Bæði finalan og bronsufinalan í compound hjá monnum vóru sera spennandi. Gullvinnarin Jóannes Poulsen í miðjuni, silvurvinnarin Nikkel Petersen, vinstrumegin, og bronsuvinnarin Bogi Andreasen, høgrumegin

Gott undirhald og spenningur í Søldarfirði

  • 28.okt.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 
18 metrar

Innandurakappingin er byrjað við stíli, og serliga í compoundkappingini hjá monnum var spenningurin stórur – bara eitt stig var á muni millum gullvinnaran og silvurvinnaran

Sunnudagin áttu tey vaksnu tørn í fyrstu innandura bogaskjótikappingini í vetrarskránni, sum hevur verið í Søldarfirði um vikuskiftið.

Luttakaratalið var so mikið stórt, at neyðugt varð at býta kappingina sundur, soleiðis at compoundkappingarnar vóru fyrrapartin, og berboga- og recurvekappingarnar seinnapartin.

Fimm skjúttar høvdu teknað seg til compoundkappingina hjá monnum, men Sámuel T. Petersen noyddist at geva avboð vegna sjúku, so tað blivu teir fýra Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen úr Ørvi, Bogi Andreasen úr Vágaskoti og Jógvan Niclasen úr Tambum, ið stillaðu seg á 18 metur-strikuna klokkan 10 fyrrapartin at skjóta innleiðandi kappingina.

Eitt stig á muni

Innleiðandi kappingin bar ikki beinleiðis boð um, at tað skuldi blíva so stórur spenningur í finaluni, sum tað bleiv. Jóannes byrjaði nøkulunda har, sum hann slepti seinasta vetur, og vann innleiðandi kappingina við 586 stigum framman fyri Nikkel, ið fekk 574 stig. Jógvan og Bogi vóru javnir við 565 stigum, men Jógvan hevði fleiri 10’arar og skuldi tí skjóta hálvfinaluna ímóti nummar tvey, Nikkel, og Bogi ímóti Jóannesi.

Gongdin í hálvfinalunum vísti tó, at finalan kundi blíva stak spennandi. Tí Jóannes og Nikkel vóru at kalla líka beinraknir – Jóannes vann 145 – 138 í sínari hálvfinalu ímóti Boga, og Nikkel vann 144 – 137 á Jógvani í hinari hálvfinaluni. Og í finaluni megnaði Jóannes akkurát at halda fast í evarska lítla muninum við úrslitinum 145 – 144. Bronsufinalan var eisini stak spennandi, og her vóru tvey stig á muni – Bogi vann 139 – 137 á Jógvani.

Compound menn. Nikkel Petersen (Ørvur), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Bogi Andreasen (Vágaskot), bronsa

Rakul og Helena

Rakul Dam, Tambar, og Helena við Misá, Ørvur, vóru einsamallar í compoundkappingini hjá kvinnum seinasta vetur, og okkurt bendir á, at myndin verður tann sama í vetur.

Helena rakti best av teimum báðum í Søldarfirði í morgun. Hon vann innleiðandi kappingina við 487 stigum ímóti 479 til Rakul, og í finaluni gjørdi hon bart og vann 120 – 92.

Compound kvinnur. Rakul Dam (Tambar), silvur, og Helena við Misá (Ørvur), gull

Kvinnur við berboga

Tað er at fegnast um, at berbogin eisini var umboðaður í innandurakappingini í Søldarfirði. Hjá teimum vaksnu hevur tað næstan bara verið í kappingunum í Suðuroy, at kappast hevur verið við berboga (barebow), men seinnapartin dystaðust tær báðar Annika Næs Johannesen, Team SuðurSkot, og Barbara Krossteig, Tambar, í hesum bogaflokkinum.

Barbara Krossteig var greitt tann stinnara í dag, hon vann innleiðandi kappingina 333 – 298 og finaluna 6 – 0.

Berbogi kvinnur. Annika Næs Johannesen (Team SuðurSkot), silvur, og Barbara Krossteig (Tambar), gull

Jagoda í serflokki

Í recurve hjá kvinnum vísti Jagoda Wardak úr Tambum sína styrki, tá hon fyrst vann innleiðandi kappingina og síðan bæði hálvfinaluna og semifinaluna 6 – 0.

Kortini siga tey tølini ikki alt um styrkimunin, tí um hugt verður at einstøku umførunum í finaluni millum hana og Tóru Dinnu Reynskor úr Vágaskoti, so megnaði Tóra Dinna avgjørt at berjast ímóti. Tey trý umførini í finaluni endaðu 28 – 21, 28 – 26 og 27 – 22.

Tær báðar Ása Helena B. Rasmussen, Tambar, og Pernille Krogh, Vágaskot, høvdu tapt sínar hálvfinalur ímóti ávikavist Jagodu og Tóru Dinnu, og skutu síðan um bronsuna, sum Pernille vann við einum 6 – 0 sigri.

Recurve kvinnur. Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), silvur, Jagoda Wardak (Tambar), gull, og Pernille Krogh (Vágaskot), bronsa

Viðvent í holuni

Hjá recurve-monnunum vóru tríggir skjúttar tilmeldaðir, og hóast lítil spenningur var um fyrstaplássið, sum Hans Petur Højgaard úr Ørvi vann trygt, so bleiv innanhýsis kappingin millum hinar báðar skjúttarnar endavend, um samanborið verður millum innleiðandi kappingina og hálvfinaluna.

Hans Petur vann innleiðandi kappingina við 554 stigum og beinleiðis pláss í finaluni, meðan Jógvan Magnus (Eggaba) Andreasen úr Vágaskoti og Michael Feldballe, Tambar, fingu ávikavist 530 og 457 stig. Kortini bleiv hálvfinalan teirra millum óføra spennandi. Teir skiftust um at vinna umførini til støðuna 4 – 4, og í seinsta umfarinum var Michael omaná, so hann vann 6 – 4. Gull til Hans Petur, silvur til Michael og bronsa til Eggaba.

Recurve menn. Michael Feldballe (Tambar), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Eggaba Andreasen (Vágaskot), bronsa

Aftur