Á skjótibreytini í Gwangju í Suðurkorea

Jóannes kom víðari í HM-kappingini

  • 06.sep.2025
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Í nátt føroyska tíð skal Jóannes Poulsen skjóta 1/48-finalu í einstaklingakappingini í compound í HM-kappingini í bogaskjóting í Suðurkorea. Tað eydnaðist ikki Nikkel Petersen og Jógvani Niclasen at skjóta seg víðari úr innleiðandi umfarinum í einstaklingakappingini, og í liðkappingini steðgaði HM hjá Føroyum eisini í innleiðandi kappingini

Mótstøðan er øgilig, sum føroysku skjúttarnir møta í HM-kappingini í Gwangju í Suðurkorea. Hesa ferð luttaka Føroyar bara í compound hjá monnum, og skjúttarnir eru Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen, báðir úr Ørvi, og Jógvan Niclasen, Tambar.

Samlaða luttøkan er bæði stór og sterk og tað gav at bíta beinanvegin í innleiðandi kappingunum – úrtøkukappingunum.

Í einstaklingakappingini stillaðu 121 skjúttar upp, og 104 teir bestu kvalifiseraðu seg til at fara víðari í kappingini. Jóannes Poulsen kláraði akkurát upp um ta gáttina í dag, tá hann fekk 340+336 = 676 stig í innleiðandi kappingini, og tað rakk til eitt pláss sum nummar 102.

Ein plasering so niðarlaga í úrtøkukappingini merkir, at Jóoannes í 1/48-finaluni í morgin skal skjóta ímóti einum av skjúttunum, sum endaði millum teir bestu í innleiðandi kappingini, nevniliga Eun Gyu Choi úr Suðurkorea, ið bleiv nummar 11.

Jóannes Poulsen er føroyska vónin í nátt, men mótstøðumaðurin, Eun Gyu Choi úr Suðurkorea, telist millum heimsins bestu compoundskjúttar, so uppgávan er trupul. Mynd er tikin á Oyggjaleikum í Orknoyggjum í juli

Eftir skránni byrjar 1/48-finalan klokkan 9.15 lokala tíð, tað er klokkan 01.15 í nátt okkara tíð.

Úrtøkukappingin til liðkappingina var eisini í dag. 31 lið stillaðu upp, og her ráddi um at verða millum 24 tey bestu liðini fyri at sleppa at víðari í kappingini. Tað gekk tíverri ikki hjá føroyska liðnum, ið endaði sum nummar 30 við 1995 stigum. Tískil eru Føroyar úti úr liðkappingini.

Aftur