Næsta grand prix-kappingin er í Havn
- 07.nov.2024
- Lagt út hevur: Nevndin
Vikuskiftið 16. – 17. november er kapping í Havn. Seinasta freist at tekna seg er týskvøldið 12. november klokkan 22
Um eina góða viku, leygardagin 16. og sunnudagin 17. november eru Tambar í Havn vertir fyri næstu grand prix-kappingini í bogaskjóting í vetur.
Báðar dagarnar byrjar kappingin klokkan 14 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn. Fyrivarni verður tó tikið fyri, at klokkutíðirnar kunnu broytast, eitt nú um fleiri skjúttar tekna seg enn vanligt – soleiðis sum tað hendi hjá teimum vaksnu skjúttunum í Søldarfirði í fyrstu grand prix-kappingini í vetrarskránni.
Teknið tykkum til kappingina HER.
Freistin at tekna seg er týskvøldið 12. mai klokkan 22.
Leggið til merkis broyttu reglurnar fyri skjótingini hjá teimum yngru skjúttunum leygardagin, og at tað av somu orsøk eru fleiri teigar at fylla út enn áður.