey tey fyrstu umførini, Bárður tað triðja, og tá tað fjórða endaði javnt, mátti Hans Petur vinna tað fimta umfarið, um hann skuldi tryggjað sær gullið. Og tað gjørdi hann – Hans Petur vann seinasta umfarið 27 – 25 og tískil finaluna 7 – 3.
Recurve menn, 18 metur. Úr vinstru er tað Bárður Magnusson (Vágaskot), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Kaj Olsen (Tambar), bronsu
Kappingin í Søldarfirði var tann seinasta innandurakappingin í ár. Næsta kappingin verður í Havn vikuskiftið 11. – 12. januar 2025.
---
Úrslit U12, U16 leygardagin 7. desember
Gentur berbogi U12, 8 metur
Innleiðandi og endaligt:
Maia Petersen (Ørvur), 98+95 = 193.
Dreingir berbogi U12, 8 metur
Innleiðandi:
Arthur Olsen (Tambar), 211+206 = 417.
John Brynjer á Skúr (Tambar), 192+182 = 374.
Finala:
Arthur – John Brynjer, 6 – 0.
Dreingir recurve U16, 12 metur
Innleiðandi:
Meinhard Gaardlykke (Ørvur), 181+167 = 348.
Filip Højgaard (Ørvur), 134+124 = 258.
Leivur á Torkilsheyggi (Ørvur), 101+93 = 194.
Hálvfinala:
Filip – Leivur, 6 – 4.
Finala:
Filip – Meinhard, 6 – 4.
Gentur compound U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Marta B. Poulsen (Ørvur), 238+230 = 468.
Dreingir compound U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Høgni Johannesen (Ørvur), 209+220 = 429.
---
Úrslit U18 og vaksin, 18 metra frástøða, sunnudagin 8. desember
Dreingir compound U18, 18 metur
Innleiðandi:
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 264+269 = 533
Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 262+253 = 515.
Finala:
Narvi – Jónas, 132 – 130.
Kvinnur recurve
Innleiðandi:
Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 250+253 = 503.
Pernille Krogh (Vágaskot), 195+224 = 419.
Annika Næs Johannesen (Team SuðurSkot), 209+192 = 401.
Barbara Krossteig (Tambar), 188+199 = 387.
Ása Helena B. Rasmussen (Tambar), 136+137 = 273.
Solveig Hansen (Tambar), 103+116 = 219.
Fjórðingsfinalur:
Barbara – Ása Helena, 6 – 2.
Annika – Solveig, 6 – 0.
Hálvfinalur:
Tóra Dinna – Barbara, 6 – 0.
Annika – Pernille, 5 – 5, shoot-off, 8 – 7.
Bronsufinala:
Pernille – Barbara, 6 – 0.
Finala:
Tóra Dinna – Annika, 6 – 4.
Menn recurve
Innleiðandi:
Hans Petur Højgaard (Ørvur), 277+280 = 557.
Bárður Magnusson (Vágaskot), 270+263 = 533.
Kaj Olsen (Tambar), 255+235 = 490.
Hálvfinala:
Bárður – Kaj, 6 – 0.
Finala:
Hans Petur – Bárður, 7 – 3.
Kvinnur compound
Innleiðandi og endaligt:
Helena við Misá (Ørvur), 255 + 251 = 506.
Menn compound
Innleiðandi:
Jóannes Poulsen (Ørvur), 292+294 = 586.
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 264+269 = 533
Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 262+253 = 515.
Hálvfinala:
Jónas – Narvi, 135 – 125.
Finala:
Jóannes – Jónas, 145 – 128.