Myndin er frá grand prix-kappingini í Vági í februar í ár, tá Team SuðurSkot fyribils húsaðist í einum virkisbygningi á havnarlagnum í Vági. Myndin á forsíðuávísingini er frá TSS Open fyri einum ári síððan

TSS Open er avlýst

  • 31.okt.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 
18 metrar, 12 metrar

Marghøllin í Vági er góð at venja í, og í summarhálvuni er hon eisini væl egnað til kappingar, men fleiri skjúttar halda tað vera ov kalt at hava kapping har hesa ársins tíð. Open-kappingin, sum skuldi verða leygardagin, er tí avlýst

Síðan bogaskjótifelagið Team SuðurSkot varð stovnað í november 2021, hevur felagið skipað fyri einari sonevndari open-kapping fyrst í november, og kappingin var eisini sett á skrá at hava 2. november – tað er leygardagin – men nú er avgjørt at avlýsa kappingina.

Felagið hevur heimstað í Vági og brúkar Marghøllina at skjóta í – ein møguleiki, sum tey eru ógvuliga fegin um – men Thomas Christensen, formaður í Team SuðurSkot, sigur, at fleiri skjúttar halda tað vera ov kalt at hava skjótikapping har hesa tíðina av árinum. Bogaskjóting er ikki ein ítrótt við nógvari rørslu, og tað er skjótt at gerast kaldur, um ein skal standa stillur leingi og skjóta.

- Vit hava roynt at sloppið inn onkra aðrastaðni, har tað er hiti, at hava kappingina, men tað er ongin kjansur, tí alt er bookað langt fram í tíðina. So nú hava vit gjørt av at avlýsa og heldur brúka orkuna upp á at skipa fyri eini góðari grand prix-kapping í februar, sigur Thomas Christensen.

Grand prix-kappingin í Vági verður 22. februar.

Aftur