Tey lesa av og notera, U16-skjúttarnir á 12 metrum vinstrumegin og U18-skjúttarnir á 18 metrum høgrumegin.

Væleydnað bogaskjótikapping í Havn

  • 18.nov.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 
18 metrar, 12 metrar

Tey yngstu skutu í trimum ymiskum frástøðum og á tveimum breytum leygardagin, og tað riggaði væl. Dramatikkur var eisini í luftini leygardagin, tá annar compound-skjúttin hjá U18-dreingjunum var komin til Havnar við skeivum boga. Kappingin hjá teimum vaksnu sunnudagin var merkt av heldur lakari luttøku, men dystirnir vóru góðir fyri tað, og serliga í kappingini hjá compoundmonnunum var háspenningur

Onnur grand prix-kappingin í bogaskjóting í vetur var í skjótihøllini hjá Tambum í Havn um vikuskiftið.

Leygardagin kappaðust barna- og ungdómsskjúttar, og her stóð nýggja kappingarskipanin sína roynd, tí skjúttar høvdu teknað seg í øllum trimum aldursbólkum, U12, U16 og U18. Tað merkti, at kappast skuldi í trimum ymiskum frástøðum – 8 metur hjá U12, 12 metur hjá U16 og 18 metur hjá U18.

Michael Feldballe, Tambar, sum fyriskipaði kappingina, gjørdi tí av at royna at skipa kappingina á tveimum atskildum breytum, A og B. Tað er tað rúm fyri í lutfalsliga stóru skjótihøllini hjá Tambum í skipasmiðjubygninginum í Havn. Fremst í høllini, har eitt innvik er niðaneftir,  ber nevniliga til at skjóta í 8 metur frástøðu í eini tvørgangandi breyt, meðan tað verður skotið úr longri frástøðum eftir longdini í sjálvari høllini. Breyt A var tann tvørgangandi breytin og helvtin av sjálvari høllini, so U12 og U16 kundu skjóta samstundis. Beint aftaná kundu U18-skjúttarnir skjóta í hinari helvtini av høllini - breyt B.

Michale Feldballe segði aftaná kappingina, at tað hevði riggað stak væl at skjóta á tveimum breytum, og at hýrurin á ungu skjúttunum var av tí allar besta undir kappingini.

8-metur breytin varð riggað til fremst í høllini. Teir fýra U12 berbogaskjúttarnir eru úr vinstru Maia Petersen (Ørvur), Herta S. Heradóttir (Vágaskot), Liam S. Herason (Vágaskot) og Arthur Olsen (Tambar)

U16-skjúttarnir vinstrumegin eru á breyt A, og beint eftir, at teir høvdu skotið í 12 metur frástøðu, kundu U18-skjúttarnir a breyt B høgrumegin skjóta. Teir tríggir U16-skjúttarnir eru Høgni Johannesen, Brandur T. Hansen og Jón Sjúrður Jóhansson, og teir tríggir U18-skjúttarnir eru Lea Karina H. Haraldsen, Narvi E. B. Jensen og Jónas B. Poulsen

Bæði kynini í U12 við berboga

Tvær gentur og tveir dreingir høvdu teknað seg at kappast við berboga í U12, har frástøðan er átta metrar.

Tær báðar Herta Sesilia Heradóttir úr Vágaskoti og Maia Petersen úr Ørvi vóru sera javnar í innleiðandi kappingini, tá bara tvey stig vóru á muni – tær fingu ávikavist 161 og 159 stig – men í finaluni dragnaði millum tær, og Herta vann 6 – 0, tá av tornaði.

Hjá dreingjunum vísti Arthur Olsen, Tambar, beinanvegin sína styrki í dystinum ímóti Liam Sigfríði Herason, Vágaskot. Arthur vann innleiðandi kappingina 319 – 191 og finaluna 6 – 0.

Gentur berbogi U12, 8 metur. Herta Sesilia Heradóttir (Vágaskot), vinstrumegin, gull, og Maia Petersen (Ørvur), silvur

Dreingir berbogi U12, 8 metur. Arthur Olsen (Tambar), vinstrumegin, gull, og Liam Sigfríður Herason (Vágaskot), silvur

Brandur var omaná

Brandur Tummasson Hansen, Tambar, og Jón Sjúrður Jóhansson, Vágaskot, vóru aftur hesa ferð einsamallir á breytini í kappingini hjá U16-dreingjunum í recurve, har frástøðan er 12 metrar.

Brandur rakti væl betri enn Jón Sjúrður í innleiðandi kappingini, har teir fingu ávikavist 497 og 372 stig, men í finaluni spílaði Jón Sjúrður seg rættiliga út í teimum báðum seinastu umførunum, eftir at Brandur greitt hevði vunnið tvey tey fyrstu. Jón Sjúrður vann tað triðja umfarið og var eisini neyvur í tí fjórða, har Brandur tó var neyvari og vann tað 27 – 25. Sostatt vann Brandur finaluna 6 – 2.

Dreingir recurve U16, 12 metur. Brandur T. Hansen (Tambar), vinstrumegin, gull, og Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), silvur

Soloskjúttar skutu vinadyst

Høgni Johannesen úr Ørvi var einsamallur drongur í compound U16 og fekk 375 stig í sínum innleiðandi og endaliga umfari.

Til stuttleika skutu hann og Lea Karina Haraldsen, Vágaskot, sum var einsamøll genta í U18 recurve, ein vinardyst, nú ongin var at skjóta finalu ímóti. Lea Karina vann vinardystin 6 – 1, men ikki er upplýst, hvussu dysturin var skipaður, nú hann var millum gentu og drong, ið upprunaliga vóru teknað til við hvør sínum bogaslagi og í hvør sínum aldursbólki við ymiskum frástøðum.

Dreingir compound U16, 12 metur. Høgni Johannesen (Ørvur), gull

Lea Karina á høgum stigi

Lea Karina er bara 14 og kundi tískil kappast í U16 í 12 metur frástøðu, um hon vildi. Veruleikin er kortini, at hon longu seinasta vetur, tá hon bara var 13, javnan kappaðist á 18 metrum saman við teimum vaksnu, og kundi avgjørt metast millum javnlíkar har. Onkra grand prix-kapping vann hon enntá gull.

Leygardagin hevði hon tó teknað seg til recurve U18, har frástøðan er 18 metrar eins og hjá teimum vaksnu skjúttunum. Og Lea Karina rakti væl – so væl, at um samanborið verður við kappingina hjá recurve-kvinnunum dagin eftir, so hevði hon verið nummar tvey í innleiðandi kappingini tá. Lea Karina fekk 466 stig í innleiðandi og endaliga umfarinum hjá sær leygardagin, og nummar tvey hjá kvinnunum sunnudagin fekk 448 stig.

Gentur recurve U18, 18 metur. Lea Karina H. Haraldsen (Vágaskot), gull

Vinnari byrjaði bogaleysur

Hjá compound-dreingjunum í U18 kappaðust teir báðir Narvi E. B. Jensen og Jónas B. Poulsen, báðir úr Ørvi, og har var tað um reppið, at Narvi av berum kleyvarskapi mátti heim aftur við ongum. Tí tá hann skuldi rigga seg til upphitingina, varnaðist hann, at hann var komin til Havnar við skeivum boga.

Foreldrini bóru tó skjótt at, lupu í bilin, og meðan koyrt var inneftir ígjøgnum Eysturoyartunnilin, høvdu tey fingu ommuna og abban at koyra til Søldarfjarðar eftir boganum. Tey møttust so í Runavík, haðani foreldrini fóru beina leið suður aftur við boganum.

Tá hevði Narvi sjálvandi mist alla upphitingina og eisini trý tey fyrstu umførini í innleiðandi kappingini, so vánirnar at vinna vóru ikki serliga góðar.

Hann gavst tó ikki á hondum, skeyt restina av innleiðandi kappingini, sum Jónas vann 520 – 358, men onkursvegna ávirkaði rokaliga byrjanin og vantandi upphitingin ikki skjótingina hjá Narva tann skeiva vegin. Tað leikaði javnt á í finaluni til og við fjórða umfar, tá Narvi var á odda við einum stigi, 109 – 108.

Í seinasta umfarinum hevði Jónas tó ikki hepnið við sær. Hann byrjaði tó væl við einum 10’ara, men næsti pílurin rakti 7’aran, sum var tað higartil lægsta hjá honum, og tá hann so rakti púra við síðuna av við tí seinasta pílinum, sá svart út, um ikki Narvi gjørdi somu mistøk.

Tað gjørdi Narvi ikki, hann rakti tríggjar 9’arar og vann tískil finaluna 136 – 125.

Dreingir compound U18, 18 metur. Narvi E. B. Jensen (Ørvur), vinstrumegin, gull, og Jónas B. Poulsen (Ørvur), silvur

Tey vaksnu kundu verið fleiri

Av ymiskum orsøkum var luttøkan í lakara lagi sunnudagin, tá tey vaksnu kappaðust í 18 metra frástøðu, men kortini varð kappast í trimum bogaflokkum, og verulig kapping var hjá kvinnum við berboga, recurve-kvinnum og compound-monnum.

Hans Petur Højgaard úr Ørvi var einsamallur maður við recurveboga, og Helena við Misá, eisini úr Ørvi, var einsamøll kvinna við compoundboga. Tey bæði vunnu sostatt hvør sítt gull uttan dystir, men skutu tó síni innleiðandi umfør. Har fekk Hans Petur 564 stig av 600 møguligum og Helena 459.

Menn recurve, 18 metur. Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull

Annika gav Barbaru mótstøðu

Tær báðar Barbara Krossteig, Tambar, og Annika N. Johannesen, Team SuðurSkot, vóru aftur í hólmgongu, eins og tær vóru í fyrstu grand prix-kappingini í vetur, sum var í Søldarfirði seinasta vikuskifti í oktober.

Barbara vann dystin sunnudagin, eins og hon gjørdi seinast, men hesa ferð var tó talan um ein munandi javnari dyst. Barbara vann innleiðandi kappingina 394 – 323, men Annika spílaði seg út í finaluni. Eftir trý umfør stóð púra javnt 3 – 3, eftir at tær báðar høvdu vunnið hvør sítt umfar og spælt eitt javn. Síðan gjørdi Barbara bart og vann tvey tey seinastu umførini og harvið finaluna 7 – 3. Gull til Barbaru og silvur til Anniku.

Kvinnur berbogi, 18 metur. Annika N. Johannesen (Team SuðurSkot), vinstrumegin, silvur, og Barbara Krossteig (Tambar), gull

Tóra Dinna er væl við

Í recurve-kappingini hjá kvinnum var fyrrverandi pólski úrvalsskjúttin Jagoda Wardak, Tambar, aftur í serflokki. Í innleiðandi kappingini fekk hon 494 stig, Tóra Dinna Reynskor, Vágaskot, á øðrumplássi fekk 448 stig, og Pernille Krogh, Vágaskot, á triðjaplássi fekk 445 stig.

Jagoda hevði sostatt tryggjað sær annað finaluplássið, og Tóra Dinna lat ongan iva vera um, hvør skuldi hava hitt, tá hon vann hálvfinaluna ímóti Pernille 6 – 0.

Jagoda vann finaluna ímóti Tóru Dinnu 6 – 0, men úrslitini í hvørjum umfari sær vísa, at Tóra Dinna er væl við – Jagoda vann tey trý umførini 25 – 20, 26 – 24 og 28 – 21. Gull til Jagodu, silvur til Tóru Dinnu og bronsu til Pernille.

Kvinnur recurve, 18 metur. Úr vinstru: Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), silvur, Jagoda Wardak (Tambar), gull, og Pernille Krogh (Vágaskot), bronsa

Háspenningur hjá compound-monnum

Størsti spenningurin sunnudagin var í compound-kappingini hjá monnum. Tað vóru teir tríggir Nikkel Petersen, Ørvur, Jógvan Nicalsen, Tambar, og Bogi Andreasen, Vágaskot, sum kappaðust. Innleiðandi kappingin var hampuliga jøvn, tó at Nikkel við 573 stigum á fyrstaplássi legði eitt sindur av sjógvi millum seg og hinar báðar – Jógvan við 559 stigum og Boga við 555 stigum.

Hálvfinalan millum Jógvan og Boga var óvanliga jøvn og spennandi. Í fýra teimum fyrstu umførunum raktu teir píl fyri píl í sama ring. Tá stóð á jøvnum 113 – 113. Í fimta og seinasta umfari rakti Jógvan 10’aran við tí fyrsta pílinum, og tað bleiv hann sum gjørdi munin, tí Bogi rakti 9’aran, og tá báðir raktu 9’aran tvær ferðir við teimum síðstu pílunum, bleiv úrslitið 141 – 140 til Jógvan.

Finalan millum Nikkel og Jógvan var eisini sera spennandi, og Nikkel var á odda við bara einum stigi, 116 – 115, áðrenn seinasta umfar. Men hann hevði tak á bæði nervum og sikti í seinasta umfarinum, har hann rakti tveir 10’arar og ein 9’ara ímóti trimum 9’arum hjá Jógvani. Endaúrslitið gjørdist sostatt 145 – 142.

Menn compound, 18 metur. Úr vinstru: Jógvan Niclasen (Tambar), silvur, Nikkel Petersen (Ørvur), gull, og Bogi Andreasen (Vágaskot), bronsa

---

Úrslit U12, U16 og U16, leygardagin 16. november

Gentur berbogi U12, 8 metur

Innleiðandi:

Herta S. Heradóttir (Vágaskot), 65+96 = 161

Maia Petersen (Ørvur), 72+87 = 159

Finala:

Herta – Maia, 6 – 0.

Dreingir berbogi U12, 8 metur

Innleiðandi:

Arthur Olsen (Tambar), 158+161 = 319.

Liam S. Herason (Vágaskot), 83+108 = 191.

Finala:

Arthur – Liam, 6 – 0.

Dreingir recurve U16, 12 metur

Innleiðandi:

Brandur T. Hansen (Tambar), 247+250 = 497.

Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 197+175 = 372.

Finala:

Brandur – Jón Sjúrður, 6 – 2

Dreingir compound U16, 12 metur

Innleiðandi og endaligt:

Høgni Johannesen (Ørvur), 196+179 = 375.

Gentur recurve U18, 18 metur

Innleiðandi og endaligt:

Lea Karina Haraldsen (Vágaskot), 236+230 = 466.

Dreingir compound U18, 18 metur

Innleiðandi:

Jónas B. Poulsen (Ørvur), 266+254 = 520.

Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 99+259 = 358.

Finala:

Jónas – Narvi, 125 – 136.

---

Úrslit vaksin, 18 metra frástøða, sunnudagin 

Kvinnur berbogi

Innleiðandi:

Barbara Krossteig (Tambar), 205+189 = 394.

Annika N. Johannesen (Team SuðurSkot), 155+168 = 323.

Finala:

Barbara – Annika, 7 – 3.

Kvinnur recurve

Innleiðandi:

Jagoda Wardak (Tambar), 243+251 = 494.

Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 213+235 = 448.

Pernille Krogh (Vágaskot), 243+202 = 445.

Hálvfinala:

Tóra Dinna – Pernille, 6 – 0.

Finala:

Jagoda – Tóra Dinna, 6 – 0.

Menn recurve

Innleiðandi og endaligt:

Hans Petur Højgaard (Ørvur), 283+281 = 564.

Kvinnur compound

Innleiðandi og endaligt:

Helena við Misá (Ørvur), 219+240 = 459.

Menn compound

Innleiðandi:

Nikkel Petersen (Ørvur), 285+288 = 573.

Jógvan Niclasen (Tambar), 282+277 = 559.

Bogi Andreasen (Vágaskot), 275+280 = 555.

Hálvfinala:

Jógvan – Bogi, 141 – 140.

Finala:

Nikkel – Jógvan, 145 – 142.

Aftur