Jóannes misti á stokkinum

  • 06.jun.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Bæði Jóannes Poulsen og Sámuel T. Petersen blivu steðgaðir í 1/16-finalunum í European Grand Prix í Kroatia, og teir endaðu tískil báðir sum nummar 17 Jóannes var tó nær við at røkka longur

Hjá føroysku compound-skjúttunum Jóannesi Poulsen og Sámuel T. Petersen endaði evropeiska grand prix-kappingin í Poreč í Kroatia seinnapartin hósdagin, tá teir báðir taptu sínar 1/16-finalur.

Jóannes var tó nærri við at sleppa longur í kappingini, enn úrslitið við einum skjótum eygnabrá vísir. Gaman í tapti hann sína 1/16-finalu ímóti grikkanum Stavros Koumertas, men talan var um eina sera javna duell ímillum teir báðar, sum blivu ávikavist nummar 17 og 16 í innleiðandi kappingini týsdagin.

Áðrenn fimta og seinasta umfarið í duellini ímillum teir báðar stóð púra javnt 116 – 116, men í seinasta umfarinum misti Jóannes á stokkinum, tá hann tapti umfarið 28 - 30 og tískil duellina samanlagt 144-146.

144 stig er tó avgjørt eitt góðtikið úrslit og eisini í samsvari við generella støðið hjá Jóannesi. Samanumtikið var hann tí nøgdur við síni avrik bæði í innleiðandi kappingini týsdagin og í finaluskjótingini hósdagin, men kortini kundi hann ikki lata vera við at iðra seg um, at tiltiknu marginalarnir ikki rættiliga vóru við honum.

- Í innleiðandi kappingini fekk eg 689 stig, og tað er ikki sum so vánaligt, men kortini var tað skuffandi at hava eitt umfar uppá 56 og eitt uppá 54 stig tá. Hevði tað ikki verið, so kundi tað knappliga sæð gott út, og sitingin til finalurnar hevði verðið øðrvísið og til størri fyrimun fyri meg.

- Undir finaluskjótingini í dag var lítið av vindi, men tann vindurin, sum var, argaði nógv. So eg var nøgdur við mína skjóting, og kortini skuffaður, tí tað stóð á jøvnum, tá ið 12 pílar (fýra umfør) vóru skotnir, og so fekk hann 30 og eg bara 28 við trimum teimum seinastu pílunum. Men tá eg skal tapa, so er tað ein nógv betur kensla at hava skotið hampuliga væl, og at vita, at eg hevði kunnað vunnið ella fingið javnt og harvið shoot-off, um eg skeyt ímóti onkrum øðrum.

- Tí tað vóru bara 10 av tilsamans 32 skjúttum í 1/16-finalunum, sum skutu meira enn 144 stig, og sjálvt Shamai Yamron, sum vann Veronica’s Cup í síðstu viku og skeyt seg í finaluna í dag, fekk 144 stig í 1/16-finaluni. So eg kann ikki loyva mær at vera misnøgdur – men bara eitt sindur keddur av, at tað onkuntíð ikki vil ganga, sum eg vil, segði Jóannes eftir skjótingina hósdagin.

Jóannes venur beint undan 1/16-finalunum. Hann er samanumtikið nøgdur við síni avrik í Kroatia, har tað tó kundi rokkið longur, um marginalarnir vóru í parti við honum

Støðið krýpur uppeftir

Sámuel endaði aftarlaga í innleiðandi kappingini og mátti seinni týsdagin í duell ímóti serbanum Stefan Zikic um plássið í 1/16-finalunum. Tann dystin vann Sámuel trygt 144 – 140, men hósdagin tapti hann 139 – 146 fyri heimselituskjúttanum Jozef Bosansky úr Slovakia, sum vann bronsu á Veronica’s Cup í seinastu viku.

Sámuel hevði framúr góða úrslitið í Veronica’s Cup, har hann bleiv nummar sjey, við sær í viðførinum til evropeisku grand prix-kappingina í Kroatia, og hóast hann ikki rakk tindarnar har, kemur hann heim aftur við eini kenslu av, at støðið hjá honum er á veg uppeftir.

- Her fekk eg 671 stig í innleiðandi kappingini, og tað er ok, tí tað er nøkulunda har, eg plagi at liggja. Men eg vil siga tað soleiðis, at nú er skjótikenslan bæði í venjing og í kapping, at eg spakuliga krúpi longur upp, so at nú lendi niðri á hasum úrslitinum, meðan eg fyrr skuldi berja meg upp á tað.

- Eg væntaði ikki, at eg hevði ein livandi kjans ímóti Jozef Bosansky, sum er nummar fýra á heimsstyrkilistanum hjá World Archery og fekk fult stigatal – 150 – í bronsufinaluni í Veronica’s Cup. Men í 1/16-finaluni í dag gekk tað væl hjá mær tey fyrstu umførini, har eg helt fast í dystinum. Hann viðgekk eisini, at hann bleiv kløkkur av, at eg helt so fast í honum, og at hann endaði við at skjóta ein 8’ara, tá hann sá, at munurin ikki var so stórur, sum hann hevði væntað. í Veronica’s Cup hevði hann eisini sæð, at eg kann spenna meg út og skjóta eitt úrslit, sum eisini kundi sett hann í vanda.

- Men at enda var eg tó so bangin fyri at raka ein 8’ara, at eg í staðin rakti 7’aran. Í stuttum kann sigast, at eg hevði nøkur sera keðilig skot, eftir at eg helt duellina hava mist allan spenningin, segði Sámuel eftir 1/16-finaluna.

Kappingarferðin um at verða av á hesum sinni, og teir báðir Jóannes Poulsen og Sámuel T. Petersen eru samanumtikið væl nøgdir – Jóannes serliga um avrikini í evropeiska grand prixnum í Kroatia og Sámuel um sítt sjeyndapláss í Veronica’s Cup í Slovenia

Duellir um heiðursmerki leygardagin

Heiðursmerkjafinalurnar í European Grand Prix 2024 í Poreč í Kroatia verða leygardagin.

Duellin um gullið hjá compound-monnunum verður ímillum Shamai Yamron úr Ísrael og Lukasz Przybylski úr Póllandi, og bronsufinalan verður ímillum Yagiz Sezgin úr Turkalandi og Nico Wiener úr Eysturríki.

Hjá compound-kvinnunum eru Giselle De Sousa úr Portugal og Lara Drobnjak úr Kroatia í finaluni og Amanda Mlinaric úr Kroatia og Hazal Burun úr Turkalandi í bronsufinaluni.

Recurve-finalan hjá monnum verður ímillum Roy Dror úr Ísrael og Patrick Huston úr Stórabretlandi og bronsufinalan ímillum Matteo Bilisari úr Italia og Dan Olaru úr Moldova.

Recurve-finalan hjá kvinnum verður ímillum Hany Jo úr Suðurkorea og Anastasia Pavlova úr Ukraina og bronsufinalan ímillum Elisabetta Mijno úr Italia og Elif Berra Gokkir úr Turkalandi.

Aftur