Seks hepnir vinnarar
- 23.aug.2024
- Lagt út hevur: Nevndin
Lutaseðlasølan í sambandi við NUM 2024 gekk væl, og 18.000 – 19.000 krónur komu inn netto. Vinnandi seðlarnir eru drignir
Drigið er millum lutaseðlarnar, sum blivu seldir í sambandi við norðurlendska ungdómsmeistaraskapin NUM 2024 í seinasta mánað. Tilsamans vóru seks vinningar – tvey gávukort uppá 2.000 krónur til Atlantic Airways og fýra gávukort uppá 500 krónur til handlarnar í SMS.
Vinnandi seðlarnir vóru hesir:
1. Gávukort à 2.000 kr til Atlantic Airways: Seðil nr 374
2. Gávukort à 2.000 kr til Atlantic Airways: Seðil nr 288
3. Gávukort à 500 kr til SMS-handlarnar: Seðil nr 494
4. Gávukort à 500 kr til SMS-handlarnar: Seðil nr 732
5. Gávukort à 500 kr til SMS-handlarnar: Seðil nr 221
6. Gávukort à 500 kr til SMS-handlarnar: Seðil nr 667
Vinnararnir kunnu gera vart við seg í telduposti til Bogaskjótisambandið, bskf@bskf.fo, ella við at ringja ella sms’a til skrivaran á tlf. 225077.
Tveir hepnir vinnarar vunnu gávukort at brúka á rutunetinum hjá Atlantic Airways, og fýra vinnarar fáa gávukort til SMS-handlarnar
Egingjaldið fíggjað
Tað vóru ungu skjúttarnir sjálvir og teirra familjur, ið stóðu fyri lutaseðlasøluni, sum í fyrsta lagi skuldi fíggja egingjaldið uppá 2.000 krónur í part hjá teimum seks skjúttunum – tilsamans 12.000 krónur.
Væl gekst, tí sjálvt um skotbráið var stutt, eydnaðist tað at selja tilsamans 849 seðlar fyri 25 krónur stykkið. Tað gav 21.225 krónur, og tá útreiðslur til vinningar og annað er farið burturav, verða millum 18.000 og 19.000 krónur eftir.
Høvuðsvinningarnar vóru fíggjaðir við stuðli frá Atlantic Airways og Betri, og stuðlarnir, ið keyptu lýsingar á kappingarblusunum vóru JHR Entreprenørar í Runavík, grannskoðaravirkið Risin í Sørvági, Klima í Miðvági, ið millum annað veitir ventilatións- og hitastýringar, orkusparistýringar, brand- og roykspjellskipanir og ljósskipanir, og reiðarí- og logistikkfyritøkan Navigare í Søldarfirði.
Bogaskjótisamband Føroya og annars øll rundan um føroysku luttøkuna í NUM 2024 takka stórliga fyri stuðulin.